tá sagt um at sparast má. Og tá alt nú er so »sára gott« , lok oman á røkt og viðgerð. Orðið røkt sigst vera »óhóskandi« málbering, tá vit tosa um sjúkrahús, vekk við tí, tykir huglagið vera. Gomul, hjálparleys [...] in at siga okkum, hví flokkurin nú at enda atkvøddi fyri at sparka heilar 366 milliónir árliga av landinum, var tað nú ikki »brúk fyri teimum«? Ella hevur flokkurin gloymt fremstu uppgávu sína, at hjálpa [...] ríkisveitingini 366 miljónir krónur árliga. Skelkandi, at Javnaðarflokkurin tók undir við hesum nasjonalromantiska floppi. Vit kunnu nú staðfesta, at tíðandi ábøtur og ajourføringar av heilsuverkinum verða
býráðið í oynni var ólukkuligt. Ja, býráðið var so ólukkuligt, at strondin var gjørd til friðhalgað land. Eingin hevði loyvi at fara oman á hetta heilaga sorgarstað, áðrenn líkini av hesum hábærsligu sjóverum [...] Ný Sælendarar hugsaðu vit. Men nei, ístaðin fyri at drepa hesar stakkals hvalir, sum gjørdu landgongd, so fóru Ný Sælendarar mannsterkir frá húsum, at bjarga hesum neyðars hvalum. Hetta varð kallað ein [...] náttúruvanlukka. Í samfullar 24 tímar royndu menn og konur at skumpa hesar hvalir út aftur á sjógv. Onnur stoyttu sjógv á svørtu kropparnar, soleiðis at teir ikki skuldu torna og doyggja, alt meðan hvalirnir
avgjørt ætlaðu sær at hava eitt orð at siga. Uttan stóvegis himpr royndu teir alt fyri at leggja trýst á Neistan, og hetta tóktist í øllum førum vera væl meira, enn Neistin hevði roknað við. Í øllum førum vóru [...] væntandi, enn at seinni hálvleikur skuldi vera eitt satt raid oman á hovyíksmálið, og partvíst varð hetta eisini sannleikin. Hoyvíkingar hugsaðu nú kanska eisini meira um halda fast, heldur enn at økja um leiðsluna [...] Manshondbóltur Tað var einki at ivast í, at Neistin vóru favorittar at vinna grannauppgerðina móti hoyvíkingum sunnudagin. Alt árið hava liðini strítt hvør sítt stríð, har Neistin við hepnari hond hevur
gera sær vónir um at vera partur av gullstríðnum. Ein javnleikur á Skála og tap í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini mundi í øllum førum ikki vera tað, sum guli herurin hevði ætlað sær at fingið burtur [...] við sær. Annað var, at vestmannagenturnar gjørdust alt meira altráðar eftir at skora, nú møguleikarnir komu so lætt. Og hitt var sjálvandi, at væntandi VÍF málini góvu Kyndil høvi til at koma inn aftur í [...] nógv, sum bendi á, at Kyndil aftur ætlaði at arga VÍF. Nærum fimm minuttir gingu, áðrenn VÍF yvir høvur slapp framat í málskjótingini, men so gekk tað eisini skjótt fyri seg. Eftir at Kyndil hevði verið
er góður og alt ov sjáldan at hoyra í Føroyum. Nú fáa teir møguleikan at spæla seg í finaluna, tá ið 2?ararnir fara at kappast í mars mánaði. Gulli setti punktum Eftir at MC Hár hevði spreitt kærleika [...] ikki undan, og tað er, at Gulli brennir fyri sínum tónleiki. Hann ger sær ómak við búna og framførslu, og tað er gott at síggja. Og so bar tað enn einaferð til at staðfesta, at tað slepst ikki undan smáu [...] Einki við síðuna av ella oman fyri kærleikan. Og eingin við síðuna av ella oman fyri MC Hár. Soleiðis má niðurstøðan verða, eftir at fyrsta innleiðandi Prix-umfarið var í Fuglafirði leygarkvøldið. Seks
