Verjan gekk væl og varð staðin, treytað av, at nakrar rættingar verða gjørdar í ritgerðini. Hetta er vanlig mannagongd í Onglandi.
Ph.d. ritgerðin kannar og viðger staðbundna matbúskapin í Føroyum og í vesturafrikanska oyggjasamfelagnum São Tomé e Príncipe. Heitið á ritgerðini er “Forking Sustainability Pathways? Engaged research on local food practices in the Faroe Islands and São Tomé e Príncipe”. Tvær greinar frá ph.d. ritgerðini eru útgivnar.
Í granskingartilgongdini hevur Elisabeth samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe, sum fáast við staðbundna matframleiðslu, burðardygd og matsjálvbjargni.
Í Føroyum samstarvaði hon við Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen úr Slow Food Føroyar og Matkovanum, umframt Selmu Dahl Erol, fyrrverandi nevndarlim í Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag. Umframt at gera samrøður við matframleiðarar kring landið hava tær skipað fyri ráðstevnu, verkstovum og øðrum tiltøkum um matsjálvbjargni, regenerativan landbúnað, fræ vistfrøði og annað.
Í São Tomé e Príncipe samstarvaði Elisabeth við felagsskapin FENAPA, sum umboðar smá-bøndur í landinum, FENAPA er stytting fyri Federação Nacional dos Pequenos Agricultores de São Tomé e Príncipe.
Vegleiðararnir hjá Elisabeth vórðu Giovanni Bettini, ph.d. á Lancaster Environment Centre á Lancaster University og Rebecca Whittle, ph.d., umframt Ragnheiður Bogadóttir, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini vórðu Marisa Wilson, ph.d. á School of Geosciences á Edinburgh University, uttanhýsis, og Christina Hicks, Professari á Lancaster Environment Centre á Lancaster University, innanhýsis.
Elisabeth hevur síðan august 2024 verið í starvi sum námslektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Sí fakliga vangan hjá Elisabeth her.
Granskingarráðið hevur stuðlað hesi ph.d. verkætlanini.