tað ávirkaði eisini avrikið hjá restini av liðnum, tí spælið hjá teimum er so nógv bygt rundan um hana. Hetta dugdu tær meira royndu neistakvinnurnar eisini at gera sær dælt av, og seinnu helvt av fyrra [...] Kyndil, var støðan 14-11 til Neistan. Tey flestu hildu, at dysturin var avgjørdur, men í staðin var tað um reppið, at Kyndil fór avstað við sigrinum í evstu løtu. Áðrenn tað høvdu teir mongu áskoðararnir sæð [...] naskum nærdystum av einum kvinnudysti at vera, og onkuntíð var nær við, at spælarar fóru til hendurs. Hetta vísir, hvussu stór kappingin er millum tey bæði havnarfeløgini, men tað oyðilegði eisini dystin fyri
ikki heilt samdir um. Hinvegin vóru vit samdir um, at teir báðir seldu sín partapening til okkara. Finnur Kjølbro sigur, at teir nú vilja hava frið at arbeiða við ætlanunum um at økja um kapitalin. Part [...] Partaeigararnir eru ikki nóg samdir um framtíðina. Finnur Kjølbro leggur dent á, at virkið á Kósini ikki er í fíggjarligum trupulleikum, men at hetta snýr seg um hvussu virkið skal tryggjast í framtíðini [...] tvey árini hava høvuðspartaeigararnir roynt at styrkja um fíggjarliga grundarlagið undir virkinum fyri at tillaga felagið til øktu kappingina um fiskin, og fleiri uppskot hava verið frammi. Men meðan nevndin
Norðurlandahúsinum Skráin var fjøllbroytt. Hanus Andreassen, rithøvundur, helt fyrilestur um skaldið J. H. O. Djurhuus og um ta bókmentaligu Janusar-ævisøguna. Tórshavnar Manskór sang tríggjar sangir hjá Janusi [...] lósu yrkingar. Fyrilesturin hjá Hanusi Andreassen hevði støði í bókunum um skaldið, sum Hanus hevur givið út. Fyrilesturin snúði seg um hvussu bøkurnar vóru blivnar til. Hann greiddi m. a. frá, at frumspírin [...] skrivar slíkar ævisøgur. Ævisøgan um Janus er ein kritisk ævisøga, har dentur verður lagdur á tað bókmentaliga og søguliga við skaldinum. Hanus Andreassen tosaði m. a. um líkheitina millum spjadda persónin
og tá fær landsstýrið eitt nógv álvasligari mál at taka støðu til, enn um tað er rætt at veita teimum 12 trolarunum 14 milliónir um árið í íløgustuðuli, tí tað er alt, sum tað kostar, sigur Bogi Mortensen [...] avdráttirnar, og tí er tað mesta útvegað um raksturin av skipunum. Næstan alt í Suðuroy Tað eru 12 lemmatrolarar, sum fáa íløgustuðul. Tilsamans faa teir 14 milliónir um árið. Skipini fiska á djúpum vatni [...] av tí virksemi, hesi skipini hava. Bogi Mortensen sigur ,at hetta er ikki ein nágreinilig lýsing av, hvønn týdning hesi skipini hava. Hetta er bara fyri at nevna, hvørja ávirkan tað hevði havt, missa
starvið. Tey eru fleiri sum halda, at hetta er ov stórt vald at geva einum einsamøllum landsstýrismanni. Men Tróndur Djurhuus, stjóri í sjónvarpinum sigur, at hetta er ikki nakað nýtt. Tað heimildina [...] sjónvarpsstjóri sær hetta ikki sum nakra serliga hóttan ímóti teirri óheftu støðuni hjá sjónvarpinum. Tað skal verða heilt greitt, at vit høvdu ikki góðtikið eitt politiskt trýst. Hetta skal ikki takast [...] staðar. Tí heldur Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, at tað hevði verið áhugavert at reist spurningin um at gjørt sjónvarpið enn meiri leyst av politiska valdninum, enn tað er nú. Hann heldur, at millum annað
