landsstýrið eftir valið men eisini fyri at lata føroyingar vita, at bretska stjórnin fegin sær, at ein avtala verður gjørd millum Føroyar og Bretland um markið millum londini innan ikki ov langa tíð. Poul [...] Poul Nicolopulo sum leggur aftrat, at fyri at kunna røkka á mál í slíkum samráðingum, so mugu allir partar slaka - um so er, at ein ikki ynskir at fara til dómstólin við málinum. Eingin vil til Haag -Eg kann [...] skulu vera so nógv betri nú enn undan løgtingsvalinum sigur Poul Nicolopulo, at tað er greitt, at eitt nú bretska stjórnin stendur nógv sterkari enn teir konservativu gjørdu tað. Tony Blair hevur so dygga undirtøku
»hálv« menniskju. Var tað so, at Føroya fólk kendi seg sum danskarar, so var eingin neyð; so var tann føroyski samleikin undirskipaður tí danska, eins og t.d. jútskur samleiki, og so hevði føroyskur samleiki [...] rættindum sínum, eru kvinnur. Nú hava kvinnur havt javnrætt eftir lógini eina tíð, eisini til at hava ræði eftir fólkastýrisreglum. Hví eru tær so ikki umleið helvtin av tingmanningini? Man tað vera tí, at [...] skulu vit so ikki unna tí fullan rætt, ein rætt tað ikki hevur enn? Aldalong kúgan setur síni spor, sum ikki hvørva við eitt. Tað síggja vit í londum um allan heim, sum hava fingið frælsi í okkara tíð. Men
Nú gongur av álvara tann rætta vegin á Eiði. Eftir at hava ligið stilt í langa tíð nærkast nú tann dagur aftur í stórum, at arbeiðið verður aftur á flakavirkinum í bygdini. Og Jóhan Páll Joensen, stjóri [...] nógv, sum skal gerast við virkið, so tekur tað altíð eitt sindur av tíð at fáa pappírsarbeiðið frá hondini. Tað størsta takið er at fáa frystaríið ílagið. Ikki tí, tað er so nógv í vegin við tí. Men áðrenn [...] halda, so dánt í hvussu so er. Tí stjórin á Norðís sigur, at hann roknar við, at virkið verður liðugt síðst í næstu viku, - ella kanska í aðru viku. Vanligt flakavirki Men tað verður neyvan so stórt a
tí at talan er um so nógv mál, verður hetta at taka heilt langa tíð - vónandi er tað mesta tó avgreitt um ársskiftið. Viðhvørt verður neyðugt at spyrja pensjonistarnar afturumaftur eftir nærri upplýsingum [...] kontoavritið, sum fólk fáa nú tann 28.05.98, hvørjum inntøkum (herundir rentuinntøku) pensjónin er roknað eftir. Tey sum fáa pensjónina við postávísing (tvs. 4144 pensjonistar) fáa hesar upplýsingar seinni. Øll [...] fáa pensjonistar nú uttan umsókn stuðul til allan læknafyriskipaðan heilivág, soleiðis at tey - alt eftir inntøku - ongantíð koma at gjalda meira enn ávíkavist 200, 400 ella 600 krónur um ársfjórðingin fyri
upp, tá umleið eitt korter var eftir av dystinum. HB fór í álop, og ein langur bóltur bleiv sendur fram móti B36-brotsteiginum. Allan Mørkøre fór við fullari ferð eftir honum, men úr málinum var Egin Høgnesen [...] tí tað veit bert Allan Mørkøre sjálvur. Tomislav Sivic kann hinvegin síggja fram til eina langa karantenu eftir at hann var farin inn á vøllin, har hann einki hevði at gera. B36 dreymabyrjan Tá alt hetta [...] hálvleikur leið, bleiv tað meira til stríð enn til spæl, og tað eksploderaði so við áðurnevnda tilburði, tá eitt korter var eftir. Gula kortið hjá Allan Mørkøre var hansara triðja í steypakappingini og merkti
