nøkur forðing at fáa málið loyst. Tí fer vinnunevndin helst at orða uppskotið soleiðis, at tað skal bera til at taka grót aðrastaðni, sum tað ikki ber til at fáa úr tunlinum. Hann sigur, at so vítt, hann hevur [...] sleppur at gera vegin oman til ferjuleguna og byrjar at sprongja og yvirhøvur ger tær fyrireikingar, sum eru neyðugar. Og er tað neyðugt at gera fleiri boringar fyri at kanna um tað ber til at gera tunnil [...] avnina, er so stórt, at tað ber ikki til at fáa tað úr einum tunli. Tí mæltu teir til, at vinnunevndin gjørdi eina meiri nágreiniliga orðing, sum gjørdi, at tað skuldi bera til at taka nakað av gróti
lívið, og tú visti ótrúliga nógv. Eg plagdi ofta at siga við teg, at tú skuldi skriva endurminningar, tá plagdi tú flennandi at svara, at tað kundi tú fara at gera, tá tú bleiv gamal. Í 1994 andaðist Nina [...] væl at sleppa til Skotlands at vitja familjuna, ikki altíð bar til at sleppa avstað, men tá tit fóru, reikaðu tú runt við einari rúgvu av minnisseðlum og ferðaætlanum, sjálvur tvíhelt tú altíð, at tú ikki [...] skrivstovuni knýttu okkum sera nógv saman, vit arbeiddu so tætt saman, at tú mangan plagdi at taka til, at tað ikki var neyðugt hjá okkum at tosa, tað var telepati okkara millum. Hetta nevndi tú aftur, fyri
heilaskaðar, afturvenjing ella annað, so ber til at skriva til okkara á "NeuroCom, FO 400 Oyrarbakki", at senda teldupost til: [email protected] ella at ringja til 225 263. NeuroCom, Oyrarbakki Parkinsonfelagið [...] týsdag og tórsdag frá kl. 15.00-18.00. Øll kunnu vera við. Tilhaldið í Sandoynni Tilhaldið er opið mánadag og mikudag frá kl. 14?17.00. Drekkamuður er at fáa báðar dagarnar. Øll eru hjartaliga vælkomin [...] foHeimasíða: www.craft.foSamband við felagið fæst við at ringja tlf. 22 95 83. Umsóknarbløð til Heimavirkisleguna í Danmark í summar kunnu fáast við at venda sær til felagið. LISA Frá 24. februar er skrivstovan
einaferð kunnu vit bara vóna, at úrslitið verður so mikið gott, at eingin ivi verður um, at altjóða fiskivinnu-og alistevnan í Føroyum er komin fyri at vera. Fýra tjald At útvega eitt framsýningarøkið á [...] alibátur verður eisini at síggja við bryggjuna ella uppi á landi, og ætlanin er, at fólk eisini skulu sleppa at síggja nýggju trolararnir hjá P/F Beta, Bak og Stelk. Áki veit at siga, at skipasmiðjan í Vigo [...] stigtakararnir, Áki í Skemmuni og Andrias Jacobsen, at hendan fyrsta stevnan fór at vera avgerandi fyri, um tiltakið verður afturvendandi. Nú stundar so til, at North Atlantic Fish Fair verður sett á øðrum sinni
landsstýrið at stuðla rækjuflotanum. Grundgevingin hjá landsstýrinum var, at samgonguskjalið sigur, at "Fiskivinnan skal standa á egnum beinum uttan almennan stuðul". -Tí er avrátt ikki at veita rækjuflotanum [...] metti annars støðuna at vera rættiliga álvarsama, tá felagið í juni í fjør skrivaði til landsstýrið, at "verða ikki munagóð stig tikin, verður rækjuflotin fyri slíkum bakkasti, at tað er sera ivasamt, [...] fiska á fjarum leiðum uttan at nakað verður latið aftur fyri í heimasjógvi. -Tað er ikki tí, at Felagið Rækjuskip vil hava, at skipini skulu hava stuðul. Men gamalt var í Føroyum at hjálpa, tá ástóð, og nú
