Hann skal gera standmynd av Ólavi á Heygum

Norski myndahøggarin, Per Ung, hevur fingið litið upp í hendi at gera standmynd av Ólavi á Heygum í Vestmanna. Tann 77 ára gamli myndahøggarin hevur frammanundan gjørt standmyndir av bæði Jesusi og Fridtjofi Nansen, og tá hann sá mynd av Ólavi á Heygum í stavnhettu og sjóstúku, ivaðist hann ikki í, hvussu standmyndin skuldi síggja út. – Hann var ein fattur framtaksmaður, og soleiðis verður standmyndin eisini, sigur Per Ung

Fyri tveimum vikum síðan var royndi myndahøggarin úr Oslo og hugdi at plássinum á Heygum í Vestmanna, har nýggj standmynd av Ólavi á Heygum skal standa. Finnbogi Christiansen, Ólavur Hátún og aðrir í einum áhugabólki standa fyri ætlanini at fáa standmyndina gjørda, og teir hava greitt Per Ung frá, hvør Ólavur á Heygum var, hvat hann tókst við, og hvussu hann sá út.

Ólavur á Heygum, ið varð føddur í 1866, var sjáldsama virkin maður. Hann bygdi handilshús á Heyganesi í Vestmanna og gekk undan at fáa vestmenningum skip og sleipistøð. Eisini tók hann stig til at stovna Føroya Banka, keypti fyrsta føroyska trolaran, Lord Alfred Paget, fekk í lag telefonsamband millum Vestmanna og Havnina og tók stig til at framleiða streym burtur úr vatnorku í Fossá í Vestmanna.

Framtakshugaði vestmenningurin hevði tó ikki bara viðgongd í sínum lívi. Tá pengar skuldu setast í Føroya Banka, komu føroyingar bara við fimm prosentum av neyðuga partapeninginum. Trolarakeypið gjørdist honum ein dýr søga, og hørð mótstøða var í løgtinginum ímóti, at júst Ólavur á Heygum skuldi standa á odda fyri ætlanini at framleiða ravmagn í Fossá.

Jóannes Patursson stuðlaði allatíðina Ólavi á Heygum, men mótstøðan ímóti honum í Dimmalætting var hørð, og danskir embætismenn í Havn settu føtur í spenni ímóti ravmagnsætlanini og komu til ta niðurstøðu, at Ólavur á Heygum var ikki álitismaður. Í 1921 hevði hann í 15 ár strongt á at fáa gjørt vatnorkuverk í Fossá, men tá varð honum endaliga sýtt at fara undir ætlanina, og í 1923 doyði hann.


Nansen fyrst

Minnið um Ólav á Heygum skal tó sleppa at liva, halda vestmenningar, og tí hava teir gjørt av at reisa standmynd av honum á Heygum, har hann fer at skoða út yvir Heyganes og sleipistøðina, ið hann læt gera. Stavnhettan og sjóstúkan bera boð um ein mann, ið hugsaði stórt, sigur Per Ung, tá vit hitta hann á Hvonn í Vágsbotni, har hann kveitir yvir á standmyndina av Nólsoyar Pálli.

– Eg havi koyrt runt í Føroyum og sæð nógvar standmyndir. Her eru nógvar góðar, og Hans Pauli Olsen er ein sera dugnaligur myndahøggari. Føroyar eru hepnar at eiga ein so hugflogsríkan myndahøggara, sigur Per Ung, sum gjørdi sínar fyrstu standmyndir í 50'unum og sostatt er ein av royndastu norðurlendsku myndahøggarunum yvirhøvur.

Standmyndin av Ólavi á Heygum verður góðar tveir metrar høg, og gongur alt sum ætlað við fíggingini, verður hon liðug á ólavsøku um tvey ár. Per Ung hevur tvær standmyndir at gera, áðrenn hann fer undir standmyndina av slóðaranum í Vestmanna. Onnur er av Fridtjofi Nansen á eldri árum, tá polarfararin var vorðin politikari, og frammanundan hevur hann gjørt eina standmynd av Nansen á yngri árum.

