Ein er á landleiðini og ein er norðanfyri

- Trý garnaskip eru til fiskiskap eftir svartkalva, og tey koma væntandi øll inn at landa í næstu viku

Í løtuni eru trý partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tvey pør fiska gulllaks.

Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

Av djúpvatnstrolarunum er ein á Íslandsrygginum. Teir fáa mest av toski og koma inn at landa í næstu viku.

- Tveir djúpvatnstrolarar eru í bretskum sjógvi og fiska svartkalva. Báðir koma inn at landa í næstu viku.

At enda fiskar ein frystitrolari svartkalva í føroyskum sjógvi.

Um smáu trolbátarnar verður sagt soleiðis:

- Ein er á landleiðini og fær mest av flatfiski og toski. Ein er norðanfyri og fær tosk, hýsu og so nakað av flatfiski.

Báðir trolbátarnir koma inn at landa í næstu viku. 

Lagt verður aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.

- Væntandi landa øll garnaskipini í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.