kirkjurnar í Hoyvík, Nólsoy og í Kaldbak. Ann byrjar í starvinum 1. apríl og verður í tí til hálvan august. Hetta er starvið hjá Marjun Lómaklett, sum er í longdum barnsburðarfarloyvi. Høvuðsarbeiðið hjá nýggja [...] við álitinum á Guds orð er ikki nakað, sum Ann hevur úr leysum lofti ella er nakað sum hon hevur lisið seg til. Hon hevur sjálv verið vitni til ta kraftina og tann sannleikan, sum er í Orðinum og at tað hendir [...] henda hátt vildi Gud vísa viðkomandi á, at hann altíð er okkum við lið og ongantíð víkur frá okkum. - At hetta er veruleikin, sær ein kanska best, tá ein er komin yvir á hina síðuna, sigur Ann D. Hansen.
eftir, at verandi sáttmáli fyri ídnaðarskip er gjørdur í 1971. Hesin gav 27% eftir frádrátt fyri landing. Skiparin fekk 1,6 part, og meistari og bestimaður 1,2 part hvør. Ídnaðarskipini vóru tá skip, sum [...] skip - ymiskir sáttmálar Ein annar spurningur er, hvar Carlton í veruleikanum hoyrir heima í sáttmálahøpi. Munurin millum hetta skipið og hini nótaskipini er, at hesi seinnu eru kombinerað nóta- og trolskip [...] fara yvirmenn niður í fiskiparti. Skoytast skal uppí, at er manningin við Carlton avroknað við 24%, merkir hetta veruliga, at skiparaparturin er 2,4 partar – og ikki 2,75. Ber seg ikki Sheanne, sum Bjarti
enda? Ger nakar teirri ein vørr fyri sakini longur? Ella er alt bara blivin ein gráur greytur av yvirlivarum? Ongin skipari á Polo. Hvør er - og hvar eru - eitt nú lokomotivini í Tinganesi, á fjølmiðlavørpunum [...] rivjabeinini – og ofta fyri bakatellir – tá er lagið gott. Meðan onnur blaðfólk heldur velja at drynja hugfarsliga - um ítrótt og dumbu - saman við trubadurinum t.d.:”Hvat er lívið ikki herrlutt - at liva ..!?” [...] vinum og familjulimum - umframt ”brigaduna”, sjálvandi – hon er jú altíð á fótum, táið pinnamatur og ein tvørgangandi skvampur til góman er í heinta. (Jamen, ger hon nakað annað – táið hon ikki fundast
B36 (tríggjar bóltar) ÍF (ein bólt) B36-ÍF 4-0 (1-0): Tað kemst ikki uttan um, at tað nógvu seinastu árini ongantíð hevur valdað so stór óvissa um fyritreytirnar hjá B36, sum í ár. Lyklaleikararar Jákup [...] undir brúsuna. Fuglfirðingar vóru veruliga í mótbrekku hesa løtuna, og tað tóktist lítil ivi vera um, hvar sigurin skuldi. Løtu framman undan hevði Tamás Nagy, sum leikti sín fyrsta skrásetta dyst fyri B36 [...] Askham. Við Bartali Eliasen og Jonn Thomsen í rygginum allatíð hevði hann tað trupult, og ein møguleiki er heldur at flyta unglingin á vongin – men har røkja landsliðsaktuellu Bergur Midjord og Hanus Thorleifsson
Rættarmálið móti 21-ára gamla manninum, sum er ákærdur fyri drápsroynd móti einum javnaldri, helt fram í morgun. Fyrst var ein genta kallað inn sum vitni. Hon er donsk, men hevði verið í Føroyum um tað mundið [...] virkaði feilfrítt. Eisini høvdu teir kanna innihaldið í dunkinum, og eitt met segði, at talan var um 1-2 sentilitrar av bensini. Eisini telefonin, sum ákærdi hevði uppi á sær, varð kannað. Hon varð send [...] «. Politistarnir kendu ikki teir báðar menninar, sum hildu ákærda, men hava seinni frætt, at talan er um pápa ákærda og bróður hansara. - NN var eitt sindur uppi at koyra, og hann og ákærdi róptu eftir