klagu í mong harrans ár um harðskap ella ónærisligt innihald í tí, vit hava sent. Tað taki eg í hvussu so er sum tekin um, at fólk hava góðtikið linjuna, vit hava lagt. So um hesar nýggju reglurnar [...] fara at broyta úrvalið av sendingunum í longdini, er ov tíðliga at siga nakað um enn. Tó haldi eg ikki, at linjan verður løgd um í fyrstu syftu, sigur sjónvarpsstjórin. Hann sigur, at sjónvarpið hevur lagt [...] evropiska sambandi av almennum sjónvarpsstøðum, EBU, er í ferð við at gera eitt nýtt skjal um harðskap. Tvs, at hetta verður eitt skjal, sum stingur út í kortið, á hvørjum støði, almennu sjónvarpsstøðirnar
við somu ferð hon mundi Lissie yvirhála her. Hvítabjørn so svørt hon annars var ei kanst tú gloyma hetta mikla far, hon móti Kongshavn mundi snara sær, tær royndu saman tá ið summar var. Yvonna, Sæborg, [...] við undir Ringunum sær søktu frið, tá útnyrðingur østi fjørðin upp tá lívd og le her fekk hvør slupp. Um fjørðin mangan árabát eg sá seg okkar? landi nærri koma tá, við áratøkum longum róði hann, til loksins [...] Sjóvará, tú rennur stríðan enn, men her í túni saknast nógvir menn, og hurð er lokað, sum vit gingu um í gamla Sjóvarhøvdahandlinum. Við hesum minnum penn eg leggja vil, eg nógvar aðrar sluppir minnist
Tað hevur altíð verið málið hjá Sambandsflokkinum. Skrivarin er ivaleyst fult greiður um, at hetta er bert møguligt, um fíggjarpolitikkurin hjá Sambandsflokkinum verður rikin. Her gongur sjón fyri søgn. Hvat [...] ongin flokkur fer í samgongu við Sambandsflokkin, um hann ikki vil gera munandi broytingar í ríkisfelagsskapsviðurskiftunum. Hetta er heldur onki nýtt. Hetta varð endurtikið upp í saman í árunum frá 1974 til [...] eina ráðstevnu í ár, har vit og aðrir kunnu fáa sakligar upplýsingar um møgulig brek á heimastýrislógini, og hvussu bøtast kann um. Tað, sum vit hava sagt nei til, er at Tjóðveldisflokkurin (avgjørdur
undir samráðingum við ES um limaskap tí ES hevði stillað krøv um betrað mannarættindaviðurskifti í Turkalandi, og turkiski uttanríkisráðharrin hevði hótt við at taka landsins umsókn um limaskap í ES aftur. [...] ríkisstjóra. Tá ið hetta stýrið varð rent um koll eftir Fyrsta Heimsbardaga, misti landið stórar partar av sínum øki, og Turkaland í sínum núverandi líki var tað, man kláraði at hava eftir. Hetta bar tað við [...] Men so hoyra vit um, at bumbur hava verið sprongdar í ferðamannabýum, at undantaksstøða er alla tíðina í landsynningspartinum av landinum (har flestu kurdarnir búgva), at vanligt fólk - við hvørt í hópatali
ber heldur ikki til at fáa ein skilagóðan og miðvísan dialog við Javnaðarflokkin um sjálvstýri. Flokkurin tvíheldur jú um, at ?ongin støða er sterk støða?. Men tað er neyvan ein politikkur, sum roynist [...] heilt nógv útbreitt fyribrigdi í heiminum. Í dag sleppur ein flokkur næstan ikki undan onkrum skeiði, um hann skal standa seg í einum valstríði. Men máti skal vera við. Tað tungusnildið og annað snildi, sum [...] flokkar eisini hava fingið nakað av hesum slagorðalærdómi potaðan niður í seg. Eg skal her nevna trý dømi um, hvussu Javnaðarflokkurin førir seg fram við slagorðum: Útvarpið hevði nú eitt kvøldið fingið tað góða