HugleiÐing
Solby A. Eliasen/Ingrid Bjarnastein
Vit eru á veg til Viðareiðis í arbeiðsørindum og koyra gjøgnum Depil og Norðdepil á Borðoynni. Høgrumegin okkum liggur Hvannasund á Viðoynni. Vit práta um, hvussu tað man vera at búgva á bygd og munin millum tey smáu plássini, har koyrandi er til størri pláss, og so har tað ikki er landfast.
Meðan vit koyra við hampuligari ferð, kemur nakað til sjóndar fyri framman, sum ein ikki roknar við at síggja her um leiðir, um ein ikki er kendur á staðnum. Ljóskurvar eru fyri framman.
? Vit koyra bara, her er ongin bilur, siga vit báðar við ein munn.
Ikki meir enn talað, so kemur ein bilur vinstrumegin frá og snarar móti Hvannasundi, og hvat hendir: Sjálvandi skifta ljósini til reytt og, sum rættir borgarar, ið fylgja ferðslulógini her á landi, steðga vit.
Øll kenna vit hetta at standa og trippa, meðan bíðað verður eftir, at ljósini skulu skifta. Og vanligt er eisini, at ein so situr og eygleiðir allar hinar bilarnar, sum koyra framvið, tí teirra ljós er grønt. Men her trippa vit ikki. Vit hava heldur hug at smílast við, tí her sita vit í einum gráum Toyota, og bíða eftir at kunna koyra, meðan ongin bilur er at síggja nakrastaðni. Vit hyggja upp á hvørja aðra, og smílast ? kanska eitt sindur ótolnar. Hetta er eitt sindur komiskt, hóast alt. Tvey fólk í einum bili, sum stendur og bíðar eftir, at ljósini skulu skifta til grønt, meðan ongin annar bilur er at hóma í nær námind. Hvørjum bíða vit eftir? Vit bíða eftir, at ljósið skal gerast grønt. Løtan byrjar at tykjast drúgv nú, og tað er ikki frítt, at ein hevur hug at kenna seg eitt sindur býttan, sum vit sita. Vit byrja at tosa um, hvussu ofta ein ikki hevur sitið í bili og bíðað í Klaksvík í nógvari ferðslu á posthúshorninum til dømis. Har eru ongar ljóskurvar, sjálvt um tørvurin á teimum er ovurstórur. Men tað er í umbúna
at byrja at gera eina rundkoyring har, um ikki so langa tíð. Men lat tað fara. Nú sita vit her við einastu ljóskurvarnar í Norðoyggjum ? og so eru tær í Norðdepli.
Norðdepil er ikki ein stór bygd, og her er ikki nógv ferðsla. Í øllum førum ikki at síggja til. Men onnur okkara veit at siga frá, at hon hevur sitið í bili og bíðað her, meðan heilir fýra bilar koyrdu framvið. Tað má hava verið í myldrutíð!
Vit práta um tað munnu vera mong, sum kortini koyra framvið tí reyða ljósinum, tá ongin bilur er at síggja. Tað kann tykjast ikki sørt freistandi... Bara loysa bremsuna, flyta fótin eitt sindur til høgru og skunda sær framvið ljóskurvunum. Men tað er ikki gott at vita, men tað er eisini líkamikið, tí endiliga skifta ljósini, og tey verða grøn. So fara vit víðari móti Viðareiði.
Vit tosa um, hvussu sannlíkt tað man vera, at vit verða noyddar at steðga aftur, tá vit fara inn aftur til Klaksvíkar. Vit eru samdar um, at tað helst ikki fer at henda, men um so er, so ger tað onki, tí løtan, meðan vit stóðu har, var sera hugnalig, og vit fingu eitt prát burtur úr, sum vit helst ikki høvdu havt fingið, um ljósini vóru grøn.