Zelenskyj: Russland saboterar friðarsamráðingarnar

- Russland hevur enn ikki lagt fram sonevnu notatirar, sum landið hevur lovað at fyrireikað, sigur ukrainski forsetin

- Tíverri ger Russland alt, sum landið kann, fyri, at næsti - potentielli - fundur ikki kemur til nakað úrslit.

 

Tað skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í einari dagføring á sosialum miðlum seinnapartn í dag.

 

Forsetin heldur, at Russland eigur at senda sítt nógv umrødda samráðingaruppskot, áðrenn næstu samráðingar verða.

 

- Russland hevur enn ikki lagt fram sonevnu notatirar, sum landið hevur lovað at fyrireikað, sigur Volodymyr Zelenskyj.

 

Á hinari síðuni hevur Russland sagt, at landið fer at møta upp til næstu samráðingar.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at Russland hevur skotið upp, at hesar samráðingar verða í Istanbul mánadagin 2. juni. 

 

Hetta skrivar tíðindastovan NTB seinnapartin í dag.