skipan teirra ámillum, at ikki skuldi tosast um fólk og helst ikki um føroysk viðurskifti - einki slatur skuldi koma burturúr. Teir tosaðu um heimland sítt, um mentunarlívið, yrking, sjónleikir og ymist [...] ikki hugsa um meir. Men kortini fór eg at hugsa um, at tað mundi vera okkurt frá fornum døgum, sum eg hevði gloymt, men sum tó rein við meg enn, tó at eg ikki visti av tí, og eg fór at hugsa um, hvørjum [...] millum klakka, og um so mamma kom at síggja meg, var eg erpin. Ofta var hon fámælt, við hvørt meira mælsk, og so hevði hon mangt at siga frá. Hon visti um alt, sum búði úti í haganum, um álvar og risar,
halda fast um gera álvara av at friða gýtingarleiðirnar. Bjarni Vestergaard sigur, at øll vinnan var samd um, at hetta varð tann frægasta loysnin. Sjálvur er Bjarni Vestergaard púra sannførdur um, at tað [...] tí nógvir ringdu til mín at gremja seg um, hvussu óhugnaligt tað var við øllum hýsumurtinum, teir drupu. Bjarni Vestergaard sigur at nú ræður um at halda fast um hesa skipanina. Men tað væntar hann eisini [...] brúkar hann teir, kemur tað ongantíð at henda aftur, at vit fara at fiska okkum um koll, heldur Bjarni Vestergaard. Men um náttúran fer at vinna okkum neisur aftur, sum hon hevur gjørt nú í nítiárunum
rúkandi ósamdur við fiskifrøðingarnar, kemur hann kortini við einum uppskoti um friðing av toskastovninum undir Føroyum. Eingin ivi er um, sigur Johan Petersen, at neyðugt er við gýtingarfriðingum av toskastovninum [...] frá einum øki vestan fyri Sandoynna, norður um og heilt suður aftur á Nólsoyarbankan eystanfyri. Og tað er meira enn John Petersen kann liva við politiskt. Um eitt slíkt tilmæli verður fylgt, sigur John [...] trolið, sum vit einki frætta um.« Tað er ikki nóg seriøst, heldur John Petersen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. »Eg havi fulla virðing fyri fiskifrøðingunum, men hetta irriterar meg.« Vinnan ósamd
í hesum døgum, men fyrireikar seg til, at hetta uppskotið kann verða lagt fram aftur. Og sum ein lið í hesum fyrireikingum fer FA at hava ein kunnandi fund um arbeiðsrætt týsdagin 3. februar, har teir [...] Málið um Arbeiðsrætt Føroya, sum Bjørn á Heygum og Óli Breckmann løgdu fram á tingið týsdagin, hevur sum vera man skapt mikla øsing millum fakfeløgini. Og sum kunnugt var lagt upp til rættiliga orrustu [...] varð lagt fram á tingi. Haraftur ímóti hava fakfeløgini einki ímóti einum víðkaðum gerðarrætti, men hetta skal verða ein semja millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, uttan nakra sum helst uppíblanding frá
verra Ólason í norskum sjógvi, hóast umsitingin visti, at hetta var brot á avtaluna um, hvørji fremmand skip kunnu fiska í norskum øki. Hetta er niðurstøðan eftir at hava kannað, hvat tað var, sum fór [...] sum hevur brotið treytirnar um vernd og umsiting á opnum havi, at fiska hjá einum øðrum avtaluparti. Í somu avtalu (artikkel 3 nr. 5, C) stendur at hetta ikki fær virkning, um ognarviðurskiftini hjá fis [...] taka teir aftur ynskið um at fáa Stakfell inn í norskt øki. Í staðin biðja teir um fiskiloyvi til Sverra Ólason. Fiskivinnudeildin upplýsir ikki fyri norðmonnum, at her er talan um sama skip. Skráseting
