Síðani verða øll mál kannað hvørt ár viðvíkjandi broytingum í vanligastu inntøkunum; men við skipanini higartil, og skrásetingunum á Toll og Skatt, bar ikki til at dagføra millum annað ognarupplýsingarnar.
Á vári 1999 leggur Almannastovan um til heilt nýggja, framkomna telduskipan, ið kann tryggja at inntøku- og ognarupplýsingarnir altíð eru rættir, soleiðis sum teir eru skrásettir hjá Toll og Skatt. Sum ein fyrireiking til hesa umlegging, tekur pensjónsdeildin nú eitt ódnartak fyri at tryggja at upplýsingarnir, sum verða lagdir inn í nýggju skipanini, eru rættir.
Hjá øllum pensjonistum sum fáa pensjónina á konto í peningastovni ella á girokonto (tvs. 3959 pensjonistar) skrivar Almannastovan á kontoavritið, sum fólk fáa nú tann 28.05.98, hvørjum inntøkum (herundir rentuinntøku) pensjónin er roknað eftir.
Tey sum fáa pensjónina við postávísing (tvs. 4144 pensjonistar) fáa hesar upplýsingar seinni.
Øll tey, sum halda upplýsingarnar á kontoavritinum vera skeivar, skulu sambært pensjónslógunum boða Almannastovuni frá, bæði um tað sum stendur á er ov nógv ella ov lítið.
Umráðandi er at skriva til Almannastovuna um hetta, tí pensjónsdeildin er ikki mannað til at taka móti telefonboðum frá fleiri túsund fólkum.
Almannastovan fer beinanvegin at rætta upplýsingarnar; men av tí at talan er um so nógv mál, verður hetta at taka heilt langa tíð - vónandi er tað mesta tó avgreitt um ársskiftið.
Viðhvørt verður neyðugt at spyrja pensjonistarnar afturumaftur eftir nærri upplýsingum, men sum oftast verður Almannastovan sjálvt at fáa sær neyðugu upplýsingarnar frá Toll- og Skattastovuni.
Sum kunnugt fáa pensjonistar nú uttan umsókn stuðul til allan læknafyriskipaðan heilivág, soleiðis at tey - alt eftir inntøku - ongantíð koma at gjalda meira enn ávíkavist 200, 400 ella 600 krónur um ársfjórðingin fyri heilivág. Á kontoavritinum verður nú eisini sagt frá, hvat egingjaldið hjá pesjonistinum er.