Javnaðarfólk í Vágum eru skelkað av úttalilsum floksformansins í Sosialinum týsdagin 6. januar. Um Jóannes Ejdesgaard ikki púra er misskiltur í samrøðu við Sosialin, so hevur hann als ikki sett seg inn í málið [...] økini uttanfyri mið - Føroyar eru í. Haraftrat hevur flokkurin fingið neyðugar upplýsingar frá Vága Javnaðarfelag, sum sera virkið hevur tikið lut í sakligu viðgerðini í hesum máli. Tað er ein fundamentalur [...] gav vágafólki við játtanini í grunn, er undir alt sømiligt mark. Sjálvsagt skuldi neyðug játtan verið sett á fíggjarlógina til undirsjóvartunnilin, so arbeiðið kundi fara í gongd eins og neyðuga útbyggingin
) - og sum fær alla pressu í Norðurlondum at stand púra spyrjandi um, hvat er á vási í Føroyum? Og um hetta skal verða støðið í almenna tjakinum, og harvið lívsmøguleikunum, í »ríkinum« hjá Zakariasi Wang [...] enn Hitler« í teg aftur - tær sjálvum og harvið øllum Føroya fólki til stóran heiður og sóma. Tú hevur skyldur at røkja fyri uppvaksandi ættarliðinum sum studentaskúlalærari í stjórnmálafrøði, í staðin fyri [...] lítið veiggj í Fólkaítakinum og grundgevingum tess, at tað var betri, at tað ongantíð hevði sæð dagsins ljós - og harvið sloppið okkum føroyingum undan hesi vanærisligu skommini, sum liggja í hesi samanberingini
fleiri ættarlið ? maktelitan ? í ymsum skotum túsundbein og rennitól í hópatali margir fleiri enn í fjør ættartalvan kanna á tamb mikil málageipan skreppingar skotran í høll skolan út og inn aftur og fram [...] hendur í favn heldur kjaft solidaritetskenslan liggur á deyðastrá meðan vit fjøtrað í vesturlendska oyðandi imperialistiska hugsunnarháttinum verða rurað í blund her situr yvirstætturin skortar í ymsum [...] ið fylla alt teir hava í hetta yvirfylta ríkmannatrog er einki mark fyri frekleika yvirstættsins yvirstætturin ránsmannafjøldin fleiri tungur í einum heysi sáðar mistreysti í okkum kúgaðu sleikja kúgandi
Í kvøld og í annaðkvøld skulu finalistarnir í steypakappingunum hjá kvinnum og monnum í hondbólti finnast, og í trimum av teimum fýra dystunum er spenningurin framvegis til staðar. Einasta lið, ið kann [...] kvinnunum verða spældar í Havn hóskvøldið. Báðar tær fyrru hálvfinalurnar hjá monnunum endaðu við tveymálssigrum. Í Vestmanna vann VÍF í einum sera jøvnum dysti 30-28 á H71, meðan StÍF í Havn vann á Kyndli [...] Kyndli. Kyndlakvinnur vunnu fyrru hálvfinaluna í Vestmanna móti VÍF 26-18, og nógv skal til, um VÍF, sum spælir í 2. deild, skal venda hesum úrslitinum í kvøld. So er hinvegin stórur spenningur undan hinari
stovnaður í 1988 hevur verið roynt at bygt upp slíka hagtalsskipan. Sigurð Poulsen var einsamallur settur í starv í Landsbankanum í 1988, og er bankin síðani útbygdur - og starvast í dag sjey fólk í Landsbanka [...] ikki nóg væl um búskaparligu gongdina í landinum, so kunnu vit ikki vænta, at onnur fara at kunna okkum um tað. Hetta sigur Sigurð Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroyar. Í donskum fjølmiðlum er hann endurgivin [...] men tey hagtølini, sum vit hava serligan áhuga fyri í Landsbankanum, eru hagtølini fyri fíggjarsektorin og fyri almannasektorin. Vit eru áhugað í at vita, hvørja ávirkan fíggjarsektorurin hevur á vinnulívið
