skaddur í báðum knøunum fyrr í ár, og nú er talan um ein vøddaskaða. Hetta var tað einasta, sum manglaði, helt higartil einasti landsliðsmaðurin hjá KÍ í ár, sum sjálvsagt harmaðist bæði missin á landsliðnum [...] liðbandsløst í knæið, sum gjørdi, at hann ikki fekk spælt meiri, og tískil gav hann avboð. Øssur Hansen var ein av B36 monnunum, sum hevði fingið óbodnan fylgdarsvein úr Turkalandi, hann var ikki við í Fuglafirði [...] fór enn ein landsliðsmaður av válinum í Gundadali. Jóhannis Joensen taklaði Heðin á Lakjuni so ófantaliga, at hann slapp væl við at kortliturin bara var gulur. Men Jóhannis Joensen fekk sjálvur ein liðbandsløst
einasti bakarin í oynni til, og her liggur somuleiðis einasta bakarí'ið í oynni. Tað er ikki eitt av teimum stóru bakarí'unum, sum ein kennir tað aðrastaðni frá og har ein eisini fær hópin av bakaravørum og [...] siga: "Einki er sum breyðini frá Anfinni". Tað er góð reklama, sigur ein brosandi Anfinnur í Soylu. Nýbakað Tað er eingin ivi um, at sandingar, sandoyingar og skúvoyingar eru hepnir at eiga ein bakara í teirra [...] frá bakarum aðrastaðni frá. Men einki er kortini sum tað, at tú kanst fara inn til tín egna bakara og keypa breyð, køkur og morgunbreyð frá sama manni, sum hevur staðið fyri bakingini. Henda frammíhjárættin
sløn Nobels, tí tað kundi tulkast sum ein politisk heldur enn ein bókmentalig viðurkenning. Men meirilutin av nevndarlimunum hildu bretska fotrsætisráðharran vera ein so góðan rithøvund, at hann hevði [...] boð um at beina fyri jødunum í Fraklandi. Talan er um eitt skjal, sum Heinrich Himmler skrivaði tann 10. desember í 1942, og sum liggur í einum savni í Washington. Í skjalinum skrivar Himmler, at Hitler [...] men hann sigur, at hallið fer at minka, tá gongd kemur aftur á búskapin. Afghanar heimaftur Ein afghani, sum hevði søkt um friðskjól og uppihaldsloyvi í Danmark, varð sendur aftur til heimland sítt mánadagin
vísir seg at bera til at leggja ein einasta dag burtur ímillum. Heldur ikki ein slíkan dag sum alla halgannadag. Og als ikki, um tað er so óheppið, at hann fellur á ein leygardag. Hetta er tekin um ómegd [...] ymiskt, sum svarað verður. Hesaferð er tað tann gamli maðurin, sum í eina tíð hevur verið so ússaligur, at væntandi var, at boð vóru eftir honum. Tungt er hjá tí, ið av varðar. Men onnur halda sum so, at [...] dvølja eftir. So er tað fyri unglinginum, sum frískur og ferðugur fór av húsum í veitslulagi, og ikki kom aftur uttan í kistu av sjúkrahúsinum. Tað hendi ein ferðsluvanlukka. Aftur verður flaggað, og hóast
skjótt, at ein er komin runt í landinum, so vónin um at liva av tónleikinum í Føroyum, tær eru so at siga ongar. Og sum tónleikari er tað til tíðir eisini neyðugt at fáa onkran steðgin, so at ein kann fáa [...] Og so møguliga í Íslandi seinni, men sum sagt, tað er ikki nakað fastlagt. Við síðuna av tónleikinum starvast Jens Marni sum maskinsmiður. Tað er neyðugt, tá ein ikki kann liva av tónleikinum, men tað [...] luttók í Popstars. Hann greiðir frá, at hann upprunaliga ætlaði at royna seg í eini aðrari sending. Ein sum eitur Rock-idoler á TV 3, men hann var ov seinur at tekna seg, og so gjørdi hann av at melda seg
