Fyrrverandi HB-venjarin fingið nýtt starv

 Okkurt skal eg jú gera, sigur Heine Fernandez, sum er blivin venjari í einum felag í lægru deildunum í Danmark. Felagið heldur, at Fernandez kann hjálpa teimum ungu spælarunum við at menna seg

Nú fer fyrrverandi HB-venjarin Heine Fernandez í holt við eina nýggja uppgávu sum venjari.
Felagið Skovshoved IF hevur sett hann í starv saman við venjaranum Steffan Pock tað næsta árið. Skovshoved hoyrir heima í Klampenborg á Sælandi og spælir í tí, sum danir rópa kvalifikationsrækken  ein deild undir Danmarksseriuni.
Felagið ætlar, at 39 ára gamli Heine Fernandez við sínum drúgvu royndum sum spælari skal standa fyri menningini av teimum ungu spælarunum á besta liðnum í felagnum. Felagið hevur nógvar ungar spælarar, og roknað verður við, at teir kunnu læra nógv av Fernandez.
 Við bakgrund í teimum drúgvu royndunum hjá Heine sum spælari á hægsta stigi og seinast sum venjari í Føroyum bjóða vit honum vælkomnum til felagið, sigur leiðslan í Skovshoved.

Royndirnar telja
Heine Fernandez var í hálvt annað ár venjari í HB. Fyrra árið gekk alt upp á stás, og HB vann føroyameistararheitið. Seinni árið gekk meira misjavnt, og Fernandez varð sagdur úr starvinum, áðrenn kappingin var av.
Hann flutti tá aftur til Danmarkar at búgva og hevur arbeitt sum íløguráðgevi í felagnum Focus. Hetta starv hevur hann framvegis, men verður nú venjari í frítíðini.
Avtalan millum Heine Fernandez og Skovshoved fekk gildi frá 9. januar, men fyrsti arbeiðsdagurin hjá Fernandez í felagnum var tann 17. januar.
 Eg havi spælt eitt sindur av oldboys-fótbólti í Skovshoved, og tá ið teir spurdu meg, um eg vildi hjálpa teimum, helt eg, at tað kundi verða stuttligt. Okkurt skal eg jú gera, sigur Heine Fernandez við Forza.