Johannessen Undirritaði skal bert gera vart við nøkur fundamental ting, ið veljarin eigur at hava í huga, nú man aftur skal til at taka støðu til hvørt valevni er best skikað til at koma á løgting. Eg havi í [...] gera nakað munagott við flutningsstuðulin til og frá oynni, tí tað er alt avgerandi fyri, um vit skulu kunnu yvirliva ella ikki, men til fánítis, uttan undantak. Neyvan hevur nøkur bygd eftur fólkatalinum [...] eigur at verða sett trýst á tingmennirnir frá lokalbefólkninginum og lokalfeløgunum at tingmennirnir skulu arbeiða saman »tað hava teir ikki gjørt« soleiðis at nøkur ítøkilig úrslit spyrjast burturúr, uttan
norska ríkiskassanum, sigur ráðharrin. Skulu kanna sjófuglin Landsfelagið hjá norskum oljuvinnufyritøkum hevur nú játtað 700.000 krónur til kanningar, sum skulu skráseta sjófugl. Náttúrugranskingarstovnurin [...] strondini ein góðan summardag, men hagtølini vísa, at tað kann eisini vera vandamikið. Í fjør druknaðu 18 fólk, sum vóru farin at svimja fram við donsku strondini. Fyri tveimum árum síðani var talið ellivu, og [...] heimin, er nóg mikið av olju til tey næstu 41 árini, um framleiðslan verður hildin á sama stigi sum nú. Fyri tjúgu árum síðani varð hildið, at nóg mikið var av olju til tey næstu 29 árini, men tey seinastu
og Dansk Tipstjeneste, so føroyski ágóðin nú er tengdur at, hvussu nógv verður spælt fyri í Føroyum, sigur Torfinn Højgaard. ? Serliga fegnast vit um, at fólk hava tikið so væl ímóti skavispølunum, sum [...] at hesin peningur kemur sera væl við. ? Ja, henda upphæddin kemur á eitt sera turt stað, men vit skulu nokk fáa brúkt hetta skilagott. Vit hava ein býtislykil, ið gevur sersambondunum hvør sína upphædd [...] Heðin Mortensen. ? Sum vanligt, fer nógv av hesum at síggjast aftur í landsliðsarbeiði og øðrum, eitt nú Oyggjaleikunum í Hetlandi næsta summar. Einki av hesum peninginum fer til umsiting, men alt til ítrótt
uppskot forsætisráðharrans um at leggja 21 jødiskar niðursetubygdir Gaza-geiran-um niður. Hinvegin skulu bara fýra niðursetubygdir á Vestara Áarbakka takast niður. Í einari kanning hjá blaðnum Yedioth Aharonoth [...] og 42 prosent siga ja. Likud-flokkurin hjá Sharon hevur 270.000 skrásettar limir, og sunnudagin skulu teir taka støðu til ætlanina hjá forsætisráðharranum. Í einari útvarpssamrøðu í gjár segði Sharon [...] Svøríkis Svenska stjórnin ætlaði at seta serligar tillagingarreglur fyri eysturevropearar í gildi, nú londini eystanfyri koma upp í ES í morgin, men tað vil Ríkisdagurin ikki. Tá atkvøtt varð um málið
hvussu teir skulu stýra landi sínum. Fremsta ráðið, ið føroysk fólkatingsumboð eiga at geva, er at danska stjórnin skal taka upp ein nýggjan føroyapolitikk. Tann politikkur, danska stjórnin rekur nú, er ikki [...] Túsundavís av føroyingum hava verið noyddir at fara heimanífrá og liva í útisetu millum fremmand fólk og síggja børn síni vaksa upp og tosa eitt fremmant mál. So gott sum hvørt føroyskt húski hevur verið [...] dønum nakað, sum er nógv minni, nevnliga ta íslendsku loysnina frá 1918, so vit fáa eitt útgjald her og nú sum er so stórt, at renturnar av tí svara til tað sum vit í løtuni fáa sum ríkisveiting. Tíverri fyri
luftskifti og ov nógv CO2 (koltvísýrni). Soleiðis ljóðaðu boðini frá Arbeiðseftirlitinum, eftir at fólk frá stovnunum høvdu gjørt kanningar í Studentaskúlanum og HF-Skeiðinum í Hoydølum fyri góðum tveimum [...] tið hevur givið Studentaskúlanum boð um at koma við einari arbeiðsætlan fyri, hvussu umstøðurnar skulu betrast, men hesa hava teir, sambært Karl Joensen, ikki fingið enn. Arbeiðseftirlitið kann í ringasta [...] fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 stendur eisini, at ætlanin við at umbyggja verandi skúla í Hoydølum nú er endalig slept. Orsøkin er, at tann verkætlanin vildi verið alt ov kostnaðarmikil. Ístaðin eru pengar
kanska eitt sindur ótolnar. Hetta er eitt sindur komiskt, hóast alt. Tvey fólk í einum bili, sum stendur og bíðar eftir, at ljósini skulu skifta til grønt, meðan ongin annar bilur er at hóma í nær námind. Hvørjum [...] landi, steðga vit. Øll kenna vit hetta at standa og trippa, meðan bíðað verður eftir, at ljósini skulu skifta. Og vanligt er eisini, at ein so situr og eygleiðir allar hinar bilarnar, sum koyra framvið [...] Hvørjum bíða vit eftir? Vit bíða eftir, at ljósið skal gerast grønt. Løtan byrjar at tykjast drúgv nú, og tað er ikki frítt, at ein hevur hug at kenna seg eitt sindur býttan, sum vit sita. Vit byrja at
alla tíðina havi verið sera tætt uppá tað, ið er farið fram, kann ikki annað enn undrast yvir, at fólk, ið hava hoyrt til flokkin næstan alt sítt lív, ikki hava fingið eyguni upp fyri hesum sjónleiki. [...] í Suðurstreym gera uppskot til nýggjan bygna, har flokkurin fekk ein formann, á sama hátt sum eitt nú Javnaðarflokkurin, og at hesin formaður eisini skuldi gerast løgmansevni floksins. Tá vit høvdu gjørt [...] ári. Grundgevingarnar frá teimum ymisku valdømunum var, at tað vildi gera landsfundin meiri áhugaðan. Nú Sámal Petur í Grund bjóðaði Helenu av aftur til formansvalið seinasta heyst, so kann ikki loynast,
Gamla Meiarínum, har Gríma vanliga spælir sínar leikir. Talan er tó bert um tvær sýningar. Tískil skulu fólk gera sær greitt, at tað er avmarka atgongd. Tann fyrra sýningin verður leygardagin kl. 18.00 og [...] sunnudagin kl. 16.00. Væl vitjaður sjónleikur Sjónleikurin "Seymistovan" hevur verið spældur á Strondum nú í góðar tríggjar vikur. Frumsýning var 2. páskadag og samanlagt hava 10 sýningar verið. Áskoðararnir [...] Eisini sangir og yrkingar eru uppfrískað til hesa framførsluna. So tey, sum sóu sjónleikin í 1978, skulu ikki vera vís í at tey kenna alla leikgongdina aftur. 7 ár síðani seinasta sjónleik á Strondum Stranda
kunnu markera, at tað nú einaferð er nakað serligt at vit skjótt skulu skifta ártúsund. Hetta at síggja tað seinasta innan klædnamótan hevur altíð verið nakað, sum hugtekur fólk, og tískil er ikki annað [...] handlarnar, so verða tað føroysku handilsfólkini, sum gera av, hvørjum klæðum tey ymsu modellini skulu ganga í. Eftir tí, sum vit hava frætt, so verður talan um nógv kend merki innan klædnamótan, so á [...] síggja, at mótin inn í næstu øld verður sera einfaldur og ljósur. Hetta fyri líka sum at markera, at vit nú byrja upp á eina nýggja tíð, har vit fara ódálkað inn. Listin við sýndu merkjunum er sera langur, so