fyrrapartin í dag. Málið um Tórsvøll er ikki á skránni, sum er send feløgunum, og um tað skal takast upp, so verður tað gjørt í formansfrágreiðingini ella undir ymiskum. Hetta merkir ikki eintýðugt, at [...] út av, hvat skal gerast og sigast um hetta á aðalfundinum, men tað er ikki vorðið til meiri enn ein partur av ársfrágreiðingini. FSF vil hava meiri ítøkiligt at vita um ognarviðurskifti, leiðslubygnað, [...] eingin avtala er gjørd um, at FSF skal brúka Tórsvøllin, bæði at spæla á og at hava umsitingina í hølum, sum ætlast at hoyra til vøllin: ? Tað hava ongar samráðingar verið um hetta. Tað vil sjálvsagt siga
at sjálvt um tað er sum ÍSF formaður, at eg møti á fundi leygardagin, so eri eg áhugaður at hoyra, hvat fundurin hevur at siga um Tórsvøll. Eg hevði roknað við, at FSF fór at viðgera hetta sum serstakt [...] Stigtakarin til Tórsvøll vil ikki hoyra talan um, at tað er eitt skot fyri bógvin hjá Tórsvølli, at Fótbóltssambandið tykist vera tøvandi. ? Tað hevði komið væl við, um FSF hevði viljað verið við av fullum huga [...] at feløgini fara at gera tað sama, tá tey skulu taka avgerð um, hvar Europa Cup dystirnir skulu spælast. Og í mínari verð er eingin ivi um, at tað fara altíð at vera nógv flest áskoðarar í høvuðsstaðnum
tari. Sjálvt um tað ikki hevur staðið í reglunum, so hava vinnararnir í smápiltadeildini, smágentudeildini, gent-ur 10-12 ár og pinkudeildini verið kallaðir FM vinnarar, men nú skal hetta staðfestast í [...] kappingarreglunum. Onkur ivaspurningur hevur verið um, hvørjir reglar hava verið galdandi, tá tað hevur staðið á jøvnum, eftir at tvey lið hava spælt tveir dystir um eitt pláss í einari deild. Nú ynskir FSF at [...] teir, sum hava fylt sekstan, tá ein dystur verður spældur, skulu hava møguleika at spæla við ? eisini um teir hava fylt eftir 1. januar. Sama broytingin verður gjørd í kappingini hjá kvinnum, men har er
FM. Strandingar spæla í dag á Skála móti KÍF, og hetta eigur á pappírinum at vera ein avgreiðsludystur hjá StÍF. Men móti kollfirðingum er ilt at spáa um úrslitið, tí KÍF hevur jú eisini høllina á Skála [...] bestu deildini hjá monnum hetta umfarið verður ikki spældur fyrr enn mikudagin og er millum Neistan og H71. Neistin hevur álvarsligan tørv á stigum, men tað fyri H71 ræður eisini um at halda tørn fyri ikki [...] hjá kvinnunum Hjá kvinnunum er kappingin brotin um tvøran við trimum liðum í toppinum og trimum í botninum. Eingin oddadystur verður hjá kvinnunum hetta vikuskiftið, og á pappírinum bendir lítið á, at
frá, at hann og nakrir vinir um kvøldarnar hava arbeitt upp á bilin, sum nú er nýsproytaður, reyður og hvítur. Um litin sigur Johan: ? Eg má siga, at hann minnir heilt nógv um sokkarnar? ? Annars koyrdu [...] Johan hevur keypt sær ein nýggjan bil, sum tó ikki er heilt nýggjur - hann er farin um tey 40. ?og forrestin, so er talan um ein Chevrolet Bel Air ´57 Wagon. ? Eg keypti hann í Keypmannahavn, har hann hevur [...] hugsað mær, at bilurin kundi blivið brúktur til at koyra brúðarpør við, sigur Johan í Kollafirði. ? Ella um einir fýra ungir, raskir menn ætlar sær eitt nú á konsert, so kundi eg lættliga koyrt teir, sigur hann