tað vóru mong, sum ivaðust í, hvussu skilagott tað var at keypa Smyril. ?Tað vóru nógv sum hildu, at tað var tann reini, blanki ørskapur at keypa eina flatbotnaða ferju, sum var smíða til at sigla á donskum [...] eina bilinum, sum stóð á dekkinum, og hann fyltist við sjógvi. ? Býttir, sum vit vóru, fóru Frederik Højsted og eg út á dekkið at royna at bjarga, tí sum eftir var av flamingoplátum. ? Fyri at bjarga mátti [...] var ikki sørt at bangilsi var farið at breiða seg í teimum, sum bíðaðu á tvørakei, tí Smyril kom ikki fram. Og aftaná tann túrin vóru tað summi ferðafólk, sum vóru við, sum svóru uppá, at Smyril mundi gingið
tá Fernando fer at greiða frá. Hann er so opinskáraður, at tulkurin aftan á segði mær, at hann øtaðist við, at Fernando tordi at sita soleiðis og siga fremmandafólki frá, hvussu hann at kalla livdi av stuldri [...] verða tann, sum er orsøkin til, at allir missa tilverugrundarlagið so at siga. Men hetta heldur tó ikki fólki frá at skava til sín, sigur Fernando. Støðan er so vónleys hjá teimum flestu, at tey taka kjansin [...] Fernando greiðir frá, at fólk arbeiða undir umstøðum, sum liggja tætt at mannarættindabrotum. Í Føroyum høvdu vit ivaleyst hildið, at langt síðan varð farið um tað markið, sum definerar mannarættindi
nevnliga soleiðis, at Kyndil streyk avstað frá gestunum, beinan vegin sum dysturin byrjaði. Einki bar til hjá teimum gulu, sum satt at siga ikki fingu fótin fastan. Verjan hjá Kyndli riggaði so at sgia perfekt [...] Kyndil hevði tó munin so at siga alla tíðina, men VÍF leikararnir góvu ongantíð skarvin yvir. Tá 5 minuttir vóru eftir at leika, stóð á jøvnum 22-22, og hóast Kyndil megnaði at toga seg eini 2 mál framum [...] ið. Hesu ferðina var tó líkt til, at tað endiliga skuldi eydnast teimum at fáa sigurin til høldar, men lagnan vildi tað øðrvísi, og um onkur av leikarunum er farin at tosa um gand og líknandi, so er hetta
ferð við at varðveita »Gamla Handil« og »Neystið« í Runavík. Við at vitja tey nevndu fornminnastøðini og -bygningarnar kann tann vitjandi so at siga hoyra gomlu tíðina siga hoyra gomlu tíðina siga frá - ja [...] ár á baki. Endamálið hevur verið at varðveitt seinastu sluppina í Eysturoy sum eitt sjógripasavn. Hetta hevur eydnast hampuliga væl. Skipið er restaurerað soleiðis, at tað eisini kann nýtast til ymisk [...] í uml. 3 ár, vrð byrjað í smáum at hava ymisk tiltøk umborð. Ymsar siðsøguligar framsýningar og fyrilestrar eyðkendu 80-árini. Eftir at ungdómsbólkurin Tónasjón fór at virka í 90-árunum, eru mentanartiltøkini
longur hvør frá øðrum enn, at tað saktans átti at borið til at gjørt semju um eina felags støðu. Men hví er henda semja so ikki gjørd? Hvat er tað sum skilir partarnar? Jú tað er, at meðan Sambands- og Jav [...] ríkisfelagsskapin. Meina teir tað í álvara tá teir siga, at vit skulu samstarva við Danmark sum javnbjóðis partur, so noyðast teir at ganga frá kravinum um, at vit framhaldandi skulu vera partur av tí danska [...] donskum valdi. Afturfyri eigur samgongan at ganga við til eina skipan sum gevur fulla vissu fyri, at vit framhaldandi fara at hava tætt samband við Danmark eftir at vit hava fingið fullveldi. Karmurin um
prosent siga, at tey eru sera væl nøgd og eingin, sum er spurdur sigur, at hann er illa nøgdur. Kortini eiga tey, sum vara av ferðavinnuni at hava í huga, at næstan tíggju prosent svara, at tey halda at nokk [...] tey at koma aftur. Heldur halda tey, at føroyingar eiga at skapa sær eitt »image«, sum kann draga ævintýrhugað fólk higar til lands, sum ikki hava verið her fyrr. Samstundis halda tey, at vit eiga at seta [...] merkja longu nú, at tað er trupult at útvega seingjapláss, sigur Magni, sum heldur, at tað kann gerast ein stórur trupulleiki tá samanumkemur. Fá koma aftur Hóast kanningin vísir, at tey, sum koma til landið
kongaríkið. Kanska onkur nú kemur til hugs, at fiskiríkidømi var fólksins ogn. Jú, tað var tað, og vit vóru nakrir, sum trúðu, at tað skuldi bera til. Men so komu aðrir, sum hilda, at fólksins ogn best [...] umsitin av ?dugnaligum? vinnulívsmonnum. Onki at siga til, at Røkke og aðrir nú liggja framvið. Teir tevja pengar. Óførar gávur, sum nøkur fáa fyri einki, og sum síðan kunna innkassera miljónaupphæddir uppá [...] Dagblaðnum mánadagin, at nú eru nakrar áhugaverdar ætlanir á borðinum um at fiska svartkljaft til matna. Og tað er vissiliga áhugavert. Men so hevur hann peikifingurin á lofti og ávarar ímóti, at vit ikki enda
mundið sum murran. Um Bockelson er at siga, at hann var ungur, vakur, tungusnjallur og hevði kvinnutekki. Hann hevði sostatt allar fyritreytir fyri at gerast profetur. Vit kunnu leggja aftrat her, at Jan [...] roynt seg sum talari og verið Jan Matthys ein dyggur stuðul. Hann steig nú fram sum býarins nýggi profetur og valdsharri. Hann kunngjørdi, at løtan var komin at stovnseta túsundáraríkið, og at hann var [...] verið skeivt at sagt, at Stalin og lagsbrøður hansara sluppu at fremja sín politikk púra uttan átalu ella mótstøðu innanífrá. Kommunisturin Martemian Rjutin var helst tann, sum harðligast fanst at tí politikki
upplagt og sjálvsagt, at skúlin eigur at fáa fíggjarligar møguleikar fyri at bjóða arbeiðsmarknaðarútbúgvingar sum endurbúgvingartilboð. Verður hetta ikki gjørt, so dugi eg ikki at síggja, hvussu man annars [...] endurbúgving , sum t.d. við at havt styrkt ALV-skúlan og givið honum møguleikar fyri at økt um tilboðini um endurbúgving, metir Hans Pauli Strøm. Ongan góðan Hans Pauli metir, at tað tykist, sum eigur skúlin [...] líkjast mest eini herferð, íð miðjar eftir at taka beinini undan einum góðum og vælvirkandi skúla, sum ongan góðan tykist at eiga. Tað mest harmiliga er, at alt tað innihaldsliga í skúlanum, alt hansara
men sum hann eftir øllum at døma er ov lítið at sær komin til at broyta. Skakandi Annað og mest skakandi er, at allir Føroya ráðharrar og allir teirra tingmenn uttan minsta fyrilit bara fylgja, sum fyri [...] hetta duldarmál at siga. Jú ? okkurt orakulsvar kom frá tingsins røðarapalli, sum eingin skilti og eingin dugdi útleggja, og hatta við samanlegging endaði jú, sum tað endaði, ófyrireikað sum tað var ? spell [...] hending sanniliga verið funnin fressur. Farið er farið ? ella ? Nú heldur onkur, at farið er farið, og at tað einkið nyttar at blíva við at grenja upp í saman, eins og Arnstein og Signar báðir ? leggja summi