Jóhan Páll Joensen og Jóhan Dávid Joensen eru ikki longur A-partaeigarar í P/F á Kósini.
Í stuttum tíðindaskrivið, sum varð sent út fríggjadagin, boðaðu A-partaeigararnir frá, at Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen høvdu selt sín partapening til Norðoya Grunnin.
Kósavirkið fór á húsagang á vári 1993, og eftir tað tóku teir báðir, saman við øðrum, stig til at lata virkið uppaftur.
Tað hevur verið nógv virksemi á P/F á Kósini síðani virkið lat uppaftur, men úrslitið hevur verið misjavnt.
Hóast tað hevur virkið higartil kunnað svarað hvørjum sítt.
Tey seinastu tvey árini hava høvuðspartaeigararnir roynt at styrkja um fíggjarliga grundarlagið undir virkinum fyri at tillaga felagið til øktu kappingina um fiskin, og fleiri uppskot hava verið frammi.
Men meðan nevndin hevur arbeitt er komið fram, at teir eru ikki heilt samdir um hvussu hetta arbeiðið skal gerast. Tó er nevndin komin til ta niðurstøðu, at skilabest er at teir báðir selja síni partabrøv til Norðoya Grunnin.
Jóhan Páll Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi í stjórasessinum í eini skiftistíð, verður sagt í tíðindaskrivinum.
Partaeigararnir í virkinum á Kósini vóru Norðoya Grunnurin, Arbeiðsmannafelagið, Arbeiðskvinnufelagið, Jóhan Dávid Joensen og Jóhan Páll Joensen.
Hugstoytt
Vit hava fingið orð á Jóhan Páll Joensen og spurt hann um støðuna, og um virkinum tørvar nógvan pening.
Hann sigur, at skal virkið standa seg í kappingini við onnur virki og skulu neyðugu íløgurnar gerast, so skal virkið hava kapital.
Jóhan Páll Joensen heldur fram, at tað er hugstoytt at fara:
? Tað er hugstoytt, tí tær positivu ætlaninar sum vóru í byrjanini, tær eru har ikki longur.
? Partaeigararnir kundu ikki semjast um, á hvønn hátt kapitaltilføringin skuldi gerast, og tí samdust vit um, at vit seldu okkara partapening til Norðoya Grunnin.
Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen áttu 15% av partapeninginum í virkinum á Kósini.
Vit spurdu Jóhan Páll Joensen hvat hann so fór at takast við.
? Eg havi ein bát, sigur hann, so eg skal nokk fáa tíðina at ganga, men eg arbeiði ikki við nøkrum øðrum ætlanum, um tað er tað tú hugsar um.
Ongar viðmerkingar
Finnur Kjølbro, sum er formaður í Norðoya Grunninum sigur, at hann í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til støðuna, men sigur tó:
? Partaeigararnir eru ikki nóg samdir um framtíðina.
Finnur Kjølbro leggur dent á, at virkið á Kósini ikki er í fíggjarligum trupulleikum, men at hetta snýr seg um hvussu virkið skal tryggjast í framtíðini.
? Tað eru vit ikki heilt samdir um. Hinvegin vóru vit samdir um, at teir báðir seldu sín partapening til okkara.
Finnur Kjølbro sigur, at teir nú vilja hava frið at arbeiða við ætlanunum um at økja um kapitalin.
Partapeningurin í P/F á Kósini liggur um 8 mió. krónur, við 6,5 mió í A-partapeningi og uml. 1,5 mió. í B-partapeningi.
Norðoya Grunnurin átti 2,5 mió krónur, og Jóhan Páll og Jóhan Dávid Joensen áttu 1 mió krónur.
Norðoya Grunnurin eigur sostatt 3,5 mió. krónur nú, og eigur tí meirilutan av partapeninginum.
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag eigur 2 mió. og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag eigur 1 mió. av A-partapeninginum á Kósini.
Hvørki formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum ella forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum vilja gera viðmerkingar til málið.
Nýíløgur og ES-krøv
Sum sagt aðrastaðni í greinini, so er virkið á Kósini ikki í fíggjarligari neyð.
Men maskinurnar á virkinum eru gamlar og skulu, sambært keldum, skiftast út innan alt ov langa tíð.
Harafturat kemur, at ES-krøvini standa fyri durum, og samanlagt ger hetta, at virkið skal savna pening til nýggjar íløgur.