Jesus filmur á føroyskum

Havandi eyguni vend á??
Tað var meiri av ábyrgdarkenslu - heldur enn av hugi, at eg keypti mær tann júst útkomna Jesus-filmin í føroyskari útgávu. Gerhard Lognberg úttalaði seg sum kunnugt um nakrar "Ginu søgur", sum hann ikki hevði sæð (eg havi heldur ikki sæð sjónleikin), og tað bleiv ikki væl upptikið, at hann ummældi ein sjónleik, sum hann ikki hevði sæð. Eg vildi ikki koma undir sama dóm, so hóast eg hevði lítlan hug at hyggja eftir filminum, og ørmintist at hava sæð hann fyrr, í Íslendskum sjónvarpi eina vøkunátt á skipi, so keypti eg mær filmin og settist at hyggja.

UMMÆLI:
Sum handverk er filmurin eitt dygdarverk. Flestu leiklutirnir verða væl spældir, m.a. spælir "Jesus" sum heild væl, serliga í teimum "mildu" brotunum, - hann kemur tó væl frá at reinsa templið, men ein saknar eitt sindur av "pathos", t.d. táið hann grætur um Jerúsalem.
Tann mest sannførandi leiklutin, haldi eg, hevur hin demonbesetti drongurin sum liggur niðri á jørðini og venar seg, meðan hin blindi, sum fær sjón, og kvinnan við veikleiksanda (hin samankropnaða) eru so góð, sum tað letur seg gera at spæla.
Tann minst væleydnaði, haldi eg, er Jóhannes doyparin í ánni - hann tykist ikki serliga sannførandi, men hann er væl betri í fongslinum.
Tey "yvirnáttúrligu" brotini eru torfør at gera til film, og tey eru, so sum ein kundi væntað. T.d. er Jesus, saman við Mósesi og Eliasi á fjallinum, ikki serliga stórsligin. Pætur byrjar annað bræv sítt við at "vit sóðu dýrd Hansara"(1.Pæt.1:17), men hon sæst sum vituligt er ikki í filminum. "Jesus" kemur rímiliga væl frá hesum at stilla stormin, og heilt væl frá tí at metta tey svongu við fiski og breyði.
Framleiðararnir skulu hava rós fyri, at teir lata "frásøgumannin" lesa talu Guds, so at eingin "spælir" Gud (Faðir).
Føroyska talan er gjøgnumgangandi góð, og eg haldi ikki nakað er at lasta her - Sonne Smith er framúrskarandi.

MANGLAR:
Í einum filmi upp á tveir tímar má, sum vituligt er, okkurt klippast og annað styttast, tað kemst ikki uttanum.
Tað hevði eisini gjørt filmin betri at "lænt" detaljur frá hinum evangeliunum, sjálvt um Lukasar Evangelium er nýtt sum grundarlag.

ÓNEYVLEIKAR:
Ein leikstjóri hevur listarligt frælsi til at broyta okkurt smávegis í eini bók, sum hann ger til film, og tað hevði verið í lagi, í einum vanligum filmi, at "broderað" eina kvinnu inn í tekstin sum gevur Jesusi at drekka á vegnum til Jerúsalem, men tað hóskar illa saman við pástandinum um at fylgja Lukasar evangelium neyvt.
Hvar lærir Lukas, at Maria Magdalena er hin syndafulla kvinnan, sum salvaði føtur Jesusar?
Sakeus sær út til at geva pengarnar "aftur", mest uppá gjøt, og mundi hann veruliga brúka stiga fyri at "klíva" upp í træið?
Uppaftur verri er tað við smágentuni, sum svarar spurningi Jesusar "Hvør var nú næsti hansara?", í søguni um hin miskunnsama samariubúgvan. Tað er í mótstríð við tekstin hjá Lukasi.
Beinleiðis komiskt verður tað, tá Jesus verður doyptur. Eg sat spentur og bíðaði eftir at vita, hvussu (ana)baptistar og "pædu"babtistar fingu harmonerað sínar áskoðanir um dóp Jesusar - fór Hann undir, ella tók Jóhannes vatn upp í lógvan og helti tað á høvur Hansara? Jú, Hann fór undir, ella í hvussu er næstan, men tað løgna er, at Hann fór sjálvur undir, Jóhannes doypti Hann ikki yvirhøvur.
