rin rør í løtuni ein hin tyngsta róðurin í søgu floksins. Søgurnar hava leingi gingið um, at innanhýsis í Sambandsflokkinum hevur stríð valdað og seinastu dagarnar hava prógvað, at limirnir í tingmanningini [...] okkin í Havn og Klaksvík hava eisini givið til kennar, at teir ikki vóru samdir við avgerðini hjá tingmanningini at stuðla fyrrverandi Fiskimálaráðharranum. Nú hoyrist eisini, at fleiri limir í Samban [...] kennist ómetaliga sárt at síggja støðuna Sambandsflokkin í dag. Hann lýsir flokkin fyri at vera høvuðleysan, sum hann málber seg. ?Flestu fólkini í tingmanningini arbeiða ikki fyri flokkin, men bara fyri
eiði. Í nov. 2002 var evnið »Kristin í nútíðarsamfelagnum«, meðan evnið hesuferð er: »Sorg og kreppa«. Valið av hesum evni er ikki tilvildarligt. Felagið Agape hevur nú verið virkið í Føroyum í nøkur ár [...] við, at eitt árskeið var í sálarrøkt og familjuráðgeving í 1998-1999, sum Agape í Danmark stendur fyri. Vit vóru 18 luttakarir. Á hesum skeiði kom hugsanin at stovna Felagið Agape í Føroyum, og varð ein nevnd [...] i frá Agape í Danmark. Nógv hava brúkt hetta høvi og í stytri ella longri tíðarskeið gingið til samtalir. Undirvísing: Tá danski ráðgevin vitjar, hevur hann eisini undirvísing ymsastaðni í landinum. Evni
árini, og í fjør gjørdist hon nummar tvey í atkvøðugreiðsluni um at gerast ársins leikari. Útlendingar í óvissu Enn er óvist, hvussu verður við teimum trimum litavisku leikarunum, sum vóru í Vági seinasta [...] neyðug pappír inn á donsku ambassaduna í Litava, og nú bíða vit eftir svari frá myndugleikunum, sigur Bogi Mortensen, formaður í hondbóltsdeildini hjá VB. Nú bíða tey í Vági spent eftir, um Innlendismálaráðið [...] VB hevur verið við til at mynda oddin í kvinnuhondbólti seinastu árini. Síðsta kappingarár fekk VB silvur í lands- og steypakappingini, og í 2003 struku VB-kvinnurnar avstað við øllum og vunnu greipuna
og grønlendingar uppí, sigur Viveka Eriksson, formaður í álendska Lagtinget. Her sipar hon til, at eftir hennara tykki eiga oyggjasamfeløgini, sum eru við í Norðurlandasamstarvinum, at hava eitt sindur [...] Áland ikki er við í skattaavtaluni hjá ES, sleppa fólk, sum ferðast við hesum skipunum enn sum áður at keypa tollfrítt umborð, um skipini bert leggja at í Álandi. Tað eru tó ikki øll í Álandi, sum eru eins [...] Álendingar ráða føroyingum til at taka tað róligt í samband við spurningin um limaskap í ES. Áland hevur eina seravtalu, sum álendski løgtingsformaðurin heldur, at føroyingar eiga at fylgja við, áðrenn
at seta Høgna Hoydal í samband við nazistarnar. Og so kemur sjálvur formaðurin fram. Í stíli við sínar partamenn nýtir hann í gjár skendskar lygnir í royndini at seta Høgna Hoydal í bás við tað stýrið, [...] Eidesgaard í bløðunum í gjár tað øvuta: Hann gevur Katrini Dahl Jacobsen rætt! Sambært Eidesgaard KANN Høgni Hoydal veruliga samanberast við eitt av størstu bølmennum í mannasøguni. Formaður Javnaðarfloksins [...] atburð, sum leiðsla Javnaðarfloksins sýnir í løtuni. Tí eru í løtuni tíverri ikki útlit til, at nøkur breið tjóðskaparlig semja verður funnin í bræði. Hóast nógv, bæði í Fólka- og Tjóðveldisflokkinum, fegin