í Føroyum, hevði søluprísurin verið góðar 5,1 milliónir krónur. Hon vísti á, at tað er nógv dýrari at keypa rúsevni á svarta marknaðinum í Føroyum enn tað er at keypa á gøtuni í okkara grannalondum. Í Føroyum [...] eitt gramm av amfetamini kostar 700-800 krónur. Í Danmark er prísurin á amfetamini 100-300 krónur fyri grammið, alt eftir hvar í landinum tað er og ein ekstasytablett kostar 30-150 krónur. Men prísurin [...] fyri hvørja, tá ið talan er um stóran nøgdir, sum vera keyptar og er talan um amfetamin kann talan eisini verða um stóran nøgdaravsláttur. - So tað kann av sonnum siga, at tað er stórur vinningur í at selja
annars er vandin stórur fyri, at tað koma nógvir feilir í. Hvussu gongur hetta arbeiðið fyri seg? - Tað er rætt, sum tú sigur, at krosstjekkingin er týdningarmikil. Tú kanst finna útav, nær onkur er føddur [...] i Lervig«, hvar er so tað, tí vanliga skilja vit millum minst tríggjar býlingar í bygdini. Og tað er hugaligari at vita, um viðkomandi kemur av Toftanesi, við Garð ella úr Áargarði. Og so er tað tey fólkini [...] at tað býttasta fólk kunnu gera, er at liggja oman á upplýsingum, tí tað er nú og ikki aftaná, at bókin er komin út, at høvundurin hevur brúk fyri teimum. Aftan á er ov seint at vísa á feilir, sum kundu
bygd uppi í rókunum, har sum fuglurin annars heldur til. HVAR ER FRIÐINGARNEVNDIN í hesum tíðum, tá nakað veruligt er vert at friða. Ella hvar er landsstýrismaðurin í øllum hesum skilaleysa framferðarhátti [...] Nei hjá Havnar kommunu er tað í veruleikanum als ikki skemt ella 1. apríl. Tvørturímóti, tað er nevniliga planurin at voldtaka alla náttúruna inni á Oyrareingjum og úti á Signabø. Soleiðis gera tað ómøguligt [...] har, sum annars fleiri hundrað sethús kundu verið bygd, um hugsað var um bygdamenning og trivna. Sum er vilja fólk heldur seta búgv í Sunda kommunu, tí um tey skulu fáa grundstykki í Havn, skulu tey bíða
lim, sum er í tjúgunum. - Vit hava skilt, at yngsti danin, sum er raktur, er 19, leggur hann aftrat. Hann vísir á, at í Føroyum var eingin staðfest sclerosa fyri seinna kríggj, men seinnu árini er ein nýggjur [...] sclerosutroyttleiki, er eitt ósjónligt brek, sum hevur stóra ávirkan á lívsvirðið, og sum samstundis er trupult at greiða frá. Mogens sigur, at orsøkin til sclerosutroyttleika er í stóran mun ókend, og [...] læknavísundin veit, hvat sclerosa er, men vísundin veit ikki, hví tú fært hana. - Hetta er ein samantvinning av arvaeginleikum og øðrum viðurskiftum, og mín varhugi er, at tað, sum ger, at sjúkran fer í
økinum, er heldur tunnligt við frítíðartilboðum. Tí er ætlanin, at dupulta fimleikarhøllin, høli til framførslur og onnur felagshøli í skúlanum skulu kunna brúkast til annað enn skúlavirksemi. Seinni er eisini [...] tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, er talan ikki bert um fyrsta byggistig í størstu og dýrastu skúlabygging í Føroyum nakrantíð. Eisini innan føroyskan skúlaskap er skúlin eitt sindur av eini kollvelting [...] einstaka næminginum, sum ger av, hvar hann skal vera. Høli í tráð við tørv Á tíðindafundi í morgun greiddi Árni Winther, arkitektur frá, at aðalhugsanin við bygninginum er, at hann skal kunna uppfylla øll