eru heimahoyrandi í Hirtshals eru mannaðir við føroyskum sjómonnum. Hóast Malta er ein sjómansstova, so eru tað ikki bert sjómenn, sum koma til møtini, og Malta er í dag ein samkoma fyri føroyingar sum búgva [...] hølunum hjá Cosmos Trawl í »Østerhavnen«. Í ár er tað 18. árið at møtini vera hildin og verða møtini 1/7, 15/7 og 29/7 kl. 19:30. Hóast møtini serliga venda sær til sjómenn eru øll vælkomin, og áftaná møtið verður
gotlendinginum Magnus Hoffman, sum hann vann 15-9, 15-5. So væl gekk ikki hjá Jørgini Enghamar, sum í einum jøvnum og spennandi dysti mátti lúta 5-15, 17-15, 13-15 fyri Paul Bougourd av Guernsey. Ragnar Rasmussen [...] umfari móti Michael Kleist av Grønlandi 15-6, 15-10. Í triðja umfari vann Erland Poulsen á Ian Coombs-Goodfellow av Jersey í einum sera jøvnum dysti, sum endaði 15-12, 15-13 til sterkasta føroyska spælaran [...] báðar í fyrsta settinum, sum Jersey maðurin at enda vann 17-15. Í øðrum setti spældi Regin mótstøðumannin av vøllinum og vann settið so trygt sum 15-1. Tað hóvaði ikki manninum av Jersey, sum alla tíðina gekk
hátíðarhaldið; rísgreytin, ið onnur seta í samband við jólini; ja, hann býta tey eldru í Fuglafirði so kristiliga ímillum sín, hvønn mánadag í árinum? Somuleiðis verður andakt hildin hvørt mánakvøld. Og [...] fyrsta umfari fyri níggju búfólkum. Sum frálíður, tá kjallarin verður innrættaður, verður pláss fyri 15 í Vesturstovu. Eitt pláss verður til umlætting. Ikki minni enn tvær uppihaldsstovur eru í húsunum.
er skipað fyri børn úr 0 til 8 ára aldur. Talan er í fyrstu syftu um 15 børn. Farið verður undir at projektera vegin vestur í Bø, so farast kann undir arbeiðið fyrst í komandi ári. Byggisamtyktin, sum gongur [...] eitt nýtt skip komið til kommununa í ár. Hóast hesi góðu útlit eru fyri virksemi, so mugu vit tó viðganga, at vit ikki eru so nógv øðrvísi fyri enn fleiri onnur støð kring landið, tá umræður at fáa ungdómin [...] r Stevnutíð er summartíð. Longsti dagur er farin afturum - Jóansvøkuhald og -bál hava verið. Nú er so tíðin komin til at halda Varmakeldustevnu í Fuglafirði; fyri seinastu ferð í 1900-talinum. Vit, sum
hansara støði - »bert« 45,15 metrar - men síðani gekk betur, og næstu kastini vóru ávikavist 47,04 m, 47,67 m, 47,66 m, 47,27 m, og 46,97 metrar. Besta kastið hjá Kask var 45,59 metrar, so her vóru meir enn tveir
menninir júst lidnir. Teir høvdu spælt móti norsku oynni Hitra og vunnið 3-0. Settúrslitini vóru 25-21, 25-15 og 25-10. Altso ein rímiliga lættur sigur hjá føroysku monnunum, sum skundaðu sær inn aftur í býin [...] Vit fingu eitt stutt prát við Bárð Mikkelsen, sum segði, at hóast fyrsta sett var eitt sindur javnt, so hevði føroyska liðið tamarhald á støðuni allatíðina, og sigurin var lættur móti einum norskum liði [...] hjá føroysku gentunum. Tær av Cayman vóru rættiliga lágvaksnar, og tað sást aftur á vøllinum, og tá so Cayman genturnar høvdu eina rúgvu av feilum og misskiljingum, kundi tað ikki ganga øðrvísi. Nú verður
? Eg visti, at vit vóru rættiliga tættir tá vit nærkaðust málinum, men at tað skuldi gerast so tætt, hevði eg ikki droymt um, segði ein fegin Eivind Eysturoy, tá hann og Dia Jacobsen høvdu vunnið gull [...] mistu í gjárkvøldið. ? Hjá mær passaði alt sera væl í hesari kappingini, síðsta takið passaði júst so, at eg fekk sum mest burturúr, tá vit nærkaðust málinum, og tað var tað sum í síðsta enda var við at [...] mikumorgunin svam Eivind Eysturoy við bestu tíðini (26,79) og Dia Jacobsen við næstbestu tíðini (27,02), so teir lógu í finaluni á miðbanunum, 3 og 4. Í finaluni svumu teir báðir teinin upp á 26,81 sek. framman
Manningarnar savnast á Garðabrúnni klokkan 18:00 fríggjakvøldið og so verður lagt á fjørðin. Fyrst norður til Sandvíkar og hesin teinur er umleið 15 fjórðingar og tekur einar 4 tímar í góðum líkindum. Leygarmorgunin [...] tikin aftaná. Veðrið Hetta er ætlanin, men í Føroyum hevur veðrið altíð stóran leiklut. Um ikki viðrar, so verður ikki farið runt um oynna, men Grindabátafelagið skipar fyri aðrari og øðrvísi sigling. Maskinbátar [...] trygdartiltøk eru sett í verk, upplýsir Grindabátafelagið. Hevur onkur hug at sleppa við einum av bátunum, so ber til at ringja til Bunyan Midjord, tlf. 373631 ella Petur Dahl Nolsøe, tlf. 373289. Boðast skal
óvæntað, at prísurin er lopin so nógv upp og niður í seinastuni, tí umstøðurnar hava verið heilt óvanligar ? Vit hava sæð hetta fyrr. Frammanundan var prísirin so ómetaliga høgur, so eitt prísfall var altíð [...] Russlandi gjørt, at teir marknaðirnir har eru viknaðir heilt munandi. Og tað hevur so alt samalt elvt til, at prísurin er fallin so nógv í seinastuni, sigur Bergur Poulsen. [...] triðingur av tí, sum hann var, tá ið hann var í hæddini. ? Eitt nú keyptu vit tann størsta makrelin fyri 15 krónur kilo, tá ið hann var uppá tað besta. Nú er prísurin ikki meiri enn 5 kr. Fisk til ídnað, eitt
sum verður á Selatrað í døgunum 8.-15. juli. Legan hevur fingið heitið »Grøn Framtíð ?99«. Hetta fyri at leggja dent á at verja og fara væl um umhvørvi og náttúruna so vit øll fáa eina góða og grøna framtíð [...] dagar á leguni verður skipað fyri valfríum virksemi. Tá verða 14 ymisk virksemi, og kunnu skótarnir so royna nøkur teirra: Primitiv matgerð, jarnsmíð, ullavirking, gipsmaskur, kassabilar, sjóvirksemi, klintring [...] barnaspæl. Fjølbroytt kvøldskrá Umframt felags legubál, sum verða fyrsta og seinasta kvøldið á leguni, so verður ymiskt annað á skránni hini kvøldini: kvøldandaktir í Selatraðar kirkju, patrúlju-mix, rockkonsert