sokallaðar "balladur", sum eru vorðnar sannar landaplágur, men sum tað ljóðar á teimum nú, so verða sangirnir ikki so stillir á hesu útgávuni. ? Friðsæla stund verður gott nokk við, og so ein annar stillur sangur [...] Um ein góðan mánað gevur gospelbólkurin I Am út eina fløgu. Bólkurin, sum ikki hevur verið so nógv at hoyrt til síðani luttøku teirra í Prix Føroyum í 2001, ger nú av álvara aftur vart við seg. Í nýggjum [...] bólkinum, sambært teimum báðum monnunum, sum sita hinumegin borðið. Heðin og Birgir eru á einum máli um, at útgávurnar báðar als ikki kunnu samanlíknast. ? Hesin stílurin, sum vit nú hava valt, er meiri ráur og
útflutningsvirðinum stavar frá ES-marknaðinum. Ein analysa, sum Sambandsflokkurin á Christiansborg hevur latið gjørt, vísir, at føroyski fiskaútflutningurin, sum í dag er seks milliardir krónur, kann – varliga [...] og útflyta tilvirkaðar fiskavørur til ES-marknaðin. Stóra búskaparliga potentialið liggur í at nærkast ES, og tey, sum ikki vilja hoyra og síggja hetta, hava proppar í oyrunum og bind fyri eyguni. Beinleiðis [...] EFTA-kósin er tann rætta. Hetta er óseriøst út um alt sømiligt mark. Nærkast ES í staðin Føroya land eigur sum útflytari av fiskavørum sjálvandi at nærkast Europasamveldinum. Tað er rætta kósin. Hví? Jú, tí tað
Havnar Róðrarfelag avstað og liggur klárt á fyrsta og á øðrum plássi. Sum vant vóru somu vinnarar at síggja í róðrunum sum síðsta umfar. Tó vóru onkrir nýggjar manningar, sum gjørdu um seg. Í barnaróðrinum [...] gentum og dreingjum, eins og manningarnar hava verið fyrr í ár. Lómur vann hjá 6-mannaførum við monnum, Drekin vann hjá 5-mannaførum gentum og Havnarbáturin vann í 10-mannaførum, eins og undanfarna umfar [...] vóru at síggja í hesum róðrinum. Her gjørdist Tjaldrið nummar eitt í tættari við kapping við Teistan, sum enntá megnaði at vinna síðsta róðurin. Spurningurin er so, hvussu væl Jallurin hevði staðið seg í hesari
perfekta dystin, og teir skulu ikki raka dagin, so hava vit ein kjans. Tað er munur á finskum toppfótbólti og føroyskum fótbólti. Tað verða teir, sum koma at avgera hvat hendir. Leypa teir á, so verða við trýstir [...] hann væntar at teir fylgja væl við. - Víkingur hevur í fleiri ár havt eitt lið, sum passar væl til Evropa. Eitt nú spælarar, sum hava spælt saman í fleiri ár. Vit hava mist nógvar spælarar í mun til í fjør [...] Karl Løkin bleiv ein møguleiki, men vit tóku hann inn tí vit kunnu bæði brúka hann nú, og til framtíðina. Tað kemur tó illa við, at Lava situr uttanfyri. Hann hevur mangan verið spælarin, sum við sínum kropsligu
Hesaferð skal tað verða. Ronaldo er stjørnan Fyrrverandi stórleikarar sum Figo, Rui Costa og Pauletta eru ikki við longur, og ábyrgdin liggur nú á herðunum á heimsins besta fótbóltsleikara, Cristiano Ronaldo [...] Kvikleikin í framrættaða spælinum gevur teimum greiðan fyrimun í skjótálopum, sum portugisar vanliga dúva uppá. Sinnalagið ein trupulleiki Síðan 2003 hevur Luiz Felipe Scolari staðið við stýrisvølin hjá [...] brasilianin kendur fyri sítt sinnalag, sum seinast var í miðdeplinum í undankappingardysti móti Serbia. Tá gjørdi hann ikki mætari enn gav einum mótstøðuleikara ein upp á kjaftin. Scolari hevur verið venjari