Flogbóltskvinnurnar í finaluni

Gotland 99: Føroyska kvinnulandsliðið megnaði tað hesaferð, sum tær ikki higartil hava megnað. Tær vunnu á Saaremaa í hálvfinaluni, og talan var um ein greiðan 3-0 sigur. Menninir komu eisini víðari úr bólkaspælinum, og skuldi í gjárkvøldi spæla móti Saaremaa

Bæði menninir og kvinnurnar eru komin í hálvfinalurnar í flogbólti. Tað var longu rættiliga greitt undan síðstu dystunum í bólkaspælinum, sum vórðu spældir mikudagin.

Hesir dystirnir vórðu ikki spældir í Ishallen, men í eini lítlari høll í einum skúla nakað uttan fyri Visby.

Bert fá fólk vistu av, at dystirnir ikki skuldu spælast á vanliga staðnum, teirra millum eisini blað- og myndamaðurin hjá Sosialinum. Tað gekk eisini eitt sindur striltið at finna staðið, har dystirnir skuldu spælast, og tá vit komu á staðið, vóru menninir júst lidnir. Teir høvdu spælt móti norsku oynni Hitra og vunnið 3-0. Settúrslitini vóru 25-21, 25-15 og 25-10. Altso ein rímiliga lættur sigur hjá føroysku monnunum, sum skundaðu sær inn aftur í býin at vita, hvørjum teir skuldu møta í hálvfinaluni. Vit fingu eitt stutt prát við Bárð Mikkelsen, sum segði, at hóast fyrsta sett var eitt sindur javnt, so hevði føroyska liðið tamarhald á støðuni allatíðina, og sigurin var lættur móti einum norskum liði, sum ikki tók uppgávuna í serliga stórum álvara.

Aftaná spældu kvinnurnar móti litríka liðnum hjá Cayman Islands, men tað vóru føroysku kvinnurnar, sum vístu litríkara spælið, og tær vunnu eisini 3-0 (25-13, 25-14, 25-16). Føroyska liðið hevði munin allatíðina, og bert í 2. setti, tá støðan var 1-0 til Cayman, vóru Føroyar aftanfyri.

Juanna Joensen gjørdi vart við seg við nøkrum frálíkum servum, men sum heild var talan um lætt spæl hjá føroysku gentunum. Tær av Cayman vóru rættiliga lágvaksnar, og tað sást aftur á vøllinum, og tá so Cayman genturnar høvdu eina rúgvu av feilum og misskiljingum, kundi tað ikki ganga øðrvísi.

Nú verður ein dupultuppgerð móti sterku liðunum hjá Saaremaa í hálvfinalunum. Kvinnurnar spældu hósdagin klokkan 12.00 føroyska tíð, og menninir skuldu í eldin klokkan 16.00 føroyska tíð.


Kvinnrnar vunnu!

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættu vit av Gotlandi at dysturin millum Føroyar og Saaremaa var liðugur, og úrslitið var, at føroysku flogbóltskvinnurnar høvdu vunnið dysti.

Talan var um ein rættiliga greiðan 3-0 sigur til føroysku kvinnurnar.

Settúrlitini vóru 25-15, 25-20 og 25-17.

Úrslitið hjá føroysku flogbóltskvinnunum er einki annað enn eitt bragd. Tær hava leikt móti Saaremaa fleiri ferðir fyrr, men hava altíð tapt.

Leikararnir av Saaremaa eru stórir og framúr góðir til flogbólt. Liðið hevur havt eitt rættiliga sterkt tilknýti eystureftir, og har er flogbólturin ógvuliga høgt í metum.

Men hesaferð var eftir øllum at døma líka mikið, tí føroysku kvinnurnar vunnu.

Føroyska kvinnulandsliðið var eisini serstakliga væl fyri, nú tær fóru til Gotlands.

Nógv er vant, og leikararnir sum eru á landsliðnum hesaferð eru stórir og tekniskt væl fyri, og tað er eftir øllum at døma tað, sum hevur gjørt, at tær hava vunnið á Saaremaa hesaferð.

Hvørjum okkara kvinnur skulu leika ímóti er ikki greitt enn, tí seinna semifinalan verður ikki fyrr enn í kvøld. Men tað verður antin Áland ella Guernsey, tí tað eru tey bæði liðini, sum hittast í hinari semifinaluni.

Vit ynskja føroysku kvinnunum góða eydnu í finaluni.