reiðari í Trongisvági, hevur nú fingið eina nýggja Anitu. Skipið er keypt í Lettlandi fyrr í summar, men hevur verið á beding í Litavia, har tað er klassað, umbygt til garnaskip og hevur fingið bláa litin hjá [...] ymiskt at gera, áðrenn farið verður á fyrsta túrin. Anita, sum er 47 metrar long og 10 metrar breið og hevur frystilast, verður eitt skip á støði við onnur nýggj og nútímans fiskifør um okkara leiðir. Skipið
metan er tað serliga eitt valevni, sum veruliga hevur sum sítt stóra hjartamál at stuðla okkum. Viðkomandi valevni hevur ikki bert upp undir valið, men hevur ótroyttiliga í áravís arbeitt miðvíst við at betra [...] vil tí staðiliga heita á allar pensionistar, um ikki at gloyma tað megnararbeiði, ið hetta valevni hevur gjørt fyri okkum pensionistar, men fara á val og seta krossin við Ingrid S. Henriksen (á lista C)
kreppuláninum, sum samveldið hevur latið Írlandi. Tað samtykru ríkis- og stjórnarleiðararnir á fundi fyrrakvøldið. Herman Van Rompuy, ES-forseti, segði aftan á fundin, at Írland hevur ikki uppfylt allar treytirnar [...] treytirnar, sum ES havur lagt við fyri at lækka rentuna. Enda Kenny, sum júst hevur tikið við sum írskur forsætisráðharri, var sum vera man ikki nøgdur við avgerðina. Hann segði tó, at írska stjórnin fer [...] við stríðnum fyri at fáa lægri rentu enn tey 5,8 prosentini, sum írar nú rinda. Sambært Enda Kenny hevur eitt nú Frakland kravt, at stjórnin í Dublin skal hækka partafelagsskattin, so hann er tann sami sum
frá fyri góðum fimm vikum síðani. Roy Hodgson hevur skrivað undir sáttmála fyri restina av hesum kappingarárinum og komandi ár. Hann er 63-ára gamal og hevur verið venjari hjá millum annað Bristol City, [...] City seinasta vikuskiftið, valdi leiðslan í West Bromwich at koyra venjarin, Roberto Di Matteo. Nú hevur felagið kunngjørt, at Roy Hodgson er nýggjur venjari í felagnum. Roy Hodgson var venjari hjá Liverpool [...] Malmo FF, Inter Milan, Blackburn, Grasshopper, FCK, Udinese og Fulham. Hann hevur eisni verið landsliðsvenjari hjá Sveits og Finnlandi.
Blachman hevur váttað fyri donskum miðlum, at hann er farin undir samráðingar við DR, um sín dómaraleiklut í X-Factor 2012. Staðfestast má, at Thomas Blachman neyvan hevur sjálvsálitstrupulleikar, og tað [...] at teir mánaðirnir X-Factor er á skíggjanum, hevur hann møguleika at broyta nógv, men seinastu ferð X-Factor skíggin sløknar, er hann óviðkomandi, og hevur ikki somu møguleikar at úttala seg um ymisk
skriva, at fólk hava tveitt benzinbumbur eftir løgregluni, sum hevur svarað við táragassi. Í minsta lagi 24 fólk eru tikin. Mótmælistiltakið hevur samband við aðalverkfallið, sum er í dag, og sum fakfeløgini [...] fleiri sparingar. Grