vit ikki so nógv. Skúli er bygdur á Velbastað í 1905. Sjálv er hon fødd í 1902, so her hevur hon gingið í skúla. Anna er helst farin í skúla í 1909. Bette Simonsen á Teigum var hennara fyrsti lærari. Í [...] trý børn. Jóannes (1898-1967). Var ógiftur og búði á Velbastað. Jóannes var skiparalærdur og førdi Hero í 1927. Annars sigldi hann sum bestimaður og maður, til hann vegna sjúku legðist uppi. Jóannes las nógv [...] Steinum. Hann var bóndi á Heyggi í Kollafirði og giftist við Jensiu Clementsen (1912-82) av Sandi. Tey fingu seks børn. Helfred (1909-2002). Giftist í 1933 við Jógvan Heinesen (1900-89) á Viðareiði. Tey fingu
og hann tók Allan Kennedy og á honum stóð so navnið á tí, sum skuldi handa Gerrard steypið, sigur Ronni á Krákusteini. »...and to present the Man of the Match trophy Ronni á Krákusteini from the Faroe Islands« [...] hevur bryggjaríið kortini framvegis eina sonevnda lounge á Anfield Road, eftir at teir í mannaminni hava havt sítt navn skrivað á bringuni á Liverpool-leikarunum. - Vit høvdu frætt, at Poul Hansen, heilsøla [...] at sleppa at heilsa upp á Steven Gerrard og handa honum steypið. Alt gekk so skjótt fyri seg, men hann segði so »Nice to meet you«, tá hann tók í hondina á mær, sigur Ronni á Krákusteini. Stolti føroyingurin
greitt Per Ung frá, hvør Ólavur á Heygum var, hvat hann tókst við, og hvussu hann sá út. Ólavur á Heygum, ið varð føddur í 1866, var sjáldsama virkin maður. Hann bygdi handilshús á Heyganesi í Vestmanna og gekk [...] var í løgtinginum ímóti, at júst Ólavur á Heygum skuldi standa á odda fyri ætlanini at framleiða ravmagn í Fossá. Jóannes Patursson stuðlaði allatíðina Ólavi á Heygum, men mótstøðan ímóti honum í Dimmalætting [...] tveimum vikum síðan var royndi myndahøggarin úr Oslo og hugdi at plássinum á Heygum í Vestmanna, har nýggj standmynd av Ólavi á Heygum skal standa. Finnbogi Christiansen, Ólavur Hátún og aðrir í einum
kortini ein fjarstøða, sum fær mong at ivast í, um nakað gott kann koma úr fjarskotnu bygdini á vestursíðuni á Suðuroynni. Skulu tey av bygdini, er neyðugt at fara upp í fjøllini at koyra, eftir bæði smølum [...] inn í eitt nýbygt hús í Fámjin. Tora út at spæla Hyggur tú eftir fólkatalinum í bygdini her á vestursíðuni á Suðuroynni sæst, at tað væl er minkað síðani 1985. Men tað er ongatíð farið niður um 100 tey [...] meðan teir báðir í 6. flokki fara til Trongisvágs at halda fram við skúlagongdini. Sum víst á aðrastaðni á síðuni, eru rættiliga nógv børn undir skúlaaldur í Fámjin. Hetta ger uttan iva eisini sítt til
hesin eina nátt í februar 2009 fór oman á Bursatanga, har línubáturin Váðasteinur. Hann fór úr einum morgunballi oman á bryggjuna, tí umborð á bátinum var ein maður, sum hevði borið seg ljótt at móti fyrrverandi [...] Álop á samfelagsskipanina Ákærin brúkti ikki vøkur orð í síni lýsing av manninum og kallaði hann bæði øran og óreinan. Álopið á varafútan var væl lagt til rættis, og tað var ikki bara eitt álop á varafútan [...] roynt at smugla 38 gramm av hassji til Føroya. Hann varð tikin á flogvøllinum, tí hundurin hjá tollvaldinum hevði snodda hassjið. Illur inn á varafútan Álvarsligasta málið var um, tá ið hann í mai í fjør
