í vár. Og nú ásannar stjórin, at møguleikarnir at byggja út eru við at tømast. - Eg ivist í um SMS kann gerast stórt størri enn tað er nú. Tað er í hvussu so er ikki nakað, vit hugsa um nú. Nú ræður um [...] Sølumiðstøðin nú er vorðin, fer lokka fleiri viðskiftafólk niðan í SMS. - Vit hava ikki sum so sett okkum nakað mál fyri, hvussu nógv fólk, vit vilja hava í SMS. Men vit vænta avgjørt at fáa fleiri fólk. - Sum [...] keypa, fer at økjast munandi, nú útbyggingin er liðug, sigur Niels Mortensen. Tað eru ikki bara handlarnir, sum skulu styrkja grundarlagið undir SMS. Viðskiftafólkini skulu eisini hava umstøður at sleppa
játtaði Løgtingið fýra milliónir krónur til hesar kanningarnar. Men nú er niðurstøðan, at tað er ikki heimild til at krevja, at fólk skulu sjálvi rinda fyri kanningina yvirhøvur, og tískil verður neyðugt [...] Nú má Løgtingið játta meiri pengar, so at øll, sum koma til Føroyar, framhaldandi kunnu vera kannað fyri korona. Myndugleikarnir hava gjørt av, at øll, sum koma til Føroyar, skulu kannast fyri korona. [...] tikin til, hvussu farast skal fram eftir hetta. Í hesum sambandi verður mett, at tað koma umleið 5.000 fólk til Føroya um vikuna, men børn, sum eru yngri enn 12 ár, sleppa undan at lata seg kanna. Landsstý
Trygdin er í hásæti, tá ið landsdystir eru á Tórsvølli. Einki undantak er í kvøld, nú Norðurírland er á vitjan. Løgregla, sløkkilið og sjúkrabilar eru til staðar, men ábyrgdini av trygdini á sjálva le [...] vænta, at tað vera einir 150-200 norðurírskir áskoðarar á Tórsvølli í kvøld. Tað er eitt friðarligt fólk, men teir halda nógvan gang og fáa helst eisini okkurt drekkandi niðurum, sigur innsatsleiðarin og [...] og vísir á, at útiáskoðararnir sita atskildir frá teimum føroysku fyri at fyribyrgja ósemjum. Nú góðan hálvan tíma undan dystinum, hava eingir trupulleikar verið. Martin Berg sigur, at tað vanliga plagar
"Vælskapt brek" kom út í september í fjør, og siga stigtakararnir, at seldar eru umleið 1600-1700 fløgur. Nú er peningurin gjørdur upp, og verður 20 ára føðingadagurin hjá MBF í dag nýttur sum høvi til gávuhandanina [...] fitta peningagávu í øllum førum eftir søluni at døma. ? Vit hava møtt ógvuliga nógvari vælvild, og fólk hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum, sigur Hilmar Jan Hansen, sum er ein av limunum í áhugabólkinum [...] barnadeildina á Landssjúkrahúsinum áljóðandi 15.000 krónur bert fyri sølu av plakatum. Faldari næsta stigið Nú hesin kapitullin er yvirstaðin, er næsta punktið á skránni at fáa gjørt ein faldara við vegleiðing
felagsskapinum skulu londini vera sjálvstøðug og javnsett. ?Føroya Løgting skal vera hægsti myndugleiki í Føroyum. ?Føroyingar og danir skulu hava full rættindi hvør hjá øðrum. ?Vit skulu hava egna rættarskipan [...] fram, at vit skulu hava sjálvstýri. Heimastýrislógin dugur ikki, hava tit sagt í nógv ár. Og tit hava lagt fram nøkur stevnumið um, hvat gerast skal. Høvuðsstevnumiðini eru hesi: ?Vit skulu gera ein nýggjan [...] tykkara ynskjum sum ikki er við, er, at vit skulu verða verandi undir donskum yvirvaldi. Men hesum ynski ber ikki til at eftirlíka, tí tit siga eisini, at Føroyar skulu vera eitt ?sjálvstøðugt land?. Og fortreytin
at um ein leikbólkur sum Gríma vil hava fólk at koma til sýningarnar, mugu leikirnir onkursvegna vera ein spegil av samfelagnum ella tí einkulta persóninum sum nú einaferð situr í salinum. Danskt sjónleikarlív [...] venda aftur til stívt gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg [...] sandingar, at teir fóru at hyggja at ?komediu?, og komu grátandi heim aftur av leikinum, og hetta eru fólk sum hava eina sjónleikatradisjón, ið er umleið 110 ára gomul. Tey, sum hava alla æru uppiborna, eru
skipsrukkur og bygdarfrell, so hava vit hóast alt góðtikið og virt hvønn annan nøkulunda. Men nú er vorðið galið. Nú kanst tú ikki kalla teg rættan mann, um tú ikki gongur á odda í at niðra og enntá útihýsa [...] nýggju starvsnevndarsamtyktina hjá Javnaðarflokkinum. Tískil skal tað vera mín vón, at ikki minst fólk úr okkara flokki fara at stuðla frálíka tiltakinum. 2015 ella 1715 Poul Michelsen, løgtingsmaður, [...] herfyri fram, at stendur hendan gongdin við, er lítið virði í at halda fram við tosinum um, at Føroyar skulu vera millum heimsins bestu lond í 2015. Hesum eri eg púra samdur við honum í. Tað er lítil møguleiki
fuglfirðingar Stevnutíð er summartíð. Longsti dagur er farin afturum - Jóansvøkuhald og -bál hava verið. Nú er so tíðin komin til at halda Varmakeldustevnu í Fuglafirði; fyri seinastu ferð í 1900-talinum. Vit [...] bygningur, ella hetta økið kann nýtast til onnur vinnufremjandi endamál. Tað er gleðiligt; ikki minst nú vit halda altjóða eldraár, at hava tikið eitt stásiligt hús í nýtslu til sambýli fyri eldri og óhjálpnar [...] Goymsluplássið hjá Fuglafjarðar Bókasavnið verður víðkað. Pláss er funnið at seta Høvdahúsini á, ið skulu vera karmur um virksemið hjá fornminnisfelagnum. Farið verður undir at projektera tilbygning til skúlan
eg bera fram á torg hjartamál og raðfestingar, sum skulu mynda meg í politiskum hylki. ”Seinar eru einar hendur”, sigur tíðarleysa orðatakið - vit skulu lyfta í felag. Kumpassin er rættað, og okkara stevnumið [...] norðri úr Ennibergi, suður til Akraberg. Vesturi úr Mykines og eystur til Fugloynna. Í hópinum telist nú royndi og úrslitshorvandi politikarin, Kristin Michelsen, sum fyndigur hevur ført vælhilnað politisk [...] munagóð polititisk tøk. Rimmarfastar, sum Báradrangur, fara vit í holtur við loysningar fyri land og fólk. Bera tit eitthvørt fyri brostið vilja vit fegnir hoyra. Við framburðs heilsan, Andrias Jacobsen –
Álvur Haraldsen Tað eru nøkur ting, sum fáa arbeiðsdagin at ganga skjótari. Millum annað eru tað nógv fólk, sum allan dagin hava útvarpstólið tendrað og á henda hátt royna at fáa tíðina at ganga eitt sindur [...] um oyrini og bíða eftir, at tíðindakvinnan skal gerast liðug við at lesa tíðindini og siga frá, at nú er Nón á skránni. Tá ið hetta er gjørt, kemur eyðkennislagið hjá Nón í hátalaran, og so tekur Teodor [...] sending, sum eisini fer víða um í landinum, krevur sjálvsagt nógva arbeiðsmegi. Vanliga eru tey fimm fólk, sum nærum øll burturav fáast við at gera Nón. Programfólkini eru tey somu hvørja ferð, Theodor Olsen