Tað boðaðu Hvítu Húsini frá á heimasíðuni í gjár. Kanada ger framvegis ikki nóg mikið fyri at forða fyri, at kraftmikla opioidið fentanyl og onnur ólóglig rúsevni streyma inn í USA, skriva Hvítu Húsini [...] Húsini. Trump hevur hildið tað vera neyðugt at hækka innflutningsgjøldini orsakað av tí, sum hann lýsir sum framhaldandi atgerðarloysi frá Kanada.
umfari er tað bara Tórsvøllur, sum lýkur treytirnar fyri at vera heimavøllur, og tí fer KÍ í næstu viku at spæla á Tórsvølli. At klaksvíkingar halda fram í europeiskum fótbólti ber við sær, at tað verður [...] Europa Conference League. Tí man tað fara at vera skjótt, ivaleyst longu fríggjadagin, at FSF fer at boða frá, hvørjar flytingarnar í heimligu landskappingini fara at vera. [...] tvey, men enn hevur einki verið at hoyra um tað. KÍ fer at spæla í Ungarn hóskvøldið í aðru viku – hósdagin 14. august. Skráin sigur, at KÍ sunnudagin 17. august fer at spæla landskappingardyst ímóti B36
saman hæddarpunkt frá dystinum Brøndby-HB 1-0 (1-0), har HB legði eitt gott avrik fyri dagin, og megnaði í løtum at trýsta Brøndby. Tað endaði við einum teprum samlaðum 2-1 sigri til Brøndby, ið møtir liðnum [...] Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík í triðja undanumfarinum. HER ber til at lesa dystarfrásøgnina hjá Jóannesi Hansen. HER ber til at síggja samandráttin hjá bold.dk frá dystinum í Brøndby.
Ættin er góð norðanfyri, og tað er kæti og stórur fagnaður, nú dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð i Klaksvík. Máltalvan vísir 1-0, og tað ber við sær, at tað verður KÍ, sum fer at halda fram í Europa [...] verið, og tað er einki at siga til, at serbisku spælararnir iðraðu seg grønar og gular, meðan bláu og hvítu KÍ spælararnir saman við eldhugaðu áskoðarafjøldini stórfegnaðust um málið, sum vísti seg at vera [...] spælarar, ið eru klárir at loysa av. Tað vóru Daniel Johansen og Mads Bo Mikkelsen, og so var tað hugaligt, at Claes Philip Kronberg loksins av álvara er komin fyri seg aftur og síðstu minuttirnar loysti
Tað var í tíggjundu royndini við André Olsen sum venjara, at HB fyrstu ferð fór at v’llinum uttan at hava vunnið stig. Í kvøld var avbjóðingin risastór. Fyri einari viku síðani megnaði HB 1-1 á heimavølli [...] miðverjuni, og Heini Sørensen varð skiftur inn, tá ið Ári Mohr Jónsson noyddist av vøllinum. Eisini eftir steðgin var Brøndby omaná, men tað eydnaðist ongantíð av álvara at fáa bilbukt við HB og økja um leiðsluna [...] spenti álopsbogan. Tá ið tað restaðu 20 minuttir, vórðu Jákup L. Thomsen og Mathias Voss skiftir inn, og síðstu minuttirnar høvdu Klavs Kraméns, Heini Sørensen og Ási P. Dam høvdu royndir ímóti málinum,
Svanna og Silfá 13 stig og Grani og Bragi 11 stig. Vænti tað er eindømi, at fimm ross hava møguleika at vinna FM, nú bert tvær kappingar eru eftir. ##med3## Skyldfólkini Barbara R. Mouritzen og Sjúrður [...] degnum gjørdist Dropi og Lív Djurhuus nummar tvey og Doran við Fíu Nolsøe nummar trý. FM støðan er soleiðis, at Gígur hevur 13 stig, Dropi 12 stig og Doran og Gletta 11 stig. Tað er altíð stórur spenningur [...] metra breytini og vann greitt við tíðini 28,61. Nummar tvey var Svanna og Barbara Carlsen við tíðini 29,57 og nummar trý Sirkill og Ranja H. Djurhuus við tíðini 29,89. Støðan í FM er tann, at Sirkill hevur
sita á beinkinum. Undan dystinum hevur einki verið at frætt um, at hann ikki er tøkur, men ivaleyst man tað vera onkur snuddur, sum er orsøkin til, at Viljormur Davidsen ikki er á vøllinum. Nýggur í miðverjuni [...] Teir hita upp á Brøndby stadion, har fyrsta bríksl millum Brøndby og HB verður klokkan 18.30. Hjá HB er tað merkisvert, at liðformaðurin og royndasti maður á liðnum er ikki millum teir fyrstu ellivu. Viljormur [...] meðan Heðin Hansen er nýggjur á miðvøllinum. Fyri einari viku síðani var hann á beinkinum alla tíðina. Tað var innskifti Jákup L. Thomsen, sum fyri einari viku síðani javnaði til 1-1. Hann er eisini í kvøld
fyri framleiðsluna hjá Sev. "Tað er gott at síggja, at fleiri virki eins væl og húsarhald eru við til at framleiða sólorku inn á netið, tí sólorkuframleiðsla kann gerast eitt gott ískoyti serliga á miðjum [...] vindorka 30% og sól, biogass og sjóvarfall var gott 1% av samlaðu elframleiðsluni. Vindur Framleiðslan úr vindi er methøg fyri eitt fyrra hálvár. 74,5 GWt eru framleiddir við vindorku, tað er 1,2 GWt meira [...] framleiðsluni higartil í ár. Tað eru myllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti, sum framleiða mest við 37 GWt higartil, vindmyllurnar hjá Lív og Magn í Flatnahaga 19,1 GWt og hjá Sev er tað vindmyllulundin í Porkeri
ólavsøkudag, og fyrsta skrivliga keldan, ið vísir tað, er Seyðabrævið frá 1298. Sum lítil tjóð hava Føroyar roynt at funnið og varðveitt síni serligu tjóðareyðkenni, og søguliga hevur lívið og gerandisdagurin [...] arbeitt við at finna røttu sjónleikararnar til filmin, sum Erik Skjoldbjærg skal leikstjórna eftir handriti hjá Kathrine Valen Zeiner og Maren Skolem. Filmurin fer at kosta yvir 50 milliónir krónur, og millum [...] filmsstovninum. Filmurin fer at lýsa endan á víkingatíðini og byggir á eina av týdningarmestu hendingum í norskari søgu. Hóast Ólavur Heilagi fall á Stiklastøðum, eydnaðist honum og kirkjuni at savna Norra til
17 javnar og tapt 41. Millum føroyingar í Keypmannahavn og har á leið er áhugin stórur, og tað er heilt víst, at tað fer at síggjast á áskoðaraplássunum, at HB fjepparar og føroyingar fara at taka undir [...] Conference League. Tað fer kanska 20 túsund áskoðarar á Brøndby stadion, men tað fær ikki HB venjaran André Olsen at rista á hondini. -Tað er gott lag í hópinum, vit hava fyrireikað okkum væl, og vit hava fokus [...] fokus á tí, sum fer at ganga fyri seg innanfyri strikurnar. Tað órógvar okkum ikki, at tað vera nógvir áskoðarar, tí vit vita, hvat vit duga og hvat vit ætla, sigur HB venjarin. Hetta er 10. dysturin, sum