sum verður hildin í Filadelfia í Havn, er at savna tær musikalsku kreftirnar úr teimum ymisku samkomunum í Føroyum í eitt stórt gospelkór, sum skal luttaka á stórfingnari stevnu í Ítróttarhøllini á Hálsi [...] fluttur til Føroya og býr í Havn. Lena er kend í fleiri høpum, mest í Danmark, men eisini í Onglandi og á tí afrikanska meginlandinum, og hon hevur gjøgnum 10 ár sungið seg inn í hjørtuni á mongum dana. [...] gudstænastu í Keypmannahavn tann 1. apríl. Byrjaði sum 11 ára gomul Tónleika karriera hennara byrjaði í smáum í hvítusunnusamkomuni Betania í einum lítlum landsbýi. Báðir brøður hennara spældu guitar í sunnu
at tátta í, so vóru desember lønargjaldingarnar so stórar, at tað eigur at vera tátta í búskaparliga. Tað átti at verið óneyðugt at sagt, at eingin analysa má taka støði í einum einstøkum mánaði. Sjálvsagt [...] so er sethúsaprísurin í dag lægri enn hann var í 1985. Tvs. at sjálvt um eftirspurningurin eftir húsum er øktur munandi seinastu árini, so er prísurin í dag enn lægri enn hann var í 1985. Neyvan kann sigast [...] var fram til november, so eigur at vera tátta í longu tíðliga í vár.? og á síðu 3 stendur: ?Nýggjastu tølini geva orsøk til álvarsliga at umhugsa at tátta í búskaparliga?. Niðurstøðan er sostatt, at sjálvt
ymsum játtanum í fjør, og sum sostatt skulu játtast av nýggjum í ár. Talan er um játtanir til ymisk endamál, sum tað ikki eydnaðist at brúka í fjør av ymsum orsøkum og so fellur hann aftur í landskassan. [...] Leygardagin fer Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, at leggja tað fyrstu eykajáttanarlógina í ár fyri tingið. Landsstýrismaðurin sigur, at tilsamans hevur hann søkt tingið um eykajáttanir [...] játtanir, sum eru fluttur frá einum øki ár, til onnur. Uppi í eykajáttanarlógini eru eisini einar 900.000 krónur, sum fiskimálastýrið hevur fingið inn í óvæntaðum inntøkum, sum nú verða játtaðar til ymisk endamál
fram, at íløgumarkið, sum er ásett av fíggjarmálastýrinum ikki er fallið í góða jørð í Fuglafirði, tí fleiri av neyðugu íløgunum í býnum eru settar á bíðilista, meðan aðrar verða gjørdar yvir raksturin ístaðin [...] fundinum týskvøldið, men av tí, at nýggjar upplýsingar eru komnar frá løgmanni í tí málinum, valdi býráðið at senda tað málið aftur í fíggjarnevndina. Kortini fekst ein greið mynd av, at býráðið sum støðan er [...] tikin til hetta málið enn, og eftir tí, sum vit hava frætt, kemur tað fyri á býráðsfundi aftur í marts mánaði.