hava fingið flutningin. Teir fara nú at gera onkrar íløgur í bil og tangar, soleiðis, at klárt er at byrja, tá virkið er klárt. Jóvan Emil Nielsen sigur, at virkið fer at taka í móti slógvi frá øllum alibrúkum [...] Salmon Proteins. Har verður kravt, at slógv skal vera viðgjørt í tí landinum, tað kemur frá. Sum er gjalda alararnir nógv fyri at sleppa av við slógvið. Teir koma framvegis at gjalda fyri tað sjúka slógvið [...] Slamon Proteins, sigur, at í grundini eru teir eitt sindur framman fyri tíðarætlanina við sjálvari byggingini. Eisini er avtala gjørd við flutningsfelag, sum skal taka sær av at flyta alt slógvið frá føroysku
og tað kann vera alt frá pappíri og undirbuksum, til plastikposar og hítir, sum eitt slíkt reinsiverk forðar fyri rennur á sjógv. Harafturat kann slakt vera ringt hjá kloakkunum at hava við at gera, tí meðan [...] orsøkunum til, at júst Sersjantavíkin er vald at hýsa einum slíkum reinsiverki er, at streymviðurskiftini í víkini ikki eru av teimum bestu, og tá vestfallið er hálvrunnið er trupult at fáa nakað burtur [...] kloakkir framvið løkum, og hetta kann vera tvørligt at skilja frá hvørjum øðrum, men tað verður so arbeitt fram ímóti at gera. Í fyrtsu syftu kunnu vit frøast um, at Sersjantavíkin og økið kring Skansan
hesum kemur, at eitt kríggj móti Iraq fer at valda iraqiska fólkinum so ómetaliga neyð og ræðuleikar, at álopið ikki kann verjast reint moralskt. Oman á hetta kemur so tann stóri vandin fyri, at eitt hernaðarligt [...] einki land, tað veri seg stórt ella lítið at sita hendur í favn, meðan eitt ella tvey stórveldi reka okkum út av eggini. Øll eiga at siga frá. Tað er tí sera gott, at skipað verður fyri friðarfundi á Vaglinum [...] vending, tí friðarrørslur hava ikki verið virknar í mong ár. Vanlig fólk eru um at rakna við. Tey eru við at innsíggja, at tað eru teirra ungu synir, brøður og pápar, ið skulu út í eitt stríð, har ein hópur
At búgva í London er sum at vera mitt í einum hópálopi. Her er ein áhaldandi ágangur, har allir sansirnir verða avbjóðaðir. Ein sleppur ikki undan, tað er partur av heildarupplivingini at búgva í London [...] eitt egg á høvdið hjá júst mær. Hinvegin kundi eg ikki lata vera við at hugsa um, hvussu stuttligt tað var hjá teimum, sum høvdu blakað eggið, at síggja, hvussu væl tað rakti. Eg skavaði tað ringasta vekk [...] víðari til handils. Haldi ikki, at nakar hugdi undrandi uppá meg bara tí at eg hevði slímutu leivdirnar av einum eggi á høvdinum. Hetta er jú London, her eru so nógv fólk, at øll eru øðrvísi enn hini og eingin
Men hetta er so mikið viðkomandi, at vit eiga ikki at lata tað fara framvið, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur, at løgmaður fer skeivur, tá hann ber seg undan at hava eina meining um málið við tilvísing [...] liggur langt oman fyri vanligt politiskt kegl og stríð í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard. ? Avleiðingin av einum kríggi er so ótrúlig og ræðandi, at eitt og hvørt hugsandi fólk eigur at hava eina meining [...] løgin kensla, at allur heimurin reisir seg, meðan onki hoyrist úr Føroyum. Um onki hoyrist, so senda vit eitt tekin út um eina líkasælu, sum sigur, at vit liva so væl í hesum smørholinum, at trupulleikar