Ikki ráð til tað rætta

- Ein umbygging nú forðar ikki fyri størri bygging á Landssjúkrahúsinum onkuntíð seinni, sigur Kristian Magnussen landsstýrismaður

Tey sjey umboðini fyri starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum kendu seg væl móttikin, tá tey í gjár handaðu honum áheitanina um at byggja nýtt í staðin fyri at umbyggja Landssjúkrahúsið. Kristian Magnussen lovaði at gera sítt besta.

513 starvsfólk á Landssjúkahúsinum skrivaðu undir áheitanina m at venda aftur til upprunaligu byggiætlanina frá 1991 og at fara undir fyrsta byggistig beinanvegin. Tey halda einastu røttu leiðina at ganga vera at byggja nýggju húsini, so hvørt sum ráð eru. Tey hava einki álit á, at umbygging bara kostar 24 mió. krónur og halda ikki, at hon gevur nakað. Haraftrat verður tað ikki verandi á sjúkrahúsinum, hvørki hjá starvsfólkum ella sjúklingum, meðan umbyggingin fer fram, halda tey.

Tá Sosialurin í gjár hitti Kristian Magnussen, landsstýrismann, hevði hann enn ikki fingið áheitanina og kendi ikki annað til hana enn, tað hann hevði sæð í bløðunum.

- Øll munnu vera samd um, at tað rætta hevði verið at bygt eftir ætlanini frá 1991, men hon kostar nógv meira enn tær 24 mió. krónurnar, sum ætlanin er at brúka næstu trý árini til Landssjúkrahúsið. Hon kostar einar 300 mió. krónurnar, og tær hava vit ikki, sigur Kristian Magnussen.

Hann skilir væl, at starvsfólkini eru ónøgd við umstøðurnar á Landsjúkrahúsinum, men øll noyðast at gera sær greitt, at andin nú er ein annar enn í 80-árunum, tá bygging bara varð sett í gongd uttan at hugsað varð um kostnað. Haraftrat mugu vit minnast til, at vit sjalv og ikki danir, bera kostnaðin av Landssjúkrahúsinum, sigur Kristian Magnussen.

- Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera so galið at fremja hesa ætlanina, sum hóast alt gevur 900 fermetrar aftrat, og hetta er bíligari enn at byggja nýtt, sigur Kristian Magnussen, sum leggur aftrat, at henda umbyggingin ikki forðar fyri, at bygt verður nýtt einaferð seinni.

- Men tann byggingin krevur nýggja politiska viðgerð, tí Landsstýrið boðaði í apríl mánaði 1995 frá, at byggiætlanin frá 1991 var slept.

Kristian Magnussen torir ikki at gera sær vónir um, at ráð verða til stórar byggingar í bræði, nú hildið verður aftur allastaðni, og lítið verður sett av til íløgur.

- Um starvsfólkini siga nei til hasa ætlanina, so verður hon ikki gjørd, men eg dugi ikki at síggja, at eg havi annan møguleika. Aðrir landsstýrismenn vilja óivað gjarna hava peningin til íløgur á sínum málsøkjum, um teir ikki vera brúktir á hesum økinum, sigur Kristian Magnussen.