Samferðsla
Suðuroy: Enn er óvist, hvussu verður við ætlanunum at gera nýggja samferðsluhavn í Trongisvági og tunnil ímillum Øravík og Hov.
Men tað skilst á øllum brøgdum, at tað verður ein av allarfyrstu døgunum, at endalig avgerð verður tikin.
Á tingfundi týsdagin fekk vinnunevndin hjá løgtinginum uppskotið um at gera samferðsluhavn, aftur í høvdið. Men Henrik Old, formaður í vinnunevndini, sigur, at nevndin fer at gera skjótt av.
?Vit fara at leggja málið fyri fyri tingið longu aftur í dag, sigur hann.
Løgtingið hevur samtykt, at bæði arbeiði at gera samferðsluhavn í Trongisvági og arbeiðið at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, skulu byrja í ár.
Í tí sambandi mælti ein stórur meiriluti í vinnunevndini til at tengja bæði arbeiðini saman í eina verkætlan, tí tað fer at gera, at landskassin sparir einar 45 milliónir krónur.
Tí hevur meirilutin í vinnunevndini skotið upp at tingið samtykkir, at grótið til samferðsluhavnina verður tikið úr tunlinum ímillum Øravík og Hov.
Tá ið uppskotið var til aðru viðgerð í tinginum, varð hetta eisini samtykt við stórum meiriluta.
Men fyri at verða endaliga samtykt, skuldi tað samtykkjast einaferð afturat. Týsdagin kom tað til triðju viðgerð, men tað endaði við, at nevndin fekk uppskotið aftur.
Tingmenn vístu á, at sumt av grótinum, sum skal brúkast til smferðsluhavnina, er so stórt, at tað ber ikki til at fáa tað úr einum tunli. Tí mæltu teir til, at vinnunevndin gjørdi eina meiri nágreiniliga orðing, sum gjørdi, at tað skuldi bera til at taka nakað av gróti aðrastaðni frá.
Tí varð málið beint aftur í vinnunevndina.
Gera skjótt av
Men málið fer ikki at liggja longi í vinnunevndini.
Henrik Old sigur, at málið verður tikið til viðgerðar longu í morgun og tað verður lagt fyri tingið aftur seinnapartin í dag.
Men hann sigur, at hann kann ikki hugsa sær, at nakrar stórvegis broytingar fara at verða gjørdar.
?Eg kann ikki hugsa mær, at meirilutin í vinnunevndini fer at víkja frá meginregluni í málinum og hon er, at bæði arbeiðini skulu tengjast saman.
Hann sigur, at allar ábendingar, hann hevur fingið eftir viðgerðina í tinginum týsdagin bendir tvørturímóti á, at tinglimir standa fast við, at tað er óforsvarligt ikki at tengja bæði arbeiðini saman tá ið tað førir eina sparing uppá 45 milliónir við sær.
? Men tað er møguligt, at uppskotið um at grótið verður tikið úr einum tunli ímillum Øravík og Hov kann orðast eitt sindur nágreiniligari.
Henrik Old sigur, at orðingin í uppskotinum skal í hvussu so er ikki vera nøkur forðing at fáa málið loyst.
Tí fer vinnunevndin helst at orða uppskotið soleiðis, at tað skal bera til at taka grót aðrastaðni, sum tað ikki ber til at fáa úr tunlinum.
Hann sigur, at so vítt, hann hevur skilt, snýr tað seg í mesta lagi um eini 10% og tað sindri skal ikki forða fyri, at málið verður loyst.
Vilja hava svar
Tá ið tingið viðgjørdi málið týsdagin, førdi landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, fram, at verða bæði arbeiðini tengd saman, verður tað ikki fyrrenn í heyst, at farast kann undir arbeiðini.
Hetta vil formaðurin í vinnunevndini hava landsstýrismannin at nágreina.
?Eg vil hava at vita, hví tað ikki ber til at fyrireika arbeiðið beinanvegin, so at Landsverkfrøðingurin ikki beinanvegin sleppur at gera vegin oman til ferjuleguna og byrjar at sprongja og yvirhøvur ger tær fyrireikingar, sum eru neyðugar.
Og er tað neyðugt at gera fleiri boringar fyri at kanna um tað ber til at gera tunnil, har NCC hevur mett seg kunna gera hann fyri 92 milliónir, so vil Henrik Old hava at vita, hví hesar kanningar ikki eru gjørdar, tí hann sigur, at fólk hava leingi verið til reiðar at gera hesar kanningarnar, men onki er gjørt.
Formaðurin dugur heldur ikki at síggja, at fíggingin skal vera nakar trupulleiki, soleiðis sum summi føra fram.
?Løgtingið hevur samtykt at fara undir bæði tunnilin og samferðsluhavnina í ár. Hvussu tað so kann verða ein trupulleiki við fíggingini, at tengja bæði arbeiðini saman, tá ið tað førir eina sparing við sæar upp á einar 45 milliónir, skilji eg ikki.
Henrik Old vísir eisini á, at 25 milliónir eru settar av til samferðsluhavn í ár og sjey milliónir til tunnil, so tað skuldi ligið væl fyri at byrja.
?Men tað ber eisini til at fíggja arbeiðið yvir fleiri ár, hóast tey verða gjørd beinanvegin, sigur hann. Hann vísir at tað er gjørt í Vágatunlinum, tí hann skal landið betala til í nøkur ár afturat og tað verður eisini gjørt í Norðoyatunlinum, tí landið skal betala til hann í fleiri ár eftir, at hann er liðugur.
?Tað ber eisini til hjá landinum at sprongja útbygginginarkvotuna í ár og næsta ár og so at toga innaftur í 2005, tí samanlagt førir tað eina sparing við sær uppá 45 milliónir og tað átti at verið góður politikkur, sigur Henrik Old.