Á býráðsfundið mánakvøldið tann 29 november var fíggjarætlan ár 2000 til viðgerðar, tvey uppskot vóru at taka støðu til, samgongan hevði eitt uppskot og andstøðan hevði eitt alternativt uppskot. Atkvøtt var fyri hvørjari grein sær ið andstøðan hevði skotið upp, og tað var ikki sørt hugvekjandi at síggja at uppskot um økta barnaansing og øking av sosialu deild á býráðnum vóru feld av samgongumeirilutanum, uppskot um at bøta um við-urskiftini hjá kommunulæknunum fekk somu lagnu.
Nógvar av teim stóru íløgunum vóru vit samd um tó vóru ávísir munir, eg vil her bert vísa á nakrar av hesum munum:
sí talvuna
Kelda: Fíggjarætlan ár 2000 Klaksvíkar Kommuna dagfest 26. November 1999.
Fyrst má eg koma við eini rættleiðing til tíðindini í Útvarp Føroya um at samgongan hevur sett 3. Mió av til Læknamiðstøð, sum sæst á omanfyrinevndu talvu, so er upphæddin 500.000 krónur. Andstøðan helt at henda upphædd ferð ikki at geva nakrar bøttar umstøður, allarhelst røkka tær bert til ný/umprojektering og tí kann henda íløga bíða eitt ár og ístaðin skutu vit upp at nýta pening til at gera umstøðurnar hjá verandi læknum nøktandi.
Viðvíkjandi barnaansing, so er støðan í Klaksvík tann, at á bíðilista standa umleið 140 børn. Hesi býta seg soleiðis í aldursbólkar : 0-3 ár 90 børn, 3-7 ár 34 børn og 7-9 ár 15 børn. Orsøkin til, at børn 7-9 ár eru tikin við er, at bæði Mylnuhúsið og Dagrøktin hava pláss til henda aldursbólk.
Um uppskot Landsstýrisins at leggja út umsitingina og raksturin av barnaansingini til kommununar pr. 1 januar ár 2000 verður verðuleiki, so fær Klaksvíkar Kommuna góðar 3. Mió í sín part. Men so skal eisini havast í huga, at kommunan av hesum peningi skal gjalda 70% av útreiðslunum til ansing og hartil skal seta fólk til at umsita økið, so kunnu vit gita hvussu nógvar peningur verður eftir til øking av ansingarplássum í ár 2000, eg vil meta at umleið eini 1,2 mió verða eftir til sjálva ansingina.
Tí vildi andstøðan prioritera ørðvísi, omanfyrinevnda upphædd er alt ov lítið at nýta til at loysa henda trupuleika , tí settu vit pening av til umsiting og 1. Mió aftrat peninginum frá landinum til nýggja barnaansing. At hetta er nokk halda vit heldur ikki, men 2,5 mió hjálpa meir enn 1,2. Henda upphædd halda vit er minstamark ein kann játta til ansing komandi ár, um vit skulu kunna siga at vit arbeiða miðvíst fyri at loysa trupuleikan.
Við at økja sosialu deild høvdu vit eisini fingu orku til at sett ein felags bíðilista á stovn, hetta er alneyðugt um nøktandi stýring av økinum skal vera og ikki minst nøktandi tænastustøðið til foreldrini. Hetta er ikki kritikkur av nøkrum stovnið, men at brúkarnir bert skulu venda sær eitt stað og at øll pláss eru í eini samlaðari pulju er best fyri allar partar.
At tað er ein partur av kvinnunum ið kommununi ið ynskja at sleppa út á arbeiðsmarknaðin , og tað kann ein vænta við 140 børnum á bíðilista, og verða forðaðar í hesum vegna vantandi ansingarpláss er at gera mismun millum kynini ? eins og tað rakar tær og kommununa fíggjarliga. Tí vildi økt barnaansing verið ein íløga ið loysti seg - eisini fyri Klaksvíkar Kommunu. Tað var henda mismun ið andstøðan vildi royna at fáa av vegnum við uppskotinum um økta barnaansing, men soleiðis ynskti samgongan tað ikki.
Eyðgunn Samuelsen býráðslimur