hvat felagið hevur at bjóða, og so bíleggja sær ferðina beinanveg. Hann sigur, at tann møguleikan hava fleiri fólk úti í heimi nýtt. Hann nevnir eitt nú eystureuropearar og amerikanarar, sum hava funnið [...] størri tali í ár enn undanfarin ár. Men eisini týskarar og fransar eru góðir kundar hjá Norrønu, sigur hann. Summasiglingin i ár byrjar eina viku seinni, enn hon gjørdi í fjør, og heldur á til tann 8. september
koppaði hinvegin, mundi vera Costin Dumitrescu. Fyrstu løtuna av dystinum hevði hann hildið seg á beinkinum, haðani hann royndi at stýra sínum monnum, men tað var tó greitt, at her máttu evni hansara sum [...] Kyndil: Bjarni Wardum 8(2), Heini Bendtsen 4, Uni Wardum 2(2), Janus Einar Sørensen 2, Høgni Klein 2, Hans Áki Dahl Christiansen 2, Jónleif Sólsker 2, Hanus Jensen 1, Regin M. Petersen 1 Brotskøst: StÍF 5
tað sama sum fullveldi sigur fyrrverandi løgmaður fyri sambandsflokkin Pauli Ellefsen, nú vit biðja hann um eina viðmerking til samráðingarnar í Keypmannahavn og gongdina í hesum máli. -Eg kann annars bert [...] tann, at 5 ár er ein sera long skiftistíð. Fyri mær at síggja er blokkurin als ikki nakar stuðul. Hann er ein avtala og skylda, sum Danmark hevur til at gjalda ein ávísan part av felagsútreiðslunum. Pauli [...] fólkaflokkin ella sjálvstýrisflokkin við í einum ella øðrum kompromii. -Men verður tað loysing, so ivast hann ikki í, at tað verður hópútflyting úr Før-oyum. -Vit hava jú royndirnar frá fyrst í 90-unum. Tá fóru
fyri at geva sína hugsan til kennar, men dómarin var eirindaleysur. Málið var gókent, og hetta hevði hann als ikki í hyggju at broyta. Sjónvarpsupptøkurnar sýndu eisini, at Mikkel Beck hevði knæið á rygginum [...] gjørdi skjótt av, tá bólturin varð stungin til Allan Gaarde, og einsamallur við Jákupi Mikkelsen kundi hann senda bóltin í meskarnar. Møguliga kundi Jákup havt vart fyri skotinum, men soleiðis var ikki, og [...] hálvleiki vísti Brian Priske gula kortið. Fleiri vóru av teirri fatan, at Priske var seinasti maðurin, tá hann tók beinini undan Kenneth Jensen, tá hesin var um at gerast leysur, men sum nevnt, so slapp Priske
sítt time-out. Og tískil fór forsætisráðharrin einsamallur á tíðindafund. Á tíðindafundinum greiddi hann so frá, hvat stjórnin hevði sagt á samráðingarfundinum. Men sambært firtnu landsstýrisfólkunum var [...] kanska enntá hevði ásannað at skal nakað røkkast er neyðugt at skerja provokatørin og kanska lata hann sita heima eftir. Men so var ikki. Í staðin boðar landsstýrið frá, at nú hevur man funnið eitt nýtt [...] Niðurstøðan er tíverri, at beint undan øðrum samráðingarfundi finnur løgmaður nýggj konfliktøki, leggur hann fótonglar fyri samráðingunum. Og tað pínliga er, at hesar andsagnir eru sjálvuppfunnar. Ja, landsstýrið
Úttalilsið hjá stjóranum í Húsalánsgrunninum herfyri um frystu sethúsaskuldina loypti hvøkk á fólk. Hann spáddi jú, at fólk fóru ikki at verða før fyri at gjalda avdrøg og rentur, tá ið skuldin fór at tiðna [...] farin fram. Jonhard Dahl-Jacobsen arbeiðir umframt við at selja hús, eisini sum byggifrøðingur, og hann hevur staðið fyri planeringini. Klárt verður at byggja á Langasandi næsta summar. Sjálvur umboðar [...] byggja. Trupulleikin er bert, at í Havn fært tú einki øki at byggja á. Tí er sethúsaprísurin hægri enn hann hevði verið um fleiri grundstykki vóru tøk, sigur Jónsvein Mortensen. Vónleyst at fáa íbúð Er tað
hjá sær, so royna teir at laga tað so, at fólk ikki koma at sita um jólini og aðrar høgtíðir við. Hann nevnir eisini, at tað onkuntíð hevur lagað seg so mikið væl, at teir ikki hava havt nakran fanga sitandi [...] handan rimarnar, kemur av landssjúkrahúsinum, og teimum hevur Bent Jákup Hansen alt gott at bera. Hann sigur, at maturin er avbera góður, og um høgtíðirnar plagar okkurt eyka gott mangan at fylgja við [...] hevur arrestin havt rættuliga nógv fólk gistandi. Nágreiniliga hvussu nógv fólk talan er um, dugir hann ikki at siga, men talið liggur um tey hálvtannaðhundrað. Hetta talið er rættuliga høgt, og teir hava
ungdómsarbeiði enn ítróttinum, er frálíkt. Tað skuldi eisini bara manglað. Men hann hevur jú tey 20% av veddingarpengunum, sum hann kanska kundi brúkt av. Játtanin til fótbólt er ikki lækkað. Hetta at spjaða [...] føroyskt ítróttarlív. Teir hava tikið fótbóltin burtur úr samlaða føroyska ítróttarlívinum og forfordeilt hann. Tí verður lættari hjá landsstýrismanninum at ?argumentera? fyri at lækka játtanina til ítróttin,
skiftini verða broytt. Henda spurning hava vit biðið Jørn Astrup Hansen, bankastjóra, svara uppá. Hann sigur, at tað ikki er nakar ivi um, at føroyska kreditvirðið broytist um Føroyar taka seg burtur úr [...] tann føroyski samfelagsbúskapurin klárar at bera, sigur Jørn Astrup Hansen. Yvirmettu okkara evnir Hann leggur afturat, at ein av orsøkunum til, at føroyska samfelagið fekk so stórar trupulleikar at dragast [...] Danski staturin stóð við somu skyldum, sum ein kautiónistur ger, sigur bankastjórin. Í læntum pjøkum Hann leggur afturat, at um ein lenar seg ov nógv upp at kredittvirðinum hjá einum øðrum - líkamikið um
takksemi. At heiðra tað lívið, ið var, hóast alt. Hugsaði, at hann hevði ynskt, vit mintust hann við gleði. Hetta gjørdi mun. Tá kom meira gleði um hann innaftur. Í 2012 fór eg á skriviskeið á Giljanesi hjá Peturi