Vinstra síðan hvarv í vikuskiftinum

Fótbóltur: Tríggir klaksvíkingar fingu sunnukvøldið boð um at møta til landsliðsvenjingar í gjár

Tá Allan Simonsen í síðstu viku valdi teir átjan spælararnar, sum hann ætlaði skuldu umboða føðilandið móti Íslandi í annaðkvøld, sá tað út til, at allir spælararnir vóru tøkir. Undan vikuskiftinum gjørdist tað greitt, at Jákup Mikkelsen var so mikið skaddur, at tað fór ikki at vera møguleiki hjá honum at spæla, og í vikuskiftinum komu trý avboð afturat.

Allan Simonsen var sjálvur eygnavitni til tríggar skaðar. John Ryan, sum við sínum avriki í 1. hálvleiki ivaleyst spældi seg nærri einum plássi millum teir fyrstu ellivu, kom ikki á vøllin aftur eftir steðgin:

? Eg havi verið skaddur í báðum knøunum fyrr í ár, og nú er talan um ein vøddaskaða. Hetta var tað einasta, sum manglaði, helt higartil einasti landsliðsmaðurin hjá KÍ í ár, sum sjálvsagt harmaðist bæði missin á landsliðnum og ikki minst, at tað væl kann hugsast, at hann komandi vikuskifti ikki verður førur fyri at hjálpa liðfeløgunum móti GÍ.

Jan Dam kom heldur ikki á vøllin aftur eftir steðgin. Hann var ikki millum átjan teir fyrstu á landsliðnum, men vit skilja á lagnum, at landsliðsvenjarin hevur ikki slept vónini um, at Jan Dam aftur vinnur sær landsliðssess, og um hann ikki hevði verið skaddur, so hevði hann ivaleyst fingið boð.

Og í 2. hálvleiki fór enn ein landsliðsmaður av válinum í Gundadali. Jóhannis Joensen taklaði Heðin á Lakjuni so ófantaliga, at hann slapp væl við at kortliturin bara var gulur. Men Jóhannis Joensen fekk sjálvur ein liðbandsløst í knæið, sum gjørdi, at hann ikki fekk spælt meiri, og tískil gav hann avboð.

Øssur Hansen var ein av B36 monnunum, sum hevði fingið óbodnan fylgdarsvein úr Turkalandi, hann var ikki við í Fuglafirði, hann gav í fyrradagin avboð til landsliðið, og harvið vóru tríggir spælarar, ið áður hava verið á vongverjanum í vinstru, ikki tøkir, og nú tykist tað rættuliga upplagt, at venjarin fer at seta Henning Jarnskor í plássið, sum hann so ofta áður hevur spælt í.


KÍ við aftur

Hóast tað avgjørt ikki liggur til hansara, so hevur KÍ venjarin, Tony Paris, kanska alíkavæl í sínum stilla sinni frøtt seg um, at í enum tíðarskeiði, har teir í felagnum eru so nógv upphongdir, hevur tað komið væl við, at so fáir klaksvíkingar hava verið á landsliðnum.

Sunnukvøldið broyttist landsliðsumboðanin hjá KÍ rættuliga. Heðin á Lakjuni var ikki í góðum skørum, tá hann noyddist at taka seg úr stríðnum móti HB. Hann tóktist serliga harmur inn á dómaran, sum hann ikki helt hevði sektað mótstøðumannin nóg dyggiliga.

? Eg haldi, at talan bara er um tað, teir kalla eitt trælær. Allan Simonsen hevur nú beint eftir dystin givið mær landsliðsboð, og eg rokni við, at eg veri tøkur, segði Heðin á Lakjuni, tá hann fór haltandi í umklæðingarrúmið, og harvið hevur John Reid Skoralíð, fysioterapeuturin hjá landsliðnum, í hvussu so er ein spælara, ið fer at vitja hann títt og ofta á briksini á Hotel Føroyum.

Sunnukvøldið fingu tveir klaksvíkingar afturat landsliðsboð, og tað er felags fyri teir báðar, at um teir koma á vøllin, so verður talan um fyrstu landsliðsroyndina. Teir báðir eru Rógvi Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð er í landsliðshópinum, og Arnold Joensen, sum var við á venjingarlegu longu í 1994. Merkisvert er, at venjarin hevur lopið Jan Joensen hjá KÍ um. Hann var annars í hópinum í fjør.

Helgi Lamhauge Petersen hjá NSÍ var eisini á listanum hjá venjaranum, men hann noyddist at siga landsliðssessin frá sær sunnukvøldið, tí hann var vorðin skaddur í einari tá á Sandi.