tær komandi Oscarhandanirnar, fer at verða samanborið við tann ljóta kjólan, sum tú fyri 5, 10, 15 árum síðani fann uppá at lata teg í. Ein hørð verð, vil onkur kanska vera við. Men móti er ikki bara klæðir [...] nýggja klæðir til okkurt serstak høvi, og so eru tað onnur, sum fara rennandi oman í handilin so skjótt ein nýggj »kollektión« er at síggja í sýnisglugganum. Vit kenna tað eisini frá stjørnunum í Hollywood [...] teir smæðast heldur ikki við at siga, um ein kjóli er eitt flopp ella ikki. Og soleiðis er eisini við donsku slaturbløðunum, sum ikki standa aftanfyri, tá tað kemur til at ummæla klæðini hjá teimum kendu
og nú vísa útrokningar, at um trý ár verður hetta talið tíggju ferðir størri. Tað eru serliga tvinnar orsøkir til gongdina. Næsta ár fer tað at kosta dønum 256 milliónir krónur, at ES fær nýggj limalond [...] útreiðslan oman fyri 800 milliónir krónur. Samstundis hevur ES samtykt ein nýggjan hátt at áseta prísin fyri limaskap, og í 2006 skulu danir rinda eina góða milliard krónur. Sostatt fer limaskapurin at kosta [...] landið í ES, og tað er tí ikki annað enn rímiligt, at landið rindar tað, sum tað kostar at vera uppií, sigur hann.
eyðsæð, at hetta ikki hóvaði honum serliga væl. Hóast hann fleiri ferðir kom væl niðan við, so toktist vera trupulleikar í samspælinum við miðvøllin, tó at hetta betraðist, sum dysturin leið. At plássið [...] einaferð, at hann er ein leikari, sum liðið illa fær verið fyriuttan. Kanska ikki altíð so sjónligur, men hann megnar fram um flestu aðrar at vera sambindingarlið í spælinum, og er altíð maður fyri at gera [...] ger. Hevði ein lítlan snudd at dragast við, og tí var útskiftingin náttúrlig, men at hann er trygt fyrsta val á plássinum í drúgva tíð framyvir, man eingin sum helst ivi vera um. 6. Rógvi Jacobsen, HB,
rættiliga ætla sær, at haðani skuldi bólturin undir ongum umstøðum sendast inn, og tað var sjónligt, at teir royndu at yvirfólka, tá Jákup, John ella Christian Høgni vórðu sendir oman her. Og so kyknaði [...] greitt, at hesi ikki fingu so heilt rætt í sínum forsøgnum. Ikki tí. Føroyska landsliðið mundi av útsjónd vera heilt nær tí, sum má roknast sum ideal-uppstillingin til Íslands dystin. Tað vil siga, at leikbannaðu [...] ir stressaðust, og hetta viðførdi aftur, at verjuparturin sjáldan hevði umstøður til at organisera seg nóg væl. Og longu eftir seks minuttum gekk galið, tó at eitt stórt føroyskt mistak skuldi til. Christian
hesum skapandi vavi hvønn dag. Tað, at menna henda partin av sinum viðføri, krevur sín mann. Mær tykir, at Kvium er so beinrakin i sini frasøgn um okkum og okkara, at hava heilan ovast uppi a "skallatekjuni" [...] Bókhandli. Hetta var so sera sjaldsamt, at maður av bygd fór til Havnar at stilla út. Onkur ypti øksl og kanska smírdist, men hjá Hans J. skuldi javnvágin vera í lagi. Hann gavst ikki so, men var við á [...] sjónleikin ?og at vera við i filmslistini sum Tormóður í Barbaru.... Hetta var óivað stórsta avbjóðing í skapandi tilveruni hjá Hans J. Hans J. var farin at syngja Kingo tey seinastu árini, og vóru ofta boð