Í farna mánaði kærdi sonur John Petersen viðferðina familjan hevur fingið av løgregluni í sambandi við neyðtøkumálið ímóti John Petersen, og nú hevur miðlingadóttirin eisini kært. Hon hevur sum tann einasti [...] einasti í húskinum hjá John Petersen verið til avhoyringar í sambandi við málið. Sambært henni vóru avhoyringarnar ikki hissini mjúkar. Endamálið við kæruni er, at løgreglumenninir, sum stóðu fyri avhoyringunum [...] teir vildu sær. Hon var bangin og heilt vís í, at hon var handtikin, soleiðis sum teir bóru seg at. Sambært kæruni trúttaðu løgreglumenninir undir avhoyringunum í tríggjar tímar, at pápin hevði forbrotið
Stjørnan-VÍF 21-32 (9-16) Tað kom eitt sindur av spenningi aftur í landskappingina í kvinnuhondbólti leygardagin. VÍF var í Klaksvík og vitjaði og Stjørnuna og tær gjørdu ikki mætari enn at vinna dystin [...] Karl, sum leggur afturat, at tey í Klaksvík annars ikki hava verið so vís í meistaraheitinum, sum bløðini hava verið tað. Hann heldur nevniliga, at bløðini bæði hava gjørt í meira lagið av, tí at Stjørnan [...] var munurin upp til Stjørnuna heili seks stig, og tað hevði nokk verið í meira lagi. ? Nú hava vit fingið eitt sindur av spenningi í kappingina, og sjálvt um tað merkir, at vit máttu leggja rygg til eitt
Johannesen var ikki við á liðnum hjá AGF. Nú fara superligaspælararnir í vetrarfrí, og teir leggja ikki til brots aftur fyrr enn í mars mánaði í næsta ártúsundi. [...] Mads Westh, kundi stúta bóltin í málið. Mads Westh spælir vanliga á unglingaliðnum hjá FCK, men royndi seg fyri fyrstu ferð í superliguni sunnudagin. Todi gjørdi sigurmálið Í seinna hálvleiki tók FCK meira [...] var eftir at spæla fór Peter Lassen í gongd. Hann skoraði tríggjar ferðir eftir átta minuttir, og so nyttaði tað lítið, at AGF gjørdi eitt mál í seinast minuttinum í dystinum. Tað málið skoraði toppskjúttin
raksturin av barnaansingini til kommununar pr. 1 januar ár 2000 verður verðuleiki, so fær Klaksvíkar Kommuna góðar 3. Mió í sín part. Men so skal eisini havast í huga, at kommunan av hesum peningi skal gjalda [...] verandi læknum nøktandi. Viðvíkjandi barnaansing, so er støðan í Klaksvík tann, at á bíðilista standa umleið 140 børn. Hesi býta seg soleiðis í aldursbólkar : 0-3 ár 90 børn, 3-7 ár 34 børn og 7-9 ár 15 børn [...] 2000 Klaksvíkar Kommuna dagfest 26. November 1999. Fyrst má eg koma við eini rættleiðing til tíðindini í Útvarp Føroya um at samgongan hevur sett 3. Mió av til Læknamiðstøð, sum sæst á omanfyrinevndu talvu
Jacobsens virðisløn. Fyri "Skip í eygsjón" fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs umframt, at hon vann 1. virðisløn í eini søgukapping. Avgjørt í januar Hini ellivu, sum eru í uppskoti til Norðurlendsku [...] um at fáa Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins næsta ár. Oddvør er í uppskoti fyri bókina "Í morgin er aftur ein dagur", sum kom út í fjør. - Hetta er avgjørt ein stórur heiður, men eg rokni ikki við, [...] tær sosialu og søguligu rembingarnar verða beinleiðis brúktar í søgugongdini, sum byrjar í 1901 og endar í 1940, tá ið Føroyar verða hersettar. Bæði embætismenn og føroyskir politikarar trína fram á pallin