Vit eru vorðnir føroyingar Eftir at hava verið í Føroyum í so nógv ár, so viðgongur Henning, at familjan hevur fingið føroyskar røtur. ? Vit komu til Føroya og skuldu eftir ætlanini bert verða í tvey ár [...] ár - so kom ikki og sig, at tað ikki er gott at starvast í Klaksvík. Men upprunaliga var tað nú ikki ætlanin, at starvstíðin í Klaksvík skuldi gerast so long; tað gjørdist hon bara, tí tey trivust so væl [...] tann sum bara hevur vinir, hann er eitt »skvat«, tí so hevur hann onga meining. ? Hevur tú eina meining, so er altíð onkur, sum ikki er samdur, og so skal man bara vera ósamdur uppá ein siviliseraðan máta
men so var tað bara frítt fall í eini 4-5 sekund, har áin kom drønandi upp ímóti honum. So byrjaði hann knappliga at fara uppeftir aftur, og gyrðið hevði strammað Hetta helt fram eina lítla løtu, so var [...] á brúnni stóð Halla enn og ivaðist, men so kom ein nýggjur bólkur og byrjaði at hoppa, og so var tað líkasum avgjørt. Tá John var komin niðan aftur, hildu vit so leiðina aftur til Queenstown. Eitt sindur [...] pláss við bussum á gistingarhúsum og við ferguni yvir um til Norðuroynna. Longu dagin eftir hildu vit so víðari, eftir at hava hugt eitt sindur at Queenstown. Ein sera vakur býur. Bert 2500 íbúgvar, men
uttan fyri Føroyar, hava ikki spælt ein so ringan landsdyst í langa tíð, og um tú skalt meta um, hvørjir á føroyska liðnum stóðu seg best, mást tú hyggja eftir, hvørjir vístu vilja til at stríðast fyri [...] EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði seg, eru vit nú í staðin aftast í øllum Europa? Byrjaðu væl Svenski dómarin Martin Ingvarsson bríkslaði fyrstu ferð stundisliga klokkan 19.15 lokala tíð ? klokkan var [...] føroyingar tóktust hava gott tamarhald á, tá Estland skoraði eftir eina deyðbóltsstøðu. Og føroyska liðið fall ikki í fátt. Fimm minuttir eftir málið høvdu bæði Julian Johnsson og Jan Allan Müller roynt
sjómansheiminum krevur nógv, so metir Sámal Petur ikki, at tað skal ganga útyvir løgtingsarbeiðið. - Eg eri bara settur í hetta starvið í tríggjar mánaðir, og so verður søkt eftir nýggjum fyristøðumanni. Tað [...] varrar og andlit hansara. Hann hevur betri tíð at fyrireika móttøkuna av gestum hesuferð. 28 eru teir í tali og tosa danskt. Øðrvísi var 21. mai, dagin eftir at hann byrjaði í hesum starvinum. Tá kom ein [...] Skálafjarðastevnuna ynskir hann at fáa so nógvar gestir inn á sjómansheimið sum møguligt. Fyrireikingarnar eru longu komnar væl áleiðis. Kappróðurin ætlar hann at hyggja eftir, men at rógva sjálvur, ja, tann
politikarar enntá kallað hana eina kanón-avtalu. Tað heldur í hvussu so er Jákup Lamhauge, formaður í Býarfelag Føroya. Býarfelagið hevur í langa tíð arbeitt við einum uppskoti um, hvussu trupulleikin við komm [...] kommunurnar skulu ikki seta nøsina upp eftir størri vælvild úr Tinganesi, hóast landsstýrið tíðliga mikumorgunin fekk eina avtalu við donsku stjórina, sum er so góð fyri føroyingar, at summir politikarar [...] er, hvussu verður, eftir at avtalan um kommunuskuldina gongur út við árslok í 2000. Fæst ikki ein avtala við fíggingarstovnarnar, skulu rentur og avdráttir aftaná 2000 betalast eftir upprunaligu lániavtaluni