Tá "Jesus" verður krossfestur, verður hann (umframt bundin) negldur í skøvningarnar, og ikki í hendurnar. Eg veit, at Jógvan Zachariassen og aðrir bíbliulærarar halda hetta sama, - eg skal ikki avnokta, at orðið hond kann merkja hond+skøvningar, og eg kenni argumentini, men eg meti framvegis - at bíblian lærir - at Jesus varð negldur í hendurnar.
Annars er filmurin fullur av smáum (?) óneyvleikum, hendingum, sum eru "kliptar" saman fyri at stytta um filmin, setningar sum ikki standa í bíbliuni, men sum eru lagdir afturat fyri at gera filmin betri (og óneyvari smb. Lukas). Bert nøkur brot úr rúgvuni:
Klæði Jesusar, eftir uppreisnina, í tí tómu grøvini, liggja óruddiliga og ikki samanløgd.
"Kyrtilin" hjá Jesusi í filminum, eru nakrar sundurbardar trevsur, sum eingin rómverskur hermaður hevði skoytt um at fingið til vásaklæðir, tíansheldur at kasta lut um.
Í filminum RÓPAR Jesus ikki við harðari rødd á krossinum, og GEVUR upp andan, men hann svølgir orðini - og doyr av armóð.

VIÐMERKINGAR:
Á filmshúsanum verður byrjað við, at leikstjórin spyr: Hvør er Jesus? - og síðani fer hann at leita eftir svarinum. Honum skuldi ikki tørvað at leitað leingi eftir svarinum. Í triðja kapittli í Lukasarevangelium gevur Gud Sjálvur svarið (v.22): Hann er Sonur Guds! Og so kunnu vit trúgva tí ella lata vera.
Filmurin byrjar við einum pástandi: Yvir ein milliard fólk fylgja Jesusi! Kann eg spyrja: Hvørjum Jesusi??? Um Jesus Kristus hevði yvir eina milliard núlivandi lærisveinar, so hevði heimurin sæð munandi øðrvísi út enn hann ger.
Filmurin er útgivin av "Inspirational Films", t.v.s., at teir meta filmar sínar at verða innblástar av Gudi eins og bíbliuteksturin!?! (2.Tim.3:16)
Filmurin á føroyskum er eitt samstarv millum (umboð fyri) flestu samkomurnar í føroyum. (Hví hevur mann ikki bjóðað Jehova Vitnum við? - tey kenna meiri til "bíbilska leiklist" enn nøkur av hinum samkomunum.) Men hetta er so eitt samstarv millum "protestantar!?!" og katolikkar. Luther hevði vent sær í grøvini - hevði hann vitað!, og Andrew Sloan, sáli, hevði grátið - hevði hann vitað, - at elstaráðið í Ebenezer dreiv andaligt hor við "skøkjuni í Róm", sum hann (av røttum) metti katólsku kirkjuna at vera. Men hvat skuldi ein væntað? Tá ein fyrst hevur sagt Ja til Billy Graham, so hongur Luis Palau við av sær sjálvum, og síðani Bill Bright - og alt teirra samstarv við katolikkarnar, og til endans góðtekur ein Pávan sjálvan. Eg hoyrdi forrestin ein av "brøðra" høvuðsmonnunum fyri føroyska filmin endurgeva pávan í Lindini ella á Rás 2, nú ein dagin, so kanska teir eru byrjaðir at venja seg við hann.
Bill Bright, sum doyði í summar, var leiðari hjá Campus Crusade, sum framleiðir Jesus-filmin. Hesin Bright skrivaði undir tað sokallaða ECT (Evangelicals and Catholics Together) dokumentið fyri nøkrum árum síðani - eitt skjal sum sigur, at teir "protestantarnir", sum skrivaðu undir, høvdu somu uppfatan, av m.a. rættvísgerðingini, sum katolikkarnir.
Jødarnir skiltu Annað Boð (av teimum 10) soleiðis, at teir skuldu ikki gera myndir av Gudi (5.Mós.5:8). Sjálvt Muhamedsmenn hava somu virðing fyri Gudi, at teir vilja (tora) ikki at gera myndir av Gudi. Hóast talan er um menniskjað Jesus, sum verður avmyndað í filminum, so er tað samstundis Sonur Guds, sum sjálvur er Gud, ið verður avmyndaður. Eg havi latið mær siga, at Ingálvur av Reyni ikki vildi mála Frelsaran vegna gudsótta. Hvar er gudsóttin hjá einum manni sum spælir Jesus?
