stívu og køldu plátur at livna. Antin tað so eru kvinnur ella djór, hann hevur gjørt, so tykist tað, sum tey røra seg, tá tú gongur framvið. Ein fragd fyri eygað! Og hygg so seyðirnir uttanfyri, so væl í
Sjálvsagt hevur Poul Johannes ikki altíð sæð tað sama út, sum fyri gott 50 árum síðani, tá eg kom at kenna hann. Men fyri mær hevur hann ongantíð verið tann gamli maðurin. Gamal drongur, lat gá. Lættur [...] álitisstørvini millum ár og dag. Fáur man hava verið kassameistari og granskoðari í so mongum feløgum sum hann. Og í nevndum. Serliga kemur mær til hugs Varðan, ungmannafelagið Merkið og Havnar Sjónleikarfelag [...] ð ikki minst! Har legði tú at kalla alt, tú átti. Og eg hugsi ikki, at tú kendi tað so ótakksamt, sum tað mangan veruliga var. Tú vart og er framvegis góður við Sjónleikarfelagið, tað veit eg, og við
hann í gjár byrjaði almennu vitjan sína í Føroyum. Tað er Edmund Joensen, løgmaður, sum er vertur fyri vitjanini, sum varir í tveir dagar. Jonathan Motzfeldt, kona hansara, Kristjana Motzfeldt og restin [...] døgurða á Hotel Føroyum um kvøldið saman við landsstýrisformanshjúnunum. Tað eru løgmaður og frúa, sum eru vertir við tann døgurðan. Mikudagin endar vitjanin, og farið verður av stað aftur. Farið verður
Vit hava ein fiskastovn undir Føroyum, sum sambært Fiskirannsóknarstovuni tolir eina roynd upp á 30.000 tons. Men vit fiska hann ikki. Vit hava skip í Føroyum, sum kunnu fiska av hesum stovni og geva arbeiði [...] hendan stovn. Ein stovn, sum vit eiga sjálvir. Tí hann er bara á føroyska grunninum. Tað er tí óneyðugt við samráðingum við aðrar tjóðir fyri at sleppa at fiska. Hálvt ár í vinnuloysi Sum støðan er í dag, sigur [...] steðga, tí hon var við til at oyða hýsustovnin. Grundin var, at trolararnir fingu so nógvan hýsuyngul sum hjáveiðu. Tað var eisini rætt, sigur Bergur Poulsen. Men síðan tá eru so stórir batar hendir í reiðskapinum
oljufeløgini, sum hava fingið fyrispurning frá myndugleikunum. Soleiðis sum Sosialurin skilur málið, so hava føroyingar tikið tað fyrivarni, at vit vilja ikki útiloka, at vit gera krav uppá økið, sum bretar hava [...] oyggjar, sum bretar byggja sína fullu vekt á. Sum Sosialurin skilur og tulkar (fyri egnu rokning) málið, hevur talan higartil verið um ymsar hólmar, men tað finnast eisini aðrar oyggjar, sum heldur ikki [...] hesum máli. Og tiltakið tykist nú vera tað skrivið, sum danskir myndugleikar í farna mánað sendu bretsku stjórnini. Hetta skrivið varð sent um sama mundið sum bretsku myndugleikarnir vóru við at leggja seinastu
nokk flutt seg eitt sindur á føroyska landgrunninum, men tað, sum vit alla tíðina hava havt sum útgangsstøði, er, at vit hava eitt petti, sum er millum bretsku versiónina av fiskarílinju og tí føroysku. [...] nýggja stjórn í Bretlandi, sum hevur sagt, at hon vil hava, at nakað skal henda. Nú bíða vit spentir eftir at síggja , hvat bretar meina við og nær teir koma við nøkrum, sum líkist einum samráðingaruppleggi [...] pleggi millum tvey lond, sum eru grannalond og sum skulu liva í sátt og semju og góðum grannalag og vónandi í samstarvi í framtíðini. -Nú hevur ein skilt, at bretar eru rættiliga vónsviknir av, at føroyingar
men teir máttu lúta fyri liðnum úr høvuðsstaðnum, sum kláraði at halda høvdið kalt, tá mest umráddi, og sum seinastu fimm minuttirnar gjørdi tað, sum VÍF vanliga plagar at gera: avgera dystin. H71 var [...] kappast við VÍF í oddinum. Fyrsta dystin millum liðini vann VÍF við slíkum tølum, at alt tos um H71 sum meistaralið brátagnaði. Tað gjørdi tað ikki hesaferð, og bæði spælarar á H71-liðnum og mótstøðumenn [...] størri í ár enn hon var í fjør, og í spælandi venjaranum, Hans Guðmundssyni, hava teir fingið spælara, sum styrkir um liðið. Hann er sjáldan toppskjútti, men hann ger eingi mistøk, spælir væl í verju og í álopi
og tær taptu 3-0. OB liggur á triðja plássi, og heldur fast um hetta pláss eftir sigurin á Rødovre, sum er nummar 4 við 19 stigum. Odda- og meistaraliðið HEI tapti fyri fyrstu ferð í 14 mánaðir, tá Fortuna
Kravl í starv sum landsliðsvenjara. Hann tekur við eftir René Thomsen, sum er farin aftur til Danmarkar. David Kravl, sum eisini er dani, fer í hesi vikuni at taka út svimjarar til NJM, sum verður 13. og [...] og 14. desember í Oslo. Hann fer eisini at taka út eitt landslið, sum fera at arbeiða fram ímóti Oyggjaleikunum á Gotlandi í 1997 og øðrum altjóða kappingum.
til 6-6. So fóru gestirnir aftur fram um, hesaferð 9-6, men eftir stuttari løtu var tað Stjørnan, sum fór fram um, tá tær gjørdu tað til 10-9. Seinastu minuttirnar fyri hálvleikin fór StÍF fram um aftur [...] stundum stirvið, og verjuspælið var ikki allatíðina sannførandi. Í málinum høvdu tær Sigrid Andreasen, sum er ættað av Viðareiði, men nú er búsitandi á vestarumegin á Skálafjørðinum, og hon stóð seg avbera [...] málunum, hon gjørdi, vóru góð. Hjá Stjørnuni snúði nógva av álopsspælinum seg um Joan Midjord Joensen, sum skoraði 10 av málunum hjá heimaliðnum. Vanligi toppskjúttin, Simona Hansen, brúkti mesta av tíðini