mælir arbeiðsbólkurin til, at tunnil um Leirvíksfjørð verður bygdur, við atliti til tilbúgving, fiskaframleiðslu og mentunarlív. Viðvíkjandi, um tað loysir seg at leggja ferðslu til Suðuroynna um Sandoynna [...] flotanum. Lýsingin vísti á, at umframt nýggja skipið, sum verður bygt til Sandoyarleiðina, er serligur tørvur á at fáa nýtt skip til Suðuroyarleiðina umframt Fugloyar ? Svínoyarleiðina. Másin, ið er nýliga [...] pi, tí tey verandi eru bæði gomul og illa hóskandi til at røkja flutningsuppgávurnar á flestu farleiðum í dag. Sostatt mælir verkætlanarbólkurin til, at fylgjandi íløgur verða framdar í samferðslukervið
at gera sær vónir um, at ráð verða til stórar byggingar í bræði, nú hildið verður aftur allastaðni, og lítið verður sett av til íløgur. - Um starvsfólkini siga nei til hasa ætlanina, so verður hon ikki [...] byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja Landssjúkrahúsið. Kristian Magnussen lovaði at gera sítt besta. 513 starvsfólk á Landssjúkahúsinum skrivaðu undir áheitanina m at venda aftur til upprunaligu byggiætlanina [...] hitti Kristian Magnussen, landsstýrismann, hevði hann enn ikki fingið áheitanina og kendi ikki annað til hana enn, tað hann hevði sæð í bløðunum. - Øll munnu vera samd um, at tað rætta hevði verið at bygt
senda ein bil hjá Sløkkiliðnum norður eftir honum og fáa hann til Havnar. Tey kunnu seta hann undir eina presending, til støða er tikin til, hvat gerast skal. Tí so er hann bjargaður og ikki farin fyri [...] Daniel Hermansen í Hósvík keypti nøkur ár seinni, í 1957, Brest frá skótunum í Havn og ætlaði at umbyggja hann til útróðrarbát, men gjørdist sjúkur. Bróðirsonur hansara, Jógvan Hermansen, keypti deksbátin eitt [...] burturbeindur. Talan er um fyrra Reyða Kross, sum varð bygdur í Havn í 1919 og sum var læknabátur til 1950. Tað var Lias í Rættará í Havn, sum bygdi bátin. Í 1950 gavst Reyði Krossur við sjúkraflutningi
finna til eldraøkið, hevur okkurt við bygningin hjá brunatryggingini á Hálsi at gera. Heðin Mortensen greiðir somuleiðis frá, at tað skal vera ein skjót loysn, sum skal útvega 70-75 búpláss til eldri fólk [...] liggur í kortunum, at Tórshavnar kommuna fer at keypa bygningin hjá Brunatryggingini á Hálsi til búpláss til eldri, so dugir Heðin Mortensen at síggja, at stórar umbyggingar skulu gerast, áðrenn bygningurin [...] eisini soleiðis, at bygningar skulu fylgja nøkrum treytum, áðrenn fólk skulu flyta inn. - Krøvini til búpláss til eldri eru so ómetaliga stór, og vit bíða eftir, um tað er nakar møguleiki fyri at fáa hendan
í ferð við at umbyggja húsini hjá Zachariasi á Skipafelagnum, undir Pisuvarða, til fimm íbúðir. Harumframt hava Húsalánsgrunnurin og Íbúðargrunnurin ognað sær onnur lendi í kommununi til fleiri leigu- [...] havt lyndi til at geva Húsalánsgrunninum ábyrgdina av, at onki enn hevur spurst burturúr ætlaðu eldraíbúðarbyggingini á Skálatrøð. Hetta er heilt burturvið. Húsalánsgrunnurin var tvørturímóti til reiðar at [...] síggja fram til, at okkurt umsíðir fór at henda við hesari nú eftirhondini 10 ára gomlu ætlan. Tey noyðast nú ístaðin at líta á, at komandi býráð hevur størri hegni og vilja enn sitandi býráð til at fáa eina