fyrstu ferð, at slík ráðstevna er í Føroyum, og tí eru sjúkrasystrarnar spentar um, hvussu hetta fer at spæla av. Fjølbroytt ráðstevna Jóhanna Andreasen er formaður í nevndini hjá felagnum fyri psykiatriskar [...] fyrilesturin er hjá Tórmóð Stórá. Hann lesur til sálarlækna, og hann hevur í hesum sambandi skrivað eina ritgerð um sjálvmorð í Føroyum. Hann fer at leggja úrslitini fram á ráðstevnuni, og tað verður áhugavert [...] støðan er í Føroyum hesum viðvíkjandi. August Wang gjørdi eina ritgerð um sama evni fyri nøkrum árum síðani, og Tórmóð hevur síðani arbeitt víðari við hesum. Hann hevur granskað aldurin, kynið og hvar í landinum
vitleyst at ríva SEV-tornið í Øravík niður. Tornið hevur byggilistarligt og søguligt virði og tað loysir ongar trupulleikar at ríva tað gamla niður. Mortan Winther Poulsen, formaður í Føroya Forngripafelag, [...] allarfyrstu elektrisitetstíðina í Føroyum. Tí halda vit, at tað hevur stóran týdning at varðveita tað. ?Suðuroyingar vóru teir fyrstu í Føroyum, sum fingu streym fyrst í tjúgunum. Tá ið transformatortorn [...] ongin kunnleiki á hesum økinum. Í Danmark bygdu tey slík torn av tigulsteini og tí var sami máti eisini brúktur í Føroyum. Mortan Winther Poulsen vísir á, at serliga í Suðuroy er nógv gamalt rivið niður
hann vil fegin koma í samband við norðoyingar, so teirra sjónarmið eisini koma við, tá avgerðir skulu takast. Rani Nolsøe, menningarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur verið formaður í bólkinum, síðani hann [...] Leirvíksfjørð kundi fáast at virka betur. Í januar 1999 varð eitt tilmæli handað táverandi stjóranum á SSL. Hóast bólkurin hevði fingið lyfti um at verða hoyrdur í málum, ið viðkoma skipunum, sum sigla um [...] Djurholm, landsstýrismanni við samferðslumálum og Klaksvíkar Býráði, aftur til verka. Í bólkinum eru umboð fyri vinnuna í Norðoyggjum, manningina umborð á strandfaraskipunum, Norðoya Vinnulívsráð, brúkara
Fyritøkan varð stovnað í 2001 við at sápuvirkið Sjøfn hf, ið varð stovnað í 1932 og Mjøll hf, ið varð stovnað í 1942, vórðu løgd saman. Fyritøkan er á Akureyri og í Reykjavík. Partaeigarar í Mjøll hf. eru Sjøfn [...] P/F Kemilux Industri í Tórshavn í Føroyum og Mjøll hf. á Akureyri, Íslandi, hava skrivað undir ein samstarvssáttmála, har Mjøll hf keypir ein triðing av partabrøvunum í P/F Kemilux Industri. Hinir par [...] Mjøll hf. selir fyri uml. 43 milliónir Dkr. Trygg marknaðarstøða í Føroyum P/F Kemilux Industri heldur til í Tórshavn. Fyritøkan varð stovnað í 1965, og tann sama familjan hevur mest sum tikið sær av rakstrinum
milliónir í yvirskoti eftir at avdráttirnir eru goldnir. Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til tølini, áðrenn álitið er liðugt. Uppskotið frá meirilutanum í fíg [...] tekur minnilutin undir við. Tað vil í hvussu so er siga, at í hesum málinum draga meiriluti og minniluti í fíggjarnevndini ikki somu línu. Til úrslitið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini, ið hevur megnað [...] 91 milliónir krónur. Í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg fyri næsta ár eru 14 millióni krónur settar av til samferðsluhavn í Syðradali. Óli Breckmann váttar, at meirilutin í fíggjarnevndini hevur