"Aldri hevur nakað menniskja talað, soleiðis sum hesin maður!" (Jóh.7:46), men nú kann ein sjónleikari eftir øllum at døma tala soleiðis!?!
Hvør Jesus er tað so, sum verður boðaður? Hetta er vandamikið øki at spæla sær á. Paulus talar í 2.Kor.11:4 um hetta at prædika annan Jesus og annað evangelium, og í Gal.1:8 hevur hann ikki tey mjúkastu orðini um hetta sama.
"Tað, sum einki eyga hevur sæð, og einki oyra hoyrt" (1.Kor.2:9), kann tað innspælast? Sálarkvøl Jesusar í Getsemane - sum einki menniskja orkaði at síggja - skulu vit nú sita í sofuni við einum kaffikoppi í hondini og síggja tað á filmi? Lærusveinarnir sovnaðu ikki vegna ovvekring, men vegna sorg (Luk.22:45)
"Hann bar tað stillur" (Es.53:7) - skal tað lýsast við tónleikaeffektum?
"Hereftir kenna vit tí ongan eftir holdinum; um vit so hava kent Kristus eftir holdinum, kenna vit Hann nú ikki longur so." (2.Kor.5:16). Paulus frøddist um at jødarnir høvdu fingið Orð Guds litið upp í hendurnar (Róm.3:2), - ikki um at teir høvdu fingið eitt vælegnað øki til at spæla film í.
Eitt nógv brúkt argument ímóti at børn (og vaksin) skulu hyggja eftir pornufilmum er, at "sansainntrykk", myndir t.d., sum vit taka til okkum, táið vit eru sinnisliga "uppskakaði" og "ovurhuga"¸ hava lyndi til at "brenna" seg fast í sinni okkara og skapa ein karrikatur av veruleikanum. Um vit seta børn at hyggja eftir einum Jesus-filmi, við krossfesting og øllum, so fara myndirnar av Jesus-sjónleikaranum at koma fram fyri børnini, táið tey hoyra og hugsa um Jesus, og tey fáa trupuleikar við at skilja ímillum "spælifigurin" og tann veruliga Jesus. Uttan iva hevur Gud stýrt tí so, at eingin søguligur málningur, standmynd ella líknandi finst av tí søguliga Jesusi, útilokandi fyri at sleppa undan teimum trupuleikunum, sum júst slíkir filmar o.l. skapa. Hví verður t.d. Jesus altíð, eisini í hesum filminum, avmyndaður við longum hári? Er hetta próvfast? Táið hesi børn, og vaksin við, skulu hava eyguni vend á Jesus (Heb.12:2), so kundu vit spurt: Hvønn Jesus?!?
At kunngera evangeliið merkir altíð í NT at prædika Orðið - Kristna samkoman er komin forbí/víðari enn skuggamyndirnar í GT. Tær alraheilagastu avmyndir Hins Himmalska í GT, tabernaklinum, mátti bert høvuspresturin síggja, og bert eina ferð um árið - her verður størsta loyndarmálið í tilveruni, at Gud kundi venda sær frá einborna Soni Sínum (sum sjálvur er Gud!) avmyndað á filmi - eitt mysterium tremendum, sum eg havi latið mær sagt, at Luther ikki hættaði sær at prædika um - hann brendi fingrarnar av berum heilagleika, tá hann nam við evnið.
Kirkjumennirnir drógu tað longra stráið málsliga, teir fingu "vanta Guds heiður", "glatan" og onnur serstøk vers við, og umseting Victor Danielsens verður so brúkt, táið hann ljóðar nærmast líka sum Dahl. Tað undrar meg tó, at filmurin hvørki fylgjir Victori ella Dahl í Luk.2:49 (Jesus 12 ára gamal í templinum). Victor umsetur rætt, og Dahl umsetur ikki bara rætt, men tekur allar møguligar (rættar) variantar við. Her hevur filmurin valt orðingina "har, sum Faðir Mín er", og henda orðing kann ikki rættvísgerðast út frá grundtekstinum, umframt at hon er klossutari enn "verki Faðirs Míns" - sum er tað rætta. Missiónsboðini í filminum eru "Doypið TEY" (fólkasløgini), og ikki "teir" (lærisveinarnar), men tað er skrivað meira enn nóg mikið um hetta mál - eg vísi til "Bíblian á føroyskum í hálva øld" © Leirkerið 2000.