Fyribils verður inngongdin til tinghúsið tann gamla, men hendan verður seinni blendað og nýggj verður ístaðin ímóti bygninginum, sum verður tikin uppí tinghúsið. Hetta verður liðugt til ólavsøku. Arbeiðið at [...] í 1977. Umvælingin og umbyggingin eru væl lagdar til rættis. Arkitekturin hevur kunnað seg við gomul skjøl og tekningar av húsinum fyri at finna fram til, hvussu húsini skulu endurnýggjast. Salurin er ljóst [...] krøvunum til nýggja salin hevur verður meiri pláss. Tí er ein veggur tikin niður, og tingsalurin vendir nú oman eftir ímóti tinghúsvøllinum. Opið er upp í tróðrið, so gomlu bjálkarnir eisini koma til sjóndar
eftir at broyta skipið til at kunna verða drivið við ammoniakk sum brennievni. Endamálið er at minka um útlátið við 90 prosentum. - Reiðaríið fer at gera sítt besta fyri at viðvirka til málsetningin í hesi [...] hesi verkætlan við tí fyri eyga at umbyggja Kongsborg, tá tøknin til tess er vorðin góðkend, sigur Jens Meinhard Rasmussen, stjóri á Skansi Offshore, í tíðindaskrivi. Skansi og Equinor hava eisini longt sáttmálan [...] fyrsta skipið hjá Skansi at fáa battarískipan. Skansi Offshore er tí langt frammi í mun til menningi av nýggjari tøkni til alternativt brennievni. Reiðaríið hevur eisini frá byrjan lagt dent á at uppfyllla
hevur verið kjakast um, hvat Tórshavnar Kommunuskúli skal brúkast til framyvir.Uppskotini hava verið nógv og ymisk, líka frá ungdómsíbúðum til parkeringshús. Tíbetur hava eisini fleiri ynskt, at skúlin skal [...] Marknagil. Tað fer at skapa eitt spennandi og mennandi, ungt umhvørvi, til stóra gleði fyri ungdómin. Summi siga, at tað verður trupult at umbyggja/byggja nýggjan skúla í miðbýnum. Eg síggji tað sum eina ovurstóra [...] eisini nýtast til alskyns frítíðarvirksemi, kvøldskúla, mentan, list og annað, bert hugflogið setur mørk. Tá nýggja býráðið tekur við, er umráðandi, at tey sum skjótast taka endaliga støðu til, framtíðina
mest harmiliga var, at vit fóru til ein sakførara, sum bara súltaði málið og á tann hátt spiltu vit tvey ár burtur til onga nyttu, sigur Oddmar Færø. Ikki fyrr enn tey fóru til Christian Andreasen kom gongd [...] um pengarnar, men um tann veruleika, at vit ikki kunnu umbyggja húsini. So hóast tú kanst siga, at vit vunnu sakarmálið, so gjørdist tað ikki til tað úrslit, sum vit høvdu vónað og roknað við, sigur Oddmar [...] hildu tey – allar møguleikar at víðka um húsarúmdina. Stóri urtagarðurin við áarløki og trøum vóru við til at seta prísin á húsunum upp á 3,6 milliónir krónur. Men tá tey skuldu søkja um byggiloyvi fingu tey
bygging av nýggjari kirkju á Glyvrum. Henda umsóknin varð send til teir kirkjuligu myndugleikarnar, dómpróstaráðið, stiftsstjórnina og til landsstýrismannin í mentamálum. Allir hesir myndugleikar hava verið [...] rnar til hesa stóru ætlanina eru tískil longu farnar í gongd av álvara. Í februar mánaði í ár fekk kirkjuráðið í høvuðsheitum loyvi at byggja hesa nýggju kirkjuna. Samstundis varð loyvi givið til at útvega [...] eina útbygging. Men seinni varð henda ætlanin kortini slept, og tí verða nú fyrireikingar gjørdar til bygging av eini nýggjari kirkju. Av tí at so stutt er fráliðið í fyrireikingum, er einki áramál sett