FF ger mun á Nærabergi og Carlton

Eftir at hava sæð tekningar av nýggjasta skipinum, sum Hanus Hansen, reiðari, varðar av – Nærabergi – gekk Føroya Fiskimannafelag við til, at manningin kundi avroknast eftir nótaskipasáttmálanum. Hvørki Næraberg ella Carlton hava nótareiðskap, men eru júst somu skip í somu vinnu, tó at Næraberg er størri. Kortini ger Føroya Fiskimannafelag mun á hesum skipum

Carlton-málið

 

Nú málið um pelagiska skipið Carlton hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, hevur Sosialurin hugt upp á søguna aftanfyri sáttmálan hjá ídnaðarskipum og sáttmálan hjá nótaskipum – við atliti til eitt skip av støddini hjá Carlton. Í endanum av greinini fara vit eisini at samanbera Carlton við Næraberg, sum herfyri kom í føroyska fiskiskipaflotan.

 

Søgan aftanfyri

Vit eru komin eftir, at verandi sáttmáli fyri ídnaðarskip er gjørdur í 1971. Hesin gav 27% eftir frádrátt fyri landing. Skiparin fekk 1,6 part, og meistari og bestimaður 1,2 part hvør.

Ídnaðarskipini vóru tá skip, sum tóku eini 200 tons, og manningartalið var 5.

Frammanundan hesi tíðini varð ein sáttmáli gjørdur fyri nótaskip, sum høvdu umleið somu stødd. Her taldi manningin 12-14, og skiparin fekk 2,75 partar.

Sum árini gingu, gjørdust nótaskipini størri og størri, og tey fóru eisini í størri mun at trola. Sum tíðin leið, varð ein sáttmáli gjørdur fyri tey størru nótaskipini, sum gav 17,5% til manningina, meðan manningin við teimum smærru skipunum fekk 20%.

 

Sheanne kemur

Fyri nøkrum árum síðan kom so Sheanne, núverandi Carlton, men Føroya Reiðarafelag reisti ikki spurningin um serligan sáttmála fyri skipið. Tí verður manningin avroknað eftir ídnaðarsáttmálanum.

Sum tíðin gongur, meta yvirmannafeløgini, at Sheanne líkist meira einum nótaskipi enn einum ídnaðarskipi. Feløgini hanga seg ikki minst í støddina á skipinum, sum lastar 1500 tons. Í maskinuni krevjast tríggir mans, eins og kokkurin við einum størri manningartali fær ¼ part eyka, sum hann annars ikki fær við ídnaðarskipum.

Sheanne fær tí sama sáttmála sum tey smærru av teimum størru nótaskipunum, nevniliga 20% - og somu yvirmannapartar. Hetta merkir, at fyri at fáa somu yvirmannapartar, fara yvirmenn niður í fiskiparti.

Skoytast skal uppí, at er manningin við Carlton avroknað við 24%, merkir hetta veruliga, at skiparaparturin er 2,4 partar – og ikki 2,75.

 

Ber seg ikki

Sheanne, sum Bjarti Mohr tá eigur, ber seg ikki og verður seldur Seafreeze við Hanusi Hansen, reiðara.

Hanus ger avtalu við Føroya Fiskimannafelag fyri 2006 um, at tá ið Carlton partrolarar saman við nótaskipi, skal manningin avroknast eftir hesum sáttmála – 20%.

Í 2007 ger reiðarin avtalu við manningina um eina fasta útgjaldsskipan, og er hetta innan rammurnar av sáttmálanum. Men so avtalar reiðarin eisini eitt lægri býtisprosent, sum má sigast at vera í stríð við siðbundnar reglur.

 

Brot fyri rættin

Tá ið talan er um sáttmálabrot - ella ivi um hetta - er mannagongdin at fara í rættin við slíkum málum, sum soleiðis eru avklárað við dómi.

Soleiðis varð eisini gjørt í hesum førinum við stríðsspurninginum um býtisprosent millum manning og reiðara á Carlton.

Men nú hendir tað, at samstundis sum hetta rættarmál koyrir, lýsir formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard, mynstringarbann fyri limir felagsins.

 

Somu skip

- ymiskir sáttmálar

Ein annar spurningur er, hvar Carlton í veruleikanum hoyrir heima í sáttmálahøpi.

Munurin millum hetta skipið og hini nótaskipini er, at hesi seinnu eru kombinerað nóta- og trolskip, meðan Carlton bert kann trola.

Tað, sum nú er hent, er, at nýggjasta skipið, sum Hanus Hansen varðar av - Næraberg – sum skilst hevur fingið tilsøgn frá Føroya Fiskimannafelag um at avrokna manningina við 17,5% eftir nótasáttmálanum.

Og kortini hevur Næraberg ikki nótaútgerð.

Hetta ger Næraberg til júst sama skip sum Carlton, men bert nakað størri.

 

Sá tekningarnar

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag, Jan Højgaard hevur lagt Hanus Hansen, reiðara, undir at hava lumpað felagið. Men reiðarin hevur upplýst, at hann hevur lagt tekningarnar fyri FF, og hetta er ikki afturvíst.

Sosialurin hevur fingið váttan fyri, at Jan hevði sæð tekningarnar, áðrenn Næraberg fekk loyvi at avrokna manningina eftir nótasáttmálanum.

Soleiðis hevur Føroya Fiskimannafelag í hesum førinum góðkent, at skip í nótaskipastødd verða avroknað eftir nótasáttmála.