Hornahúsunum, eitt summarkvøld, har blaðað varð aftureftir í lívsins bók, soleiðis sum vit hava gjørt tað fimta hvørt ár síðan 1973, at síggja til glað og væl uppløgd, gamlir vinir og gamlar vinkonur, orð [...] hildnar. Vit vóru mitt í verðini, bæði í verki og í virki – alt tóktist ganga upp á stás. Tá ið tú hyggur at felagsmyndini, sum varð tikin hetta kvøldið, og hugsar aftur á løtuna hetta kvøldið, sært tú Finn standa [...] fáorðaður og álvarsamur var hann hetta kvøldið. Viðurskiftini millum Finn og meg hava verið heilt serlig hesi 35 árini. Vit gingu ikki í sama flokki í Hoydølum, vit spældu hvørki hondbólt ella fótbólt saman,
løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson [...] Fyri seks árum síðan kom Palli Dalsgaard við síni fyrru bók, sum hevði heitið "Staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði". Nú er onnur bók hansara komin út. Hon eitur “Staðanøvn innangarðs í Skálavík [...] bleiv so Palli Dalsgaard, sum átók sær uppgávuna at geva út bøkur við staðanøvnunum í Skálavík. Talan er um eina sera snøgga og væl úr hondum greidda bók við nágreiniligari frágreiðing um staðanøvn innangarðs
vit hava hús at fara til, sum hoyra til familjuna hjá konuni, ella til Víkar, har vit fýra brøður eiga barnaheimið hjá abba. Ljósu tíðina dámar mær at gera túrar til Víkar, at seta meg at skriva. Tá skrivi [...] nógvar túrar niðan í fjøllini kring Havnina um árið. Eg haldi, at tað er ein skylda, at halda likamið sunt, og eg royni at halda meg sunnan við at eta rætt, sigur Eilif Samuelsen. Nuanserað føroyskt Tað, sum [...] fóru teir til Havnar at læra á familjufyritøkuni, Dimmalætting. - Men eg slapp onkursvegna undan. Eg fór til Danmarkar at ganga á háskúla, og fór beint eftir á Haslev Seminarium at ganga, har eg fekk l
eisini alast og Ole G. Mouritsen ivast onga løtu í, at tari í framtíðini fer at gerast størri partur av okkara føðslu enn higartil. Og kanska fer tarin at bjarga okkum undan øllum lívsstílssjúkunum, ið herja [...] Tað var í samband við at professari í Biofysik við Syddansk Universitet, Ole G. Mouritsen, gav út nýggja sera spennandi bók um matmentan og vísindi. Tang – grøntsager fra havet. Evnið er tarin í sjónum [...] frá hvussu tari kann nýtast í matgerð og hví tari er so heilsugóður at eta. Er sprænfullur í mineralum, proteinum, vitaminum og so hesi feitt-evnini, sum eisini eru í fiski og ein annar granskari – føroyski
møguleikin at fara afturum aftur bara farin. Fyri Arvid byrjar tíðin av álvara at renna undan, tá mamman fær staðfest krabbamein og rýmir til summarhúsið í Jyllandi at vera í frið. Í eini roynd at krossa [...] . júst tað at doyggja, tað fataði eg, júst tað sekundið har tú heilt sikkurt veist at beint nú kemur løtan, tú altíð hevur verið bangin fyri, har tú knappliga skilur, at allir møguleikar at vera tann, [...] vildi vera, eru burturi og farnir, og at tann tú var , er tann, sum hini fara at minnast" Árið er 1989, og skelkaður varnast Arvid, at hann ikki hevur lagt til merkis, at Berlinmúrurin er fallin fyri fleiri
drongur, og droymdi einaferð um at gerast yrkisspælari, tí lá tað ræðið fyri hjá honum at sparka ein bólt elegant í netið í filminum, og siga: - Eg tori at vedda uppá, at tit ongantíð hava sæð Don Revie [...] tað ein nevnir “Faction”, t.v.s. at bókin fyri ein stóran part er fakta, men partar eru fiktión – íspunnið. David Peace hevur vart seg ímóti atfinningunum við at vísa á, at The Damned United er ikki ein ævisøga [...] førdi bæði hesi liðini til enska meistaraheitið. Nottingham Forrest førdi Clough eisini til tvey europeisk meistaraheiti, umframt fýra sigrar í Liga Cup kappingini. Tað er eisini ein andsøgn, at Clough tók
høvdu upplivað hetta. Sum so ofta er, hevði mamman trupult við at góðtaka, at maðurin ikki fór at koma aftur. Hon noyddi seg leingi at trúgva, at manningin mátti hava bjargað sær á ein ella annan hátt, og [...] giftist í 1932. Eg minnist, at árið fyri sum "Nólsoy" forlisti, høvdu teir ein samanstoyt við "Phi Phi" úr Klaksvík. Tá minnist eg, at Vilhelm pápabeiggi segði, at hann roknaði við, at hetta varð teirra síðsta [...] plagdu av koma norð. Teir høvdu okkurt at gera. Tað skuldi veltast og skerast torv. Teir ógiftu vóru verandi umborð, har nóg mikið var at gera við at landa og at rigga skipið til nýggjan túr. Manningin
sum hjá teimum var um at gera, var, at teir vildu hava rætt at brúka tempul og bønhús og tann halga talararapallin til at tosa “niðursetandi” um sín næsta. Ein merkilig trongd, at vilja spenna tað heilaga [...] enn eru feskir, bæði rátt og – satt at siga – ókristiligt at draga nettupp Wingate fram, uttan at nevna, at fyrimunir og vansar vóru við hansara ávirkan, og uttan at øna so mikið sum eitt orð um, hvørjar [...] krøv seta, og sum einki tykjast at hava við religión ella moral, í orðsins sanna og djúpa týdningi, at gera. Er endamálið kanska at krógva tann sanna og veruliga boðskapin, at gera eina lívssjón - sum er
noyða fangan at vera naknan í dagar at sláa og sparka fangan at noyða fangan at standa uppi í tímar at (látast at) kvala fangan í vatni at tvinga fangan at standa í tímar og dagar í køldum vatni at noyða fangan [...] fangan at vera leingi í kulda at stongja fangan inni í trongum kassum Eg havi roynt at geva eina hóming av hesum torturi við orðum, sum tola at koma á prent, og at loypa tað mest vamlisliga og ræðuliga [...] neokonservativu amerikonsku stjórnini. Hørð mótstøða Um Al-Libi er at siga, at hann bleiv píndur so illa, at hann at enda var fúsur at siga, hvat tað skuldi vera. Hóast hann púra einki visti um nakað samband
um staðfesti, at hetta eiga vit at gera, hóast tað merkir, at vit í eina tíð koma at dragast við hall á almennu roknskapunum. Verja tey góðu virðini Hann heitti eisini á fólk um ikki at falla í fátt. - [...] Vit mugu syrgja fyri, at so fá sum gjørligt gerast arbeiðsleys, og vit mugu syrgja fyri, at so fá sum gjørligt taka avgerð um at flyta úr Føroyum. Vit mugu við tiltøkum syrgja fyri, at grundraksturin í s [...] letur til, at øll hini eiga upptakið. Rokningin fyri gildið hjá teimum fáu hevur altíð havt lyndi til at verða send øllum hinum, sum ikki vóru við í gildinum. Eitt annað eyðkenni er gjarna tað, at tey, sum