Klaksvík var filmsbýur tvey vikuskifti í november mánaði, tá upptøkurnar til nýggja bandið vóru gjørdar ymsastaðni í býnum. Studio Pegasus, sum vanliga er ljóðstudio, var í nakrar dagar umskapað til filmstudio [...] upptøkurnar í kassan. ? Nógvar av upptøkunum vóru lagdar til rættis so hvørt. Onkur, sum skuldi verða við, varð uppringdur í døgurðatímanum og var klárur til upptøkurnar tveir tímar seinni. Tað er í grundini [...] Eyðun Klakkstein Vera hon er well. Helst fara hesi orðini at hoyrast aftur seinni í ár, Vera er partur av nýggjari barnaútgávu, sum ikki bara heldur seg til skeringarnar á fløguni. »Kular Røtur«, sum nýggja
november mánaða í 1960 arbeitt hjá Braun í Danmark. Hann hevur verið við til at byggja fyritøkuna upp frá ongum og til tað, hon er í dag. 9. juni í ár fekk hann sekkin, og fyri einum góðum mánaði síðani var [...] hjá mær verður 29. februar næsta ár, og tað er í sama ári, sum eg kundi havt 40 ára jubileum í fyritøkuni. Tað er í november mánaði, men nú kvetti leiðslan í fyritøkuni høvdið av mær beint undan hesum, og [...] ársbyrjan í ár var Braun lagt saman við Gillette, sum hevur átt Braun síðani 1967. Nýggj leiðsla kom í Danmark, sum nú hýsir høvuðsskrivstovuni hjá nýggja Gillette Group í Norðurlondum. Og 9. juni í ár hevði
okkum inni í hvør sínum kassa. Vit noyðast at samstarva fyri at koma víðari á leiðini, sigur Macoun. Í dag eru tíggju United World College í heiminum. Tríggir skúlar eru í Europa; ein í Wales, ein í Italia [...] fingið hendan møguleikan, og at eg fór avstað. Birita gekk í fyrsta flokki á studentaskúlanum í Hoydølum, tá hon frætti um altjóða studentaskúlan í Fjaler. Nicolina gekk á Kambsdali, og helt, at hetta var [...] Birita vóru í iva um, hvussu mundi fara at gangast at tosa enskt, tí hvørgin teirra hava lært meir enn tað øll gera sum eru komin inn á studenaskúla í Føroyum. ? Tað var bara at kasta seg út í tað, sigur
at hevna tapið, sum teimum var fyri í Klaksvík. Undir upphitingini hevði stóri maðurin í Sørvági, Jón Nielsen, bankað bóltarnar í gólvið, og hesum helt hann á við í fyrsta setti. Hann vann so at siga tað [...] vann Mjølni ruddiliga og tað sama gjørdu teir í stóra javnbrótaranum, til seinast í dystinum. Hann endaði 15-11 og fyrsti sigurin hjá Mjølni í longri tíð var í hús. Hjá teimum var sjálvsagt stór frøi, men [...] og fyri einum mánaði síðani, var mótstøðuliðið SÍ. Tungir í byrjanini Hóast tað um síður aftur eydnaðist Mjølni at vinna ein landskappingardyst, so var tað ikki nógv, sum bar á tað borðið í byrjanini. Sørvingar
HB, har eg leikti í 1993, áðrenn eg í 94 fór til Sørvágs at vera venjari. ? Eftir hetta fór eg á elituvenjaraskúla í Aalborg í eitt ár, og heimafturkomin var eg í tríggjar mánaðir í HB. Tá fekk eg so tilboð [...] eg so at síggja í januar mánaði, um nakað verður. Hvussu er annars við pengum í felagnum. Sjálvur arbeiðir tú hálva tíð, og hvussu er við leik?arunum? ? Ja, eg eri sjálvur hálva tíð í felagnum, og leikararnir [...] fyrsta lið HB í 1982, og leikti so við teimum fram til 1985, tá Jóannes Jacobsen og eg fóru til Noregs at royna okkum í næstbestu deildini. ? Eftir eitt ár í Noreg fór eg aftur til HB, áðrenn eg í 1988 fór