Aftast í filminum er ein appell, við einum pástandi um, at føðing, lív, deyði og uppreisn Jesusar PRÓGVA, at Hann er tann, sum Hann sigur seg vera!?! Jú, gaman í - fyri tann sum trýr (Róm.1:4), men fyri hin vantrúðna? Skal mann brúka ein pástand sum PRÓGV fyri einum øðrum pástandi? Góðtekur t.d. Høgni av Heiði hetta prógvið? Trúgvin er ikki hvørs mans (2.Tess.3:2) - og tann fjøldin gerst ikki størri av hesum filminum.
Appellir, sum tann í filminum, hava lyndi til at gera Heilaga Andan arbeiðsleysan. Nú nýtist Heilagi Andin ikki "at koma veikleika okkara til hjálpar longur, tí vit vita ikki hvussu vit skulu biða" (Róm.8:26), nú kunnu vit "biða" eina ramsu, sum er umsett úr amerikanskum "light" kristindómi, og sum Sonne Smith lesur fyri okkum (hevur Sonne forrestin biðið hesa bøn sjálvur eisini?) Heilaga Andanum nýtist heldur ikki longur at sannføra okkum um, at vit eru børn Guds (Róm.8:16), tí tað sannføringina átekur filmurin sær at geva okkum - øllum í senn - um vit annars hava "biðið" hesa ramsuna, og "meint" hana av hjarta!?!
Filmurnir endar við tí pelagiansku "tugguni", sum Bill Bright hevur lænt frá Arminiusi um, at "Jesus doyði fyri TEG!" Um djevulin sær filmin, so fær hann sama boðskap - hetta er at skjóta uttan mið ella mál, og høgga í luftina (1.Kor.9:26). Evangeliið er ikki, at Jesus hevur goldið syndirnar hjá øllum, - tvs. at "Hann tók TÍNA skuld!", - tí so fór jú ongin fortaptur, men evangeliið er, at syndaskuldin verður strikað hjá ØLLUM teimum menniskjum, og BARA teimum, sum venda við frá syndum teirra og trúgva á Kristus til frelsu. Filmurin heitir á fólk um at trúgva á Jesus sum Frelsara, men at Hann skal verða Harri, eisini, er nokkso væl niðurtónað, hóast tað verður óbeinleiðis nevnt. Hetta byggir sjálvandi á tað óbíbilsku áskoðanina, at ein kann hava Jesus sum Frelsara, uttan at vera lærisveinur - ein kann so evt. velja seinri, hvørt ein "loyvir" Jesusi at vera Harra eisini.

NIÐURSTØÐA:
Eg ivist ikki í, at tey fólk, sum hava gjørt filmin atkomiligan á føroyskum, hava gjørt tað í bestu meining - eg kenni fleiri av hesum sum vælmeinandi fólk, og eg hveppi meg eitt sindur við at kritisera tey alment - eg ivaðist í, fyrst at senda eitt bræv til brøðrasamkomurnar um málið (Tær hava longu fingið eitt bræv frá útgevarunum, sum viðmælir filminum). Men ringar royndir siga mær, at eitt "censur-harkalið" situr á postinum hjá fleiri av samkomunum - mann hevur sett "revin at ansa gæsnum" - fyri ikki at siga "úlvin at ansa seyðinum", við tí úrslitið, at brøv frá mær ikki verða lisin upp, men verða hildin aftur. Tey kunnu tó lesast á heimasíðu míni www.faroenet.fo/oli-nic/ (Prísaður verið Gud fyri internetið!) So eg setti hetta í her, - so kunnu øll lesa tað.
Filmurin er væl úr hondum greiddur sum listaverk (eg haldi tó ikki, at børn skulu síggja krossfestingina), men hann er ikki egnaður til kristniboðan, og eg vil mæla frá, at hann verður brúktur í hesum sambandi.