Felagið Agape: Vikuskiftisskeið í Havn 20.-21. februar

TÍÐINDASKRIV

Hetta er aðru ferð, at Felagið Agape skipar fyri almennum vikuskiftiskeiði. Í nov. 2002 var evnið »Kristin í nútíðarsamfelagnum«, meðan evnið hesuferð er: »Sorg og kreppa«.
Valið av hesum evni er ikki tilvildarligt. Felagið Agape hevur nú verið virkið í Føroyum í nøkur ár. Arbeiðið byrjaði við, at eitt árskeið var í sálarrøkt og familjuráðgeving í 1998-1999, sum Agape í Danmark stendur fyri. Vit vóru 18 luttakarir. Á hesum skeiði kom hugsanin at stovna Felagið Agape í Føroyum, og varð ein nevnd vald at skipa fyri arbeiðinum.
Samtalur: Eitt, sum vit sóu tørv á, var at kunna bjóða fólki regluliga samtalu við sálarfrøðing, sum arbeiðir á einum kristum støði, og hava vit síðani 2000 annanhvønn mána havt vitjan av familju- og psykoterapeuti frá Agape í Danmark. Nógv hava brúkt hetta høvi og í stytri ella longri tíðarskeið gingið til samtalir.
Undirvísing: Tá danski ráðgevin vitjar, hevur hann eisini undirvísing ymsastaðni í landinum. Evni, sum hava verið frammi, eru t.d. "Samskifti í heimi og meinigheit" - "Tvístøður, hvussu loysa ella liva við teimum" - "Parforhold" - "Foreldur og tannáringar" - "Kenslu- og trúarlív". Øll evni, sum hava við lív, trúarlív og samskifti manna millum, kunnu verða tikin fram.
Royndirnar hesa tíðina gera, at vit júst velja evnið: "Sorg og kreppa" fyri skeiðið 20.-21.februar, tí tað sýnist, sum so sera mong liva við kanska ókendari sorg, sum tyngir gerandisdagin. Sorg um torføran barndóm, torførar familjuumstøður, mistan førleika, sáraðar kenslur, svikið álit - ein kann sjálvur halda á. Og mong uppliva størri ella minni sálarliga kreppu, sum kann vera torfør at arbeiða við.
Ein høvuðspurningur á skeiðnum er: Hvussu arbeiða við egnari sorg/ kreppu? Og annar høvuðsspurningur er "Hvussu stuðla øðrum, sum eru í sorg/kreppu".
Undirvísarir eru hjúnini Connie og Mads Noer, bæði familju- og psykoterapeutar við drúgvum royndum við samtalu og ráðgeving.
Skeiðið verður í Meinigheitshúsinum í Havn og er kostnaðurin 450 kr. Skrá verður send til missiónshús og limir í Agape kring landið. Eisini ber til at fáa meira at vita um skeiðið og skrá hjá nevndarlimunum á Agape.
Í nevndini eru: Sólbjørg Símunarson, Argir, formaður, tlf. 310899,
Anna Nesá, Norðagøta, næstformaður, tlf. 441440,
Viggo Johannesen, Tórshavn, kassameistari, tlf. 321175,
Arndis Lindberg, Tórshavn, tlf. 31374.

Næstu ferð vit fáa vitjan niðrifrá er longu 5.-7. februar. Pláss er nú fyri fleiri til samtalu. Eisini er at nevna, at Mads Noer, sum er komin hendanveg í umleið eitt ár, niðri verður nógv brúktur sum ráðgevi og hjálpari til "konfliktloysn" í bólkum og á arbeiðsplássum. Um onkur tí er, sum ynskir samtalu - ella undirvísing í kristnum felagsskapi ella á arbeiðsplássi, ella einans vil spyrja um hetta, so ber somuleiðis til at venda sær til ein nevndarlim. Ella send eitt e-mail til
[email protected]

Av okkum, sum vóru á ársskeiðnum í Agape, eru fleiri, sum eisini fegin vilja hava eitt kvøld sum t.d. viðvíkja parforholdi, samskifti, vitjunartænastu. Er áhugi fyri hesum, er bert at seta seg í samband við Felagið Agape!