ag heitir á bátaeigarar um at nýta ávísan sáttmála, ja, so mugu vit ásanna gamla orðatakið: »Øll eru líka fyri lógini, men summi eru meira líka yvirfyri henni enn onnur«. Hetta hendir meðan sáttmálin hjá [...] bróðurpartin av stuðli, sum verður givin til feskfiskaflotan undir Føroyum. Landsstýrið læt ikki hetta brævið fara fram við. Ein nevnd, sum hevur ligið og sovið í eitt hálvt ár, var bráddliga samankallað [...] Sosialinum, at tað møguligvís komu fleiri nýggjar uppboðssølur, av hesum kom prísurin at verða javnur um alt landið. Ein undanførsla so jánkaslig, at hon best prógvar, hvussu lágt vitið hjá út-róðrarmanninum
gav vágafólki eitt rættuligt varskó, hvat var í væntu fyri Vága Valdømi, um hansara politiski vilji varð gjørdur til veruleika. Hetta hendi bert fáar dagar eftir ta syndarligu vanlukku, sum hendi í Selvík [...] fasta sambandinum um Vestmannasund, eisini politiskt í nógv ár hava arbeitt fyri at niðurleggja Vága Floghavn, tí er tað fyri teir av heilt avgerandi týdningi, at tað fasta sambandið um Vestmannasund fyri [...] av Vága Floghavn, einsoog hann heilt bevíst hevur saboterað allar loysnir um at fáa eina virðiliga loysn á tí fasta sambandinum um Vestmannasund, so var eingin betri møguleiki, sum til fulnar kundi geva
Øll mugu vera samd um, at nevnda upphædd ikki kollrennir nakran landsbúskap er eyðsýnt. Øll mugu verða samd um, at nevnda upphædd ikki er stór, um hugsað verður um tað positiva árin hetta fær á samfelagið [...] v.s. at fasta sambandið um Vestmannasund ikki kemur at kosta landskassanum eina krónu. Og tunnilin kemur at halda í 100 ár ella meira. Um landið letur 20 mió. kr. 4 ár, er hetta uml. 38 kr./føroying/ mðr [...] meginøkinum. Mong hava ikki møguleika at ganga á hægri skúlum, av tí at hetta er sera dýrt. Ein sosialur skeivleiki verður rættaður um fast samband kemur. 4.Vinnan báðumegin sundið fær optimalar møguleikar
kreppan tekur seg upp, verður minkað um starvsfólkatalið á grannskoðaravirkinum og Ernst er nú arbeiðsleysur. Hann hevði tá verið íalt 14 ár á grannskoðaravirkinum. Hetta høvið brúkar Ernst til at útbúgva [...] hann at standa í hørðum stríði, bæði sum fakfelagsformaður og sum starvsmaður á Telefonverkinum. Hetta var áðrenn formansstarvið var starv burturav. Tað hevur kravt sítt at røkja dagligt starv og harafturat [...] Biritu, Óla Hans og Jógvan Páll er saknurin svárur. Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Ernst Hansen, løgtingsmann. Jákup Lindenskov
ágangur frá teimum stóru londunum um at sleppa undan at dystast við nógv veikari og smærri europeisku fótbóltstjóðirnar, men maktfulli UEFA-formaðurin vil ikki hoyra talan um hetta. ? UEFA fer eisini framyvir [...] nýggjársboðskapi, kom eisini formaður í europeiska fótbóltsfelagsskapinum, UEFA, við sínum boðskapi um jólini. Lennart Johansson, sum er svii og áður hevur víst seg sum góður stuðul hjá føroyskum fótbólti [...] sigur Lennart Johansson. ? Saman við miðvísa arbeiðnum hjá hvørjum einstøkum fótbóltssambandi hevur hetta verið viðvirkandi til, at støðið á europeiska fótbóltinum er nógv hækkað. Í dag eru tað ikki bert
stjórin, Petur Petersen, fær meg at ivast, eftir at hann vendi sær til Yrkisfelagið beint fyri jól um undantaksloyvi at leggja tveir 1. studentaflokkar saman til ein flokk við 28 næmingum. Hví fara st [...] rum kunnu flokkar hava meira enn 24 næmingar, men at tað skal henda »í samráð við Yrkisfelagið«. Hetta merkir eftir orðabókini hjá Chr. Matras »felags avgerð« (millum Yrkisfelagið og Landsskúlafyrisitingina)
var tikin í samráði við felagið, og er hetta ikki satt. Eisini endurgav útvarpið Petur Petersen fyri at siga, at í Danmark eru 28 næmingar í flokkunum. Til hetta er at siga, at vit búgva í Føroyum, og [...] hann ætlar ikki at taka nøkur stig. Undanarvert, tá ið hugsað verður um, at hann hevur ábyrgdina av skúlaverkinum øllum. Men vit hugsa um næmingarnar, og vit ætla ikki at draga verkfallið óneyðuga leingi [...] donsk fakfeløg. Dimmalætting sigur frá Peturi Petersen, at samráð merkir tað sama sum hoyring, og er hetta ikki satt. Eitt nú stendur í orðabók M. A. Jacobsens og Chr. Matras undir samráð: »fælles beslutning«
heldur ikki. Í »Dimmalætting« týsdagin sigur hon, at »hetta hevði sína forkláring. Hon slapp ikki norð um fjørð til tingfund fyri veður«. Júst hetta er sera eyðkent tann hátt sum Ingeborg Vinther umgongst [...] umgongst sannleikan. Øll minnast, at »Smyril« ikki sigldi ein dag um nýggjárið, so hetta kann nokk passa. Men veruleikin er tann, at samb. upplýsingum frá Strandferðsluni sigldi »Smyril« eftir ferðaætlanini [...] tingfundir. Nú hava hesi 20 fakfeløgini heitt á limirnar um ikki at atkvøða fyri tinglimum, sum atkvøddu fyri skattalógini. Nú manglar bert eitt tilmæli um hvørt atkvøðast kann fyri tinglimum, sum ikki tímdu
fremmandu tíðindafólkini sum fluga á lorti um Zakarias Wang, tá hann á odda fyri fundarfólkinum kom oman. Ein danskur tíðindamaður spurdi Zakarias Wang, hvat hetta hevði við bankamálið at gera. Til tað svaraði [...] at lurta eftir, hvat føroyingar høvdu at siga honum av kritikki og ynskjum um eina framtíð, sum hann framvegis heldur er best, um hon er felags. Í viðmerking til handanina segði Poul Nyrup Rasmussen við [...] Zakarias Wang segði millum annað, at Poul Nyrup Rasmussen kom til Føroya sum ein yvirmaður at kanna eftir, um kommunustýrisformenn hansara duga nóg væl at lýða hansara harraboð. Við donskum pengum verða allar
Ein av teimum ræðandi føroyingunum, sum donsku bløðini hava skrivað um seinastu dagarnar. Bæði sjónvarpsfólk og blaðfólk tustu saman um henda mann sum hevði dittað sær at siga, at Nyrup var verri enn Hitler [...] at hann var hjartaliga vælkomin til Føroya um hann vildi geva okkum tey boð, at vit kundu fáa okkara frælsi frá Danmark. - Men vildi hann ikki geva okkum hetta lyftið, so var hann ikki vælkomin. Hvat hendur [...] Noregs at vitja Quisling. Er tað tykkara støða um Poul Nyrup Rasmussen? - Ja, sjálvandi, og vit meina hvørt einasta orð, av tí, vit siga. Stutt eftir hetta, kom forsætisráðharrin út og tók í móti yvirlýsingini