Høllin kókaði, tá hoyvíkingar góvu alt teir høvdu í sær og vunnu uppiborið á VÍF í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini hjá monnum. Burtursæð frá fyrstu tíggju minuttunum av seinna hálvleiki hevði H71 [...] framvegis er millum bestu strikuspælarar í Føroyum, millum annað, tá hann tveitti seg inn í málteigin eftir einum leysum bólti og fekk stýrt honum inn undir Jón Nielsen í VÍF-málinum. Andreas er ein góður styrkur [...] sigast, at føroyameistararnir úr Vestmanna ikki spældu upp til sítt besta. Álopsspælið riggaði als ikki, og tá holini komu, vórðu tey ikki útnyttað. Hetta broyttist í seinna hálvleiki, men tá var ov seint
Hví hevur Fiskivinnuskúlin í Vestmanna ár eftir ár ikki vitað, um hann er keyptur ella seldur, um hann kann halda fram, skal flyta, ella onga játtan fáa? 2. Hví hevur HF-Skeiðið í Klaksvík verið nærum niðurlagt [...] Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Eysturoy, og hvar skal ábyrgdin plaserast? 4. Hví roynir Skúla- og Mentamálastýrið at stúva 28 næmingar inn í skúlahøli á studentaskúlunum í Føroyum, har inniluftin frammanundan [...] Eilif Samuelsen, t.d. gav loyvi til at oyða alt lív í ávísum vøtnum og áum í Suðuroy, og tvær ferðir hevur loyvt at veita vistfrøðiliga týdningarmikið vatn í Eysturoy norður til Eiðis. ? Jú, sanniliga er hópur
móti hvørjum øðrum bara síðani ársskiftið. Í steypakappingini vann VÍF í Vestmanna, men hoyvíkingar vendu støðuni til sín fyrimun í seinnu hálvfinaluni í Havn. Leygardagin ráddi tað so um landskappingina [...] Endaspælið í hondbólti kom rættiliga í gongd um vikuskiftið, og fleiri staðni spældi tað ikki friðarliga av. Leygardagin spældu H71 og VÍF í Havn. Hesi bæði liðini hava longu spælt tríggjar ferðir móti [...] óhepnan leiklut í hesum dystinum, serliga í fyrra hálvleiki. Men eftir dystin kundu Náttarravnavinnarin Áki Olsen og hinir VÍF-ararnir so fegnast um, at teir fingu hevnd fyri ósigurin í steypakappingini
Øll lesarabrøvini í seinastuni prógva, at Útvarp Føroya hevur svikið okkum so staðiliga. Dømini eru nógv. Nú í morgun, 20. jan., hevur útvarpsmaðurin leitað sær til ein av skúlunum í Havn, har hann tosar [...] skulu í skúla av fyrstan tíð. Brennidepilin eitt dømi: Tað er ikki sending, uttan at ein úr Havn svarar spurningunum. Í øllum tónleikasendingum, ið spældar verða, eru vertirnir úr Havn ella búgvandi í Havn [...] Havnina? Hví ikki frætta úr Klaksvík, Vestmanna, Runavík ella av Sandi, har kommunan hevur verið stongd í 4 mánaðir ? nokk farin á húsagang. Meinti annars, at øll í Føroyum áttu Útvarp Føroya. Vælsignaðir
legði tveir flokkar í Kambsdali saman, so at tað blivu 28 næmingr í flokkinum. Annars er hægsta mark 24 næmingar í flokkinum. bara undantaksvís, kann víkjast frá hesum, men tað skal verða í samráð við Yrkisfelagið [...] samanlagdir í samráði við Yrksifelagið. ? Tí kunnu vit ikki góðtaka, at Landsstýrið brýtur eina kunngerð, tað sjálvt hevur gjørt, sigur hann. Fyrsta høvi, Landsstýrið hwvði at rætta mistakið, var í august í fjør [...] 100.000 um dagin í verkfallinum. So higartil hevur verkfallið spart landsstýrinum nógvar ferðir 400.000 krónur. Alt í lagi við politiskum tiltøkum Annars heldur Snorri Fjallsbak at í grundregluni er tað