r Vit hoyra dag og dagliga tosið um, hvussu vit skulu menna hetta samfelagið við nýggjum sonevndum vitanartungum vinnum. Fyri mær sær tú út sum um tað verður slongt um seg við fínum flosklum og háfloygdum [...] neyva ætlan og strategi um, hvussu hesi mál skulu náast, neyvan verða annað enn flosklar. Vit halda áfram við at útflyta okkara ungdóm, men eru farin í coma, tá tað snýr seg um, hvussu og hvat vit skulu [...] gerast, so mugu vit seta pening av á okkara fíggjarlóg nógv ár fram í tíðina, kanska einar 30-50 mio um árið fyri at tað yvirhøvur skal muna nakað og fyri yvirhøvur at fáa nakran at koma aftur hendan vegin
er 1.000 krónur um árið. Um barnið gerst 100% avlamið, kann útgjaldið verða tvær milliónir krónur. Við deyða er gjaldið 17.000 sum ein jarðarferðarhjálp. Hetta er tí, at talan er um eina vanlukkutryggin [...] stjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar, sum frá í dag og árið út bjóðar øllum brønum undir 18 ár, sum tekna barnavanlukkutrygging, ókeypis trygging fyrsta árið. Mortan Poulsen sigur, at tað bara eru millum 10 [...] og tað halda tey á Tryggingarfelagnum Føroyar ikki vera serliga heppið. Nú hevur verið so nógv tosað um tær kollektivu vanlukkutryggingarnar av skúlabørnum, hvørt tað eru kommunurnar ella Mentamálaráðið
Hetta er annað árið á rað, at Dimmalætting skipar fyri einum slíkum tiltaki. Í fjør var tað songkvinnan Eivør Pálsdóttir, ið fekk heiðurin sum tann fyrsti at verða kosin til ársins føroying. Ikki ein persónur [...] eini hjún Í ár var tað tó ikki ein persónur, ið fekk heiðurin, tí valið fall á eini hjún. Talan er um Sonju Klein, prest og mann hennara Holgar Arnbjerg. Tey bæði eru kosin fyri tað arbeiði, sum tey gera
hesum Stýrinum er um at fara aftur um bak. Longu tá stríðið í februar í fjør um at um manna Stýrið kom til sjóndar, sást hvørjar kreftir lógu framvið í Sev. Hættirnar, ið brúktir vóru av meirilutanum í [...] Stýrinum um at koyra stjóran fyri Sev frá ella fara í parti við minnilutanum og lata mannin varðveita starv sítt, hevur fingið slíkar dimensiónir, sum vit neyvan høvdu ímyndað okkum, nú fyrsta árið hjá hesum [...] formannin fyri umboðsnevndina hjá Sev, Hans Tausen Olsen, um at kalla til eykafund í umboðsnevndini við stytst møguligari freist fyri at fáa eina frágreiðing um tað, sum hent er og møguliga at fáa broytt ymiskt
umskipingar. Tað hevur verið tosað um at gera SEV til okkurt slag av partafelag. - Tað vil eg síggja fyrimunirnar við fyrst, áðrenn eg taki undir við tí. Tosað vit um eitt partafelag, skulu vit bæði betala [...] ikki tann politiska skipanin í SEV, sum er ein vansi. Umboðsnevndin er saman nakrar fáar ferðir um árið at góðkenna fíggjarætlanir og onnur, yvirskipað viðurskiftið, umframt tey mál, sum verða løgd fyri [...] tí fult undir við, at SEV verður umskipað. Hann hevur eisini talað fyri, at stýrið tekur spurningin um bygnaðin í SEV, upp til viðgerðar Men hann sigur, at harðasti mótstøðumaður ímóti at umskipa SEV, hevur
telja Heine Fernandez var í hálvt annað ár venjari í HB. Fyrra árið gekk alt upp á stás, og HB vann føroyameistararheitið. Seinni árið gekk meira misjavnt, og Fernandez varð sagdur úr starvinum, áðrenn [...] venjari. Felagið Skovshoved IF hevur sett hann í starv saman við venjaranum Steffan Pock tað næsta árið. Skovshoved hoyrir heima í Klampenborg á Sælandi og spælir í tí, sum danir rópa kvalifikationsrækken [...] tann 17. januar. Eg havi spælt eitt sindur av oldboys-fótbólti í Skovshoved, og tá ið teir spurdu meg, um eg vildi hjálpa teimum, helt eg, at tað kundi verða stuttligt. Okkurt skal eg jú gera, sigur Heine
spælarar, sum hava spælt í Formuladeildini og 1. deild seinasta árið. Tilmeldingarfreistin er mikukvøldið 25. januar, og meira fæst at vita um kappingina á heimasíðuni www.if.fo
Havfrøði Bogi Hansen, havfrøðingur, hevur á heimasíðuni hjá Fiskirannsóknarstovuni eina áhugaverda grein um havfrøði. Í greinini greiðir hann frá, at djórini og planturnar í sjónum alla tíðina verða ávirkað [...] tveimum støðum við hitamátarum á. - Allar hesar fortoyningar gera mátingar regluliga, minst eina ferð um tíman og goyma úrslitini í sær. Tá ið vit taka tær upp, kunnu vit lesa mátingarnar. Bogi vísir á, at [...] útgerð, leggur hann aftrat. Broytingar Bogi Hansen sigur, at nógvu mátingarnar siga okkum nógv ymiskt um sjógvin kring Føroyar, og hvussu ymisk viðurskifti í sjónum kunnu ávirka lívið í honum. - Eitt nú síggja
roknað út, at skal búskaparvøksturin standa við, skal arbeiðsmarknaðurin hava 50.000 fólk afturat um árið. Tey finnast ikki í Írlandi, og tí hevur stjórnin nevnt møguleikarnar fyri at útvega fólk úr Pólandi [...] Moskva, so hann kann fáa viðgerð fyri hjartatrupulleikar. Hetta er aðru ferð, at Milosevic hevur søkt um at sleppa til viðgerðar í Russlandi. Fyrru ferð segði rætturin nei, tí umsóknin var bara munnlig, men [...] strongum eftirliti. Sum er kunnu eysturevropear fara til Írlands at søkja sær arbeiði uttan at biðja um loyvi frá myndugleikunum har. Av hinum ES-londunum eru tað bara Bretland og Svøríki, sum hava hesar
tá. Harvið arbeiddi hann nógv saman við Óla, og hann plagdi at spyrja Óla, um hann nú hevði arbeitt ov lítið, um tað okkurt árið fall soleiðis, at hann ikki fann seg sjálvan í norðoyastevnuteitinum. Eitt [...] fyri undirvísingaramboð, umsetti onkrar av bókunum hjá Roberti, og í tí sambandinum heitti hon á Óla um at seta sín dám á bøkurnar. Óli var frammanundan giftur við Hjørdis Jacobsen, og tey eiga dóttrina [...] er so fantastiska góður eygleiðari og analytikari. Hetta hava fleiri skilagóðir persónar úttalað seg um, eitt nú í Skemt 2005, sum kom út undan jólum, og sum tað varð gjørt serliga nógv burturúr í sambandi