hann og hinir síðani á nýggjárinum bara hava verið heima í sambandi við landsdystirnar, so fylgja teir væl við í føroyskum fótbólti. - Vit hoyrdu útvarpingina á Rás2, tá ið ÍF vann 3-1 á B68, og vit fara at [...] m í Kaplakrika á Hafnafirði at skora sigursmálið, hóast teir vóru undirmannaðir. - Vit høvdu nógv meiri spæl og fleiri møguleikar. Teir høvdu ein opnan møguleika, sum teir skoraðu upp á, og so fingu teir [...] m í Vali. Tað er vinstri vongverjin, Pól Jóhannus Justinussen, sum vit tosa við. Hann er fastur maður á liðnum. Tað eru Jónas Þór Næs, sum er vongverji í høgru, og Christian R. Mouritsen, sum er framrættaður
Men alt bendir á, at hetta eru ógvuliga rólig skip í sjónum . Á veg heim úr Spaniu hevði Kristjan Karl konu sína Lis og yngstu dóttrina Rebekku við sær. Spurdur, um tær ikki høvdu sjóverk á ferðini, sigur [...] eisini eru bygdir á M.Cies skipasmiðjuni í Vigo í Spaniu. - Troldekkið er innilokað, og hetta eru eisini breiðari og rúmligari skip. Umstøðurnar hjá manningini eru sera góðar. Hvør maður hevur egið kamar [...] ávísan mun varð roynd. Kristjan Karl sigur, at teir á hesum túri ikki fingu røttu myndina av útgerðini, eitt nú tí, at tíðin var so stutt og tí, at dýpið á leiðini, teir royndu, ikki er sum hjá okkum. - Eftir
steðgaðu á í Týsklandi á veg til Danmarkar, meðan aðrir koyrdu beinleiðis úr Venezia til Danmarkar. Tann 14. juli vóru teir seinastu motorsúkklurnar aftur í Danmark, men tá høvdu tær eisini verið á ferð í [...] hava teir verið uppi á 10, men tað var bert tí einu ferðina. Teir koyra fyri tað mesta á Streymoynni og í Eysturoynni, men onkur hevur eisini verið onkran túrin í Vágum. Teir eru allir á einum máli um, at [...] Nielsen, Sofus Jacobsen, Torkil Hansen, Torbjørn Hansen, Sjúrður Eldevig og Kaj Heri Joensen á motorsúkklu úr Danmark á ferð til alskyns støð í Europa. Ferðin gekk gjøgnum heili sjey lond. Tey vóru: Danmark
at síggja nakra orsøk til eisini at taka henda spurningin upp á fundinum týsdagin og vísir til, at landsstýrið enn einki hevur fyrireikað á hesum øki. -Tað einasta, sum tikið verður uppí, er, at vit fara [...] snúgva seg um at viðgera mál, ið hava ein akuttan tørv á at verða loyst. -Hvat viðvíkur ríkisrættarliga spurninginum, so er tað fyrsta, sum hendir á tí økinum, at Føroya løgting skal samtykkja at fara undir [...] henda á hesum øki uttan, at fólkið er spurt fyrst. Har verða ikki færri enn tvær fólkaatkvøður um hesar spurningar, so eingin eigur at bera ótta fyri, at nakað verður kroyst niður yvir høvdið á fólki.
Tróndi Vatnhamar, sum bjargaði. AB-TB 0-1 Argjamenn komu heilt niður á jørðina á heimavølli, eftir at teir næstsíðst fingu góðan sigur á Sandi. Ta ferðina vunnu teir 1-0, og hesa ferð taptu teir 1-0. AB hevði [...] 1. DEILD Tað gongur javnt á í toppinum. Mest støðuga liðið higartil hava leirvíkingar átt. LÍF hevur ikki tapt, og teir eru einsamallir á fremsta plássinum. Tvørámenn skinklaðu fyrstu umførini, men tríggjar [...] iga omaná. Ronnie Hansen varð vístur av vøllinum, tá ið hann á egnari málstriku nýtti hondina at bjarga við. Fríðin Ziskason skoraði upp á brotssparkið, og Hans Michael í Mittúni økti til 2-0 dygst undan