hvørki frá mær, ella frá Høgna Joensen, aðalstjóra í heilsumálastýrinum, at ?Ugeskrift for Læger? hevur sínar upplýsingar, sigur Pál Weihe. Hann leggur afturat, at hann hevur heldur ikki hoyrt nakran føroyskan [...] Føroyum. Pál Weihe, Læknastjóri, sigur, at hann øtast um viðgerðina, sum málið um føroysku arvagranskingina hevur fingið, bæði her á klettunum og uttanlands. Tí hann sigur, at tær atfinningar, sum eru førdar [...] ímóti ætlanini byggja á misskiljingar, sum als onki hava við veruleikan at vera. Ikki minst harmar tað hann, at enntá tíðarritið ?Ugeskrift for læger?, sum vanliga er á høgum, fakligum støði, eisini fer uppí
Jacobsen er venjari hjá U-16 landsliðnum, og hann hevur sent boð eftir 28 dreingjum. Teir eru hesir: Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Símun Joensen, Andreas Johannesen, Kristian á Lakjuni og Heini í Skorini [...] Símun Kristian Olsen og Jan Ingi Petersen, B68, Arnhold Berg og Sveinur Justinussen, Skáli, Pól N. Joensen og Sámal Blak, B36, Bárður Christiansen, Rani D. Christiansen, Gutti Harryson, Jón Rói Jacobsen,
seg ikki í dag. Í seinna dystinum var munurin ikki so stórur, og tað verður hann heldur ikki hesuferð, sigur Sámal Joensen, sum saman við Áka Olsen skjýtur tey flestu málini hjá VÍF. ? Tað hevur týdning [...] Sámal Joensen hjá VÍF roknar eins og allir hinir spælararnir við einum jøvnum dysti í dag. Higartil hava mansliðini hjá VÍF og StÍF spælt tríggjar ferðir móti hvørjumøðrum, og meðan vestmenningar vunnu [...] sigur Sámal, sum leggur dent á týdningin, tað hevur hjá teimum at steðga skjótálopunum hjá StÍF. Hann roknar við, at strandingar fara at dekka offensivt, og at tað verður liðið, sum hevur betru verjuna
farnar til Danmarkar í útbúgvingarørindum, eisini eru komnar heim við flogfari til dystin í dag. Andrea Nielsen, sum er systir teir helst meira kendu Inga og Áka Olsen, er næstelst á VÍF-liðnum, og hon [...] og vit høvdu ongantíð væntað at verið nummar eitt ? í øllum førum ikki fyrr enn næsta ár, sigur Andrea, sum heldur, at liðini í dag hava eins góðar møguleikar fyri at vinna. ? Dystirnir í ár hava verið [...] tó við onkrum undantøkum. Vit eru væl fyri, haldi eg, og allar eru klárar, sigur hon. Nicolina Joensen keikti fótin undir venjing hóskvøldið, men spælir, og Ioana Rapa, sum hevur verið smáskadd stóran
Líður móti endanum Óluva Djurhuus greiðir frá, at tað var Palli Joensen úr Vestmanna, sum í sínari tíð fekk »eiðiskonurnar«, sum hann kallaði tað, til StÍF at spæla hondbólt. Í 1994 fór Óluva inn á Skála
Johansen er ein av teimum mest royndu á StÍF-liðnum, og hann noyðist at viðganga, at StÍF-liðið ongantíð hevur vunnið nakað ? í øllum førum ikki meðan hann hevur verið á liðnum. ? Okey, StÍF bleiv føroyameistari [...] heilt øðrvísi, enn hann er í dag, sigur Artur, sum hevur góðar vónir til finaluna í dag. ? Tað sum ræður um hjá okkum er at steðga teirra álopsspæli og serliga Áka Olsen og Sámali Joensen, sum báðir hava [...] og skjótálopini, sigur hann. Sveinbjørn og Johan við aftur Sterki strikuspælarin Sveinbjørn Poulsen hevur verið skaddur í seinastuni, men er so smátt við at koma fyri seg, og hann ætlar at royna seg eina
vigaði 3500 gr. 1. februar fingu Jónvør Hansen og Hans Mikkelsen, Saltangará, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3500 gr. 3. februar fingu Linda og Hans Eiler Hammer, Klaks-vík, eina dóttur. Hon var [...] 21. januar fingu Halla Joensen og Beinir Hansen, Herlev, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3650 gr. 28. januar fingu Julianna B. og Pætur Húsgarð, Vemmedrup, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði [...] Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3830 gr. 4. februar fingu Bjørk Gudmundsen og Andor Joensen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2850 gr. 4. februar fingu Sigrun og Stephan
Dürrenmatt (1921 - 1990), ið var sveisiskur høvundur. Upprunaheitið er " Der Besuch der alten Dame" og er hann skrivaður í 1956. Leikurin gjørdi høvundan heimskendan. Elin Súsanna Jacobsen, ið hevur týtt leikin [...] Tað tragiska verður sett í komiskt høpi, so tað kann skelka áskoðaran, men ikki vekja samkenslu. Hann vildi hava teir at hugsa um tað, ið teir heldur vilja sleppa undan at hugsa um. Dürrenmatt skrivaði [...] báðum smágentunum, Adolfina og Hermina, beina hugan ávísa leið. Tað góða við leikinum er júst, at hann fær áskoðaran at hugsa, men á ein hátt, har ein varðveitir fjarstøðuna, tí høvundurin júst spælir
tók Sámal Joensen yvir, ella slapp Áki kortini framat við góðum skreeningum o.ø. Artur Johansen gjørdi nógv um seg í fyrra hálvleiki, har hann skeyt fimm mál, men í seinna hálvleiki hvarv hann so líðandi [...] Eingin tíð var eftir, og hann smekkaði til langt útifrá. Bólturin kom í ein VÍF-ara og broytti kós, men fór beint við síðuna av. Um nakar spyr Eli Müller, sigur hann ivaleyst, at hann hevði tamarhald á støðuni [...] Müller átti sín stóra part í sigrinum hjá VÍF. Hann byrjaði við at taka eitt brotskast longu í fyrsta álopinum í dystinum, og seinni í fyrra hálvleiki tók hann tvey á rað. Í hinum endanum tyktist Johan Danielsen
royndu at mansverja Áka, men hóast tað, so slapp hann at skjóta mál, sum honum lysti. Tað sama var við Sámal Joensen. Hann er stórur og hevur gott skot, men hann skal ikki sleppa so lætt framat. Aftur at teimum [...] Petersen, sum ikki dylir, at hann ikki er nøgdur við verjupartin hjá sær heldur. ? Eg gloymdi heilt einfalt at verja á veinginum til tíðir, og tað er ov vánaligt, sigur hann. Hann viðgongur, at tað sá rættuliga [...] burturúr í finaluni leygardagin. ? Hatta var nakað lort. Eg havi ikki spælt so illa í lívinum, sigur hann. ? Vit skutu málmannin hjá teimum heitan beinanvegin, og so var einki at gera. Men hvat við verjuni