trúfastur Eitt, sum eyðkennir Jógvan, er trúfesti. Síðani ungdómsárini, hevur hann verið ein stuðul í samkomuni í Betesda. Eisini hevur hann saman við øðrum hvørja viku vitjað samkomuna, Saron, á Viðareiði [...] Kalsoynni til Klaksvíkar. Virkað og livað á sama staði Jógvan býr enn í barnaheimi sínum, har hann eisini hevur havt egið virki í meira enn fimmti ár. Sum blaðungur drongur byrjaði hann í starvi á bókhaldsvirkinum [...] Viðareiði. Hann er stillførur, erligur og altíð við tí góða orðinum. Mangan tekstin hevur hann rættlisið, og tað, sum er komið frá hansara hond er ringt at seta fingurin á. Tað er serstakliga áhugavert at práta
smádreingi av hevur Levi verið kendur fyri at bera Guds orð fram. Bæði á landi og sjógvi, á møtum og mann og mann ímillum. Hóast útstøtið, sum hann sjálvur plagar at taka til, ikki hevur verið so gott [...] gott, so hevur hann sungið og talað sum fáur annar. Boðskapurin hjá honum hevur verið sera Kristus rættaður, og tað eru sangirnir, sum hann hevur yrkt eisini. [...] árunum tók Levi skiparaprógv í Klaksvík, og eftir tað førdi hann nógv skip: Viðoy, Skálanes, Stella Maria, Stella Karina, Klettur, sum hann sjálvur átti, Porkerisnes og av og á útróðrarbátarnar Soli deo Gloria
Hondbóltur Higartil hevur árið hjá kvinnusíðuni í Kyndli ikki hilnast nakað serligt. Liðið hevur greitt verið við undirlutan móti bæði Stjørnuni og Neistanum, og tí var ikki væntandi, at tær skuldu gera [...] StÍF vann sær í fjør bronsumerkini, og tó at liðið hevur havt nakað av frágongd síðani, so bendi javnleikurin móti Stjørnuni á, at liðið aftur í ár hevur ætlanir um at vera við í dystinum um heiðursmerkir [...] tær framvegis eru við í oddinum, og í so máta man tað vera líka mikið, hvussu tunnur sigurin var. Tað kann tað sum so eisini vera hjá Kyndli, men hinvegin man tað í øllum førum kennast sum eitt stórt stig
Ikki man altíð hava verið slætt undir fóti, og mangan man hann hava staðið fram í rútin og skimast eftir teimum blágrønu bylgjum, ið hótt hava skip og manning bæði á nátt og á degi. Mangan hevur hann sannað [...] ið til tíðir kundu takast upp aftur og tosast um, soleiðis sum ein og hvør vildi gjørt tað. Piddi hevur siglt sín seinasta fjórðing á heimsins høvum, og nú er kósin sett móti tí himmalski strond við lívsins [...] dýrgripur og tí er tað við takksemi vit gleðast um tær løtur tit komu á gátt, og tá vit hittust. Góða Maria, Elinor, Sunbjørt, Elmar og Katrin. Tað er við sorg í hjartað tankarnir leita vestur til tykkara í
26. 1. november, Alla halganna dag, verða vit mint á deyðan og tær álvarsligu avleiðingar, deyðin hevur á tilveru okkara her í lívinum; deyðin er ein náttúrligur partur av lívi okkara, vit verða fødd inn [...] við Martu í sambandi við at bróðir hennara Lázarus er deyður; eisini tær báðar systrarnar Marta og Maria vóru ørkymlaðar av tí, sum hent var, at bróðir teirra var deyður. Soleiðis er tað eisini við okkum [...] spurningar í slíkum førum, tó er tað ein, sum veit alt um okkara viðurskifti í lívinum, tað er hann, ið hevur allar træðrir í sín hond; Gud tann altvaldandi á Himni, hann veit okkara dagatal, so sum skrivað stendur:
3:16) Filmurin á føroyskum er eitt samstarv millum (umboð fyri) flestu samkomurnar í føroyum. (Hví hevur mann ikki bjóðað Jehova Vitnum við? - tey kenna meiri til "bíbilska leiklist" enn nøkur av hinum samkomunum [...] hetta at prædika annan Jesus og annað evangelium, og í Gal.1:8 hevur hann ikki tey mjúkastu orðini um hetta sama. "Tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt" (1.Kor.2:9), kann tað innspælast? Sálarkvøl [...] 1:4), men fyri hin vantrúðna? Skal mann brúka ein pástand sum PRÓGV fyri einum øðrum pástandi? Góðtekur t.d. Høgni av Heiði hetta prógvið? Trúgvin er ikki hvørs mans (2.Tess.3:2) - og tann fjøldin gerst
ítróttarhølllina var Hans Sivertsen, sum hevur verið trúboðari í Grønlandi síðan seinast í sekstiárunm. Hann stóð hann, stórur og slankur og reyðívna hárið, sum nú hevur hug at lýsna, lýsti í fólkahavinum. [...] Mariu, sum setti seg við Jesu føtur og valdi tann góða lutin. Poul Færø hevur samband við seg sjálvan tá hann talar, og hann hevur eisini samband við tey sum lurta. Og segði eg við onkran, at tað kanska [...] veruleikar hjá hesum fólkum. - Ein trúgv, sum ikki er fest á Jesus er til onkis. Maria valdi ikki bara at sita. Maria valdi Jesus sjálvan, tað er ta stóra í hesi søgu. Poul Færø tosaði um at bera arvið
kona hansara, Anna Maria. Vit spurdu hana, um hon kanska var eitt sindur øvundsjúk, nú maður hennara hevur fingið bestu umstøður at arbeiða undir í sínum "køki". Men áðrenn Anna Maria fekk stundir at svara [...] svara, segði John, at konan hevði einki at grenja um, tí hon hevur sjálv fingið nýggjan køk heima við hús. Saman við manni sínum, fegnast Anna Maria um góðu umstøðurnar umborð á Finni Fríða. Hon heldur ikki [...] Eisini á dekkinum Einir 10-11 mans verða við nýggja skipinum, og John heldur ikki, at tað er trupult hjá einum einsamøllum kokki umborð at ambata manningini. Spurdur, um hann hevur stundir at hjálpa til á dekkinum
munnu gleða seg til eina jólafrítíð, har hondbóltsprátið kanska verður eitt sindur minni, enn tað hevur verið seinastu vikurnar. Strandakvinnurnar hava annars staðið seg væl fyri tað mesta, men hesar seinastu [...] kann tað væl verða, at VB er farið framum tær aftur, tá farið verður ígongd við endaspælið. Hjá StÍF man jólasteðgurin sum sagt koma væl við. Liðið er framvegis á einum fimta plássi á talvuni, og tað tykist [...] Johannesen 1, Finngerð Joensen 1 StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 6(4), Milica Ergic 4, Beinta Joensen 3, Anna Maria Berthelsen 2, Anna B. Danielsen 2, Paula B. Høgnesen 1, Poula D. Olsen 1 Brotskøst: VÍF 4, StÍF 4
eyðkent fyri sítt ljóð, og tað kemur altíð til sín rætt í Christianskirkjuni, sum man vera tað høli í Klaksvík, sum hevur bestu ljóðviðurskiftini. Gleði Spildurnýggja gospelkórið í KFUM og K var síðani á [...] Tað er avbera torført at lýsa konsertina við orðum. Kenslurnar, sum ein situr eftir við, tá ein hevur hoyrt Eivør Pálsdóttir syngja, ber illa til at seta orð á. Hennara sangur er so inniligur og so reinur [...] húðina á fólki. ? Um nakar nemur við meg nú, so brotni eg, segði ein av áhoyrarunum beint eftir Ave Maria. Vanliga er jólakonsertin í Christianskirkjuni nakað heilt serligt, men í ár bar av. Hetta er eisini