– Eg arbeiði við fleiri verkum í senn, og eisini gera eg og kona mín í løtuni eitt astrologiskt ur, sum skal standa við høvuðsgøtuna í Oslo, Carl Johan. Býarlív hevur altíð givið mær stóran íblástur. Eg varð upprunaliga smittaður sum av sjúku, tá eg sá mongu standmyndirnar í Oslo, og tær vóru orsøkin til, at eg sjálvur vildi gerast myndahøggari, sigur Per Ung.


Klassiskan íblástur

Per Ung hevur sjáldan verið lovprísaður í ummælum, tí í eini ummælaraverð, sum áhaldandi vil síggja skeivar modernistiskar vinklar, verður hildið, at klassiski stílurin hjá Per Ung leggur lítið nýtt aftrat tí, sum grikskir og romverskir myndahøggarar avrikaðu. Kortini hevur Per Ung ongantíð vikið frá sínum klassiska íblástri, og ein av hansara heilt stóru fyrimyndum er Michelangelo.

– Eg eri fyrst og fremst hugtikin av mannakroppinum, og tað einasta, eg tími at gera, er standmyndir. Eg vil ikki broyta samfelagið við míni list, men siga søguna um mannakroppin við at yvirdríva formarnar, so ljós og skuggar sleppa at spæla frítt, og fólk merkja tað, tey síggja. Mítt mál er at fáa lív í deytt tilfar, sigur Per Ung.

Yngri myndahøggarar hava mangan spurt hann, hvat krevst fyri at gerast ein góður myndahøggari. Um teir væntaðu at fáa eina vegleiðing um, hvussu standmyndir skulu gerast, gjørdust teir ivaleyst vónbrotnir, tí Per Ung hevur eittans svar upp á tann spurningin. Um tú ikki kanst lata vera, so hevur tú ein kjans. Tað snýr seg um at hava hug.

– Eg fór á listaskúla sum 18 ára gamal, og sum 21 ára gamal vann eg eina kapping, sum gav mær eina ávísa umrøðu. Men tey næstu 20 árini vóru hart arbeiði við ongum pengum og nógvum stríði. Ikki fyrr enn eg var farin um tey 40, kundi eg liva nøkulunda av míni list. Í dag livi eg væl og kæri ikki mína neyð, sigur tann 77 ára gamli norski myndahøggarin.


Universella listin

Meðan bilarnir strúka framvið í Vágsbotni, og skipini hvíla við Molan, fer hann at hugleiða um meiningina við at skapa list. Menniskjan fekk fyri mongum túsund árum síðan hug at tekna seg sjálva, og tað fer hon at halda fram at gera, tí hon hevur áhaldandi tørv á at avmynda og skoða seg sjálva, eins og grikkar gjørdu, tá teir teknaðu sínar egnu skuggar í sandin.

– Vit ferðast upp á mánan, men vit fara altíð at forma okkum sjálvi í leiri. Standmyndin gevur okkum eina visuella uppliving av nøkrum, sum er ítøkiliga til staðar, og sum vit skilja. Kanska er tann klassiska standmyndin ikki nýskapandi, eins og avantgardisman sigur seg vera, men hon er universell og verður standandi sum góðska, sama hvørji rák eru uppi í tíðini, sigur Per Ung.

Nógv bendir á, at klassiski stílurin og evnini hjá Per Ung at fáa deytt tilfar at liva fara at síggjast aftur í standmyndini av Ólavi á Heygum, tí gipsmodellið, sum hann hevur gjørt, ímyndar ein hábærsligan mann á fastari grund, ið virkar sera nærverandi, tí eitt vindblak fær klæðini at liva. Og soleiðis fer Ólavur á Heygum at standa og líta út yvir Heyganes.

– Eg fegnist nógv um at vera sloppin at gera standmyndina av Ólavi á Heygum, og eg má siga, at Føroyar eru inspirerandi at uppliva. Tit eru tættari knýtt at søguni enn norðmenn og virðismeta tað, sum fólk hava avrikað. Eitt skilji eg kortini ikki, og tað er, at ongin standmynd av Williami Heinesen er at síggja her. Átti hann ikki at fingið eina standmynd eisini, spyr Per Ung at enda.