HM-undankappingin: Haaland bjargaði Noregi sigurin í Estlandi

Wales vendi 0-3 til 3-3, men tapti 3-4 fyri Belgia

Við 42. landsliðsmálinum hjá Erlingi Braut Haaland helt Noreg HM-kósina í HM-undankappingarbólki I. Tað eina málið hjá Haaland móti Estlandi í Talinn var nóg mikið til at tryggja Noreg sigurin, og harvið fult stigatal aftaná fýra dystir. Í sama bólkinum kom Italia á sigurslóðina við einum 2-0 heimasigri á Moldova. Tað sveið fríggjakvøldið hjá italiumonnum at tapa 0-3 fyri Noregi. 

 

Estland-Noreg 0-1 (0-0)

0-1 Erling B. Haaland ('62 )

 

Italia-Moldova 2-0 (1-0)

1-0 Giacomo Raspadori ('40 )

2-0 Andrea Cambiaso ('50 )

 

Noreg er fremst við 12 stigum fyri fýra dystir. Ísrael hevur seks stig fyri tríggjar dystir, og Italia hevur trý stig fyri tveir dystir. Estland hevur trý stig fyri fýra dystir, og Moldova er aftast við ongum stigi fyri tríggjar dystir. 

 

Í bólki J megnaði Wales á útivølli móti Belgia at venda 0-3 til javnleik 3-3, men móti dystarenda tryggjaði Kevin De Bruyne Belgia ein 4-3 heimasigur. Í sama bólki vann Norðurmakedonia á útivølli 1-0 á Kasakstan. 

 

Belgia-Wales 4-3 (3-1)

1-0 Romelu Lukaku, br. ('15 )

2-0 Youri Tielemans ('19 )

3-0 Jeremy Doku ('27 )

3-1 Harry Wilson, br. ('45 )

3-2 Sorba Thomas ('51 )

3-3 Brennan Johnson ('70 )

4-3 Kevin De Bruyne ('88 )

 

Kasakstan-Norðurmakedonia 0-1 (0-1)

0-1 Aleksandar Trajkovski ('33 )

 

Norðurmakedonia er fremst í bólkinum við átta stigum fyri fýra dystir. Wales hevur sjey stig fyri fýra dystir, og Belgia hevur fýra stig fyri tveir dystir. Kasakstan hevur trý stig fyri tríggjar dystir, og Liktinstein er aftast við ongum stigi aftaná tríggjar dystir.