harakiri. SAMBANDSFLOKKURIN við Edmundi á odda fer at gera ALT fyri at fáa eina borgarliga samgongu. Tá útihýsir hann sínum erkafíggindum C og E. Hann vil gera alt fyri at forða fyri, at komandi løgmaður kemur [...] og rímuligt, at hann var við í einum komandi landsstýri. Men tjóðveldisflokkurin hevur eisini skapt sær ein trupulleika, tí hann hevur nærum sett tað sum ultimativt krav, at aðrir flokkar skulu góðkenna [...] frá vallyftunum, fara at toga sambandið so langt á sjálvstýrisleið, sum tað nú einaferð letur seg gera. Ein kann siga, at seinast var tað Edmund, sum tvingaði hesar flokkar ikki at nema við sjálvstýrismál
ikki afturlatin. Vit fara tí at lata vera við at gera nakrar metingar av valúrslitinum men bara vísa til veljarakanningina, sum Sosialurin hevur latið gera - har teir stóru flokkarnir liggja stavn um stavn [...] flakavirkjunum í landi umborð á verksmiðjutrolarar. Sjálvandi klórar John Petersen sær í nakkan og fær kaldasveittan, tá hann sær slíka grein verða brúka í valstríðnum. Hann var bara so ?óheppin? at siga hesi
bolverkið ímóti øllum ágangi á vælferðarsamfelagið, hóast nakað skert í kreppuárunum. Hetta gera summir flokkar sær dælt av í valstríðnum, men gevið gætur, at vit kláraðu at varðveita bæði almannaverk, heilsuverk [...] ríkisfelagsskapi. Ein kós, sum umleið helvtin av føroyingum tekur undir við. Veljararnir eiga at gera sær greitt, at bara stívliga ein fjórðingur av fólkinum ynskir at loysa frá Danmark, og minni enn 20
NÚ hava vit roynt eitt borgarligt stýri, uppá gott og ilt. Tað veldst eisini við hvørjum eygum tú sær. Føroyar eiga at fáa eitt nýtt stýri, sum gongur tvørtur um miðjuna og til vinstru. Tað er tí eisini [...] verið nevndur. Spurningurin er um hesin møguleiki fær undirtøku í flokkunum. Tað er torført at ímynda sær ein javnaðarflokk í samgongu við fólkaflokk eftir valið. Og neyvan eru allir fólkafloksmenn so fegnir [...] Hann hevur tó heldur ikki meiriluta í løtuni. Sambart veljarakanningini, sum Sosialurin hevur latið gera, so halda nærum 40% av teimum spurdu, at formaður javnaðarfloksins er besta løgmansevnið. Hetta má
komandi oljuvinnuna. Hon var nærum ikki tikin uppá tungu. Væl vitandi, at tað enn er ov tíðliga at gera sær stórvegis metingar, tí vit vita ikki, um undirgrundin goymir olju og gass, so eiga okkara fólkavaldu [...] skula virka innan fyri teir karmar, sum samfelagið ynskir at seta fyri hesa vinnu og annars hugsar sær útbýtið frá hesi vinnu! OG hvat ætla vit við eitt nú spurninginum um útgerðarhavn. Her er neyðugt longu
møguliga EBS-skipan at gera. Vit mugu somuleiðis prioritera samvinnuna við okkara útnoðurgrannar. Aftrat hesum umrøddu málum eru nógv mál, sum ikki hava nakað beinleiðis við umheimin at gera. Tað eru mál, sum [...] undirgrundarmark Føroya eitt mál, sum eitt føroyskt stýri og føroyskir samráðingarmenn eiga at taka sær av. Ein hjálpandi hond frá dønum er tó ikki at forakta. Ein annar spurningur, sum eisini hevur tilknýti
Samtíðis fær javnaðarflokkurin av grovfílini fyri at grugga bankamálið. Jákup Joensen kann spara sær hesi ósakligu álop á eitt blað, sum beint tvørturímóti tí hann skrivar, ferð eftir ferð hevur funnist [...] og funnist harðliga at bretum. Hesa dokumentantiónina kann sambandstingmaðurin fáa, um hann ognar sær ?oljupakkan?, sum inniheldur ALLAR greinar um eitt nú marknatrætuna við bretar. Tað er tí fullkomiliga [...] tá høvi beyðst at vitja Bretland. Vit mettu tað vera ein góðan møguleika hjá tí almennu Føroyum at gera vart við støðu okkara og ónøgd okkara við bretsku krøvini í hesum máli. Løgmaður hevur heldur valt
annars, hvat teir standa fyri. Men forvitnisligt verður at hoyra, hvussu umboðini fyri flokkarnar ætla sær at húsast við teimum virðum og teimum amboðum, sum hetta okkara lítla samfelag ræður yvir. VIT tosa [...] búskap uttan eisini at viðgera grundarlagið, vinnuna. Tíðin er komin hartil, at vit aftur mugu til at gera íløgur í hetta samfelagið, íløgur fyrst og fremst í sunnar og skilagóðar vinnuætlanir, íløgur í samferðslu [...] fyri politikarum og her í blaðnum. Boðskapurin hjá John Smith, sum tíanverri alt ov fá gava givið sær far um, er svára einfaldur. Við at hava tey røttu skipini, tey røttu veiðuamboðini, ta røttu hagreiðingina
TORFØRT er at gera sær eina greiða meting av, hvussu eitt komandi landsstýri fer at síggja út eftir valið. Tað stendur tó greitt, at tjóðveldisflokkurin stendur rættiliga einsamallur yðst á loysingarvonginum [...] um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku grøv. Helst eru tey tó [...] av formanni javnaðarfloksins varð mintur á úttalilsi hansara herfyri, um, at fólkaflokkurin helst sær seg í eini borgarligari samgongu saman við sambandsflokkinum eftir valið, so vildi ovasti leiðari
heimasjúkrasystraskipan, kommulæknaskipan osfr? Hvussu ætla vit, at sjúkrahúsverkið skal mennast? Hvat gera vit fyri at forða fyri tí læknatroti, sum tykist at gerast ein álvarslig hóttan í næstu framtíð. Hvussu [...] støður eisini til steðar í samfelagnum. Tí ber ikki til at síggja so banalt uppá eitt samfelag at gera alt upp í framleiðslu og krónum og oyrum. Hvussu var stætt við vinnununi, um ikki tað fanst ein góð [...] tænastur. Vit vilja bert siga, at hesi tingini eru ófrávíkiliga tengd at hvørjum øðrum. Tey hava hvør sær eins stóran týdning og saman eru tey grundvøllurin undir okkara vælferðarsamfelag. Hvussu kann pápin