sum ítróttargreinar, og ein teirra er dart. Dart hevur vundið upp á seg í Føroyum seinastu tíðina, og ein av Føroya bestu spælarum, Bárður Olsen, er ikki í iva um, at dart er ein ítróttur. Tað sigur hann [...] dart ikki bara er eitt øl-spæl. - Nei, tað er ein ítrótur. 100 prosent! Tú spælir í einar tíggju tímar, tá tað er kapping. Tað er hart og avbjóðandi, men kanska ikki sum aðrar ítróttargreinar. Tað er ikki [...] ikki bara eitt øl-spæl, tí tað skal nógv venjing til eisini. Kanska vit drekka eina øl afturvið, men tað er ein ítróttur, sigur Bárður. Allir spurningarnir eru at lesa í Sosialinum í dag. Á somu síðu er eisini
við í nøkur ár nú, og tað er ótrúliga stuttligt. Harafturat er tað ein stór æra at kunna vera við til eina slíka skrúðgongu. Tað er ein serstakliga hátíðarlig og kenslulig løta, tá stórur partur av Føroya [...] ára gamla sonin Nóa við í býin. - Eg fekk pengar at brúka til ólavsøkuna, so eg ætli mær í tivoli. Kanska eg eisini keypi okkurt lekkurt at eta, sigur Nóa. Bogi hevur eitt fult skema á ólavsøku. - Tað eru
KJAK OG UPPLÝSING Ein teirra, ið fer at røða á fundinum mikukvøldið, er lærarin, sálarfrøðingurin og rektarin á norðurlendska fólkaháskúlanum í Genève, John Steen Johansen, ið hevur verið í Føroyum seinastu [...] havat fundir við fakfeløgini um fólkaræði og upplýsing. Hann greiðir frá, at hann ætlar at halda ein fyrilestur, ið skal birta kjak hetta kvøldið. John Steen Johansen sigur, at eftir at tey stóru nor [...] stórar útgreiningar av valdinum og hvør hevur maktina í hesum londum, hevur verið hildið, at hetta kanska hevur verið heldur akademiskt og torskilt. Tí metir hann tað vera neyðugt, at kjakast verður um hetta
rógva í maskinu er perfekt fyri ein so stóran drong, sum Torstein. Hann er langur, um 1,90 metur, og tað er ein fyrimunur í maskinunum. - Men hann hevur sanniliga eisini ein sterkan vilja. Eg havi bara givið [...] Tað eru nakrir einstaklingar, sum klára seg fantastiska væl, men inniróðurin verður kanska ikki heilt sæddur sum ein verulig ítróttargrein enn. - Nógvar manningar byrja ikki at venja í maskinunum fyrr [...] rógva á maskinu í vetrarsteðginum. - Inniróðurin er nakað heilt annað enn at rógva í báti. Tað er ein einstaklingaítróttur, sum kann metast við svimjing ella súkkling. Tá hevur tú bara teg sjálvan at hugsa
í Føroyum. Hvussu ber tað til, at ein slíkur handil hevur kunnað yvirlivað? - Ein má sjálvandi laga seg eftir tíðunum, og laga innkeypið eftir umstøðunum. Og so er ein eisini heppin onkutíð við innkeypinum [...] kvinnur í og úr býnum vitja regluliga. Onkur vildi kanska undrast á, hvussu ein mótahandil í eini býi, sum ikki beinleiðis liggur við alfaraveg, hevur møguleika at bera seg í dag. Fyri Kaju hevur hetta sína [...] Mikudagur 3. mai 1978 var ein vanligur dagur hjá teimum flestu fólkunum í Fuglafirði. Men ikki hjá einum teirra. Í eina tíð hevði Kaja gingið við ætlanini um at lata upp ein mótahandil í heimbygdini. Og
vitandi hava vit einki frætt aftur. Jákup Sólstein sigur, at ein slík skipan longu er fingin í lag við Føroya Skipara-og Navigatørfelag. - Førir ein træta í onkrum skipabólki við sær, at partarnir ikki kunnu [...] stjóri, í Kjølbro-fyritøkuni í fleiri ár. - Thulesen var ein ógvuliga ítøkiligur maður, sum fylgdi neyvt og væl við gongdini í fyritøkuni, men eins og flestu av okkum, gjørdi eisini hann onkur mistøk. Í [...] eg seti onkra línu. Kanska avreiði eg fyri 2.000 krónur um árið, sum knappliga er fyri bátaplássið, sigur hann skemtandi. Jákup Sólstein ásannar, at báturin er góð sálarbót og ein fínur avvekslingur í
1952 flutti úr Rituvík til Narsaq í Suðurgrønlandi. Tí kennir skiparin seg sum grønlending. - Eg eri kanska í tí løgnu støðu, at eg eri føroyingur og grønlendingur við bústaði í Danmark. Eg kenni meg sum [...] og seinni á hægri skúla og á læraraskúla. Útbúgvin sum lærari droymdi Kristin Højgaard um at sleppa ein túr til skips at royna sjólívið. Tað eydnaðist, tá hann í 1976 slapp við rækjutrolaranum Hvítanesi [...] upplivað, at kristin sangur og andakt hevur verið umborð á skipi, sum eg havi verið við. Hetta var ein sera góð og gevandi løta, sum vit allir vóru glaðir fyri, sigur Kristin Højgaard, skipari.
Tað endaði so við, at ein dagin stóðu tveir menn á gólvinum hjá mær, ein skoti og ein amerikanari, og heitti á meg um at skipa fyri eini oljuráðstevnu. Síðani hevur hetta verið ein partur av arbeiðinum [...] Eg nokti at fata og skilja, at børn eru ein trupulleiki. Vit eru fýra starvsfólk í Stephansons Húsi og tvey teirra hava fingið eitt barn í ár. Annað teirra, ein pápi, gjørdi av at vera heima hjá barninum [...] Stephansons Hús ella hann sjálvur liðu neyð undir fíggjarliga. Hin, ein kvinna, hevur meðan hon hevur verið við barn strálað sum ein sól. Hon hevur arbeitt fyri tvey, og hon er so inspirerandi. Hevur hon
"We at Sea" er ein tónleikalig verkætlan hjá 31 ára gomlu Rebekku Søndergaard Mortensen. Hon hevur seinastu árini framført sín tónleik við nógvum ymiskum tónleikarum, og hetta hevur Rebekka fagnað í nýggjastu [...] um relatiónir og fólk, sum hava nógv at týða fyri Rebekku. - Lagið “Waiting” snýr seg til dømis um ein, eg kenni, sum hevur kempað við angist, og sum eg helt, at eg var um at missa. Tann persónurin hevur [...] spesialið, sum fer at snúgva seg um kvinnuligar musikarar í tónleikavinnuni. Tónleikurin hevur altíð verið ein týðandi partur av lívinum hjá Rebekku Søndergaard Mortensen. Hon hevur sungið frá barnsbeini av og
stovu Men tað er jú eisini ein dagur og ein verð uttan fyri skúlan ella dagrøktina, sum Brandur higartil hevur gingið í. Í eini bygd, sum liggur oman móti sjónum og nær við ein djóraríkan Funningsfjørð, [...] pennar í. Og so er eisini ein rúgva av litblýtantum, sigur Brandur. Men taskan inniheldur eisini annað enn tað. Ein lítil lummi er frammanfyri, og í hesum lummanum liggur ein mateskja, sum enn er innballað [...] frá framleiðaranum. Á høgru síðu er enn ein lummi, har hann kann hava tímatalvuna í. Og mín sann um ikki ein lummi er á vinstru síðu eisini. Í hesum lummanum er ein fløska, har saft kann latast í, so at