rættindini í ES, tað sum millum manna ofta verður rópt ES-grundlógin. Í farnu vikuni viðgjørdi Gunnar Jansson í tíðindaskrivi í álendsku bløðunum og í samrøðum við álendska útvarpið støðu Álands í ES sum eitt [...] umboðunum í Europatinginum. Hetta fer at vera ógjørligt at fáa ígjøgnum, tá finska umboðanin minkar niður í 13 umboð. (Fólkatalið í Álandi er hálvt prosent av tí finska). Einasta pallur í ES-skipanini í dag [...] Áland hevur bert ein lim í finska ríkisdegnum. Hann, ið situr á sessinum í løtuni, eitur Gunnar Jansson og hevur umboðað Áland í finska tinginum í samfull 17 ár. Og tað er eingin líkasælur lokalpatriotur
við tænastuna, tá sendarin slóknar í heilum. »Í seinastuni hevur verið heldur frægari, men einaferð í januar var heilt galið. Tá vóru bæði Mb-sendarin og FM-sendarin í ólagi so tá var ringur standur«, sigur [...] Tað hevur fingið sinnini í kók, at millumbylgjusendari útvarpsins hevur verið so svikaligur í seinastuni. Útvarpið hevur fingið fleiri klagur um sendaran, men har fáa tey ikki gjørt stórvegis annað við [...] røkkur nevniliga bara eitt sindur út frá landi. Men tað eru ikki bara sjómenninir, tí tey, sum eru í bili og í fleiri bygdum hoyrist FM so illa, at hon ikki kann brúkast. Gera okkara ítarsta Á Føroya Tele situr
er at luttaka í HM-undankappingini, sum verður í januar mánaði komandi ár, men burtursæð frá hesum, er einki konkret á skránni enn. Arbeitt verður tó við at fáa onkrar venjingardystir í august ella september [...] dystin. Væl nøgdur formaður Eftir dystin sunnudagin í Vestmanna hittu vit formannin í Hondbóltssambandinum, Petur Ova Joensen, og spurdu vit hann, hvussu teir í HSF vóru nøgdir við tiltakið. Samanumtikið var [...] A-landslið, sum skuldi umboða Føroyar í altjóða høpi. Grønland fyrsta royndin Helst vóru tað fleiri, sum leitaðu aftur til sjeyti- og áttatiárini, tá føroyska landsliðið luttók í C-HM kappingunum. Síðani tá eru
málið í rættinum, sigur Suni Joensen, formaður í Verkfrøðingarfelag Føroya. Tað vakti ans, tá ið Helena Dam á neystabø brádliga segði leiðaran á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre úr starvi mitt í januar [...] Enn er tað seinasta orðið ikki sagt í málinum um uppsøgnina av Jákupi Mørkøre. Tað er greitt, eftir ein fund ímillum nevndina í Føroya Verkfrøðingarfelag og Jákup Mørkøre og tann uppsagda leiðaran á L [...] er ongin útvegur eftir hjá Verkfrøðingafelagnum uttan at royna málið í rættinum. Fleiri møguleikar Men hóast tað er gjørt av at fara í rættin við málinum, er tað ikki endaliga avgjørt, akkurát, hvussu farast
staðfestur áðrenn fólkaatkvøðuna? »Tað er rætt, at tað í samgonguskjalinum stendur, at heimarætturin skuldi setast í gildi í Føroyum 1. januar í fjør, men tað hevur víst seg ikki at vera gjørligt undir [...] landsstýrismanni í sjálvstýrismálum, at heimarætturin skuldi staðfesta hvør hevði atkvøðurætt til fólkaatkvøðuna og heimarætturin skuldi, sambært samgonguskjalinum, vera staðfestur 1. januar 1999. Vit skriva [...] handan spurningin og at tey tí hava tikið útgangsstøði í verandi lóggávu. Men er tað ikki óheppið, at fullveldisheimasíðan sigur eitt og Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum eitt annað? »Tað er tað sjálvsagt
pengar. Tíð kostar nógvar pengar Formaðurin í Lærarafelagnum vildi í gjár einki siga um krøvini, men í Skúlablaðnum, sum Føroya Lærarafelag gav út í síðsta mánaði, gjørdi Elsa Birgitta Petersen greitt, hvat [...] allan dagin í gjár fundast um nýggjan sáttmála. Semingsmenninir, sum komu upp í leikin fyri einari viku síðani, útsettu tá ein møguligan arbeiðssteðg í eina viku. Og tað var til á midnátt í gjárkvøldi. [...] samráðingar Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið hava verið í samráðingum síðani í heyst. Beint áðrenn felagið skuldi fara í arbeiðssteðg 1. november í fjør, varð ein fyribilssemja gjørd, sum tryggjaði lærarunum