Sum býráðslimur skuldi Bogi fyrr í dag ganga skrúðgongu saman við restini av býráðslimunum.
- Eg havi verið við í nøkur ár nú, og tað er ótrúliga stuttligt. Harafturat er tað ein stór æra at kunna vera við til eina slíka skrúðgongu. Tað er ein serstakliga hátíðarlig og kenslulig løta, tá stórur partur av Føroya fólki savnast á henda hátt, sigur Bogi, sum heldur, at ólavsøkan skapir eina góða tjóðskaparkenslu millum føroyingar.
Bogi hevur 5 ára gamla sonin Nóa við í býin.
- Eg fekk pengar at brúka til ólavsøkuna, so eg ætli mær í tivoli. Kanska eg eisini keypi okkurt lekkurt at eta, sigur Nóa.
Bogi hevur eitt fult skema á ólavsøku.
- Tað eru nøkur tiltøk, eg ætli mær til. Eitt nú hugsi eg at fara til Mórugøtu, sum Jákup Veyhe stendur fyri. Annars er tað nógv av tí vanliga so sum kappróður, fótbóltur og ymisk tiltøk, sum eru í býnum.
- Tað besta við ólavsøkuni er uttan iva at njóta hesar dagarnar saman við familjuni og gera ymiskt saman við henni, sigur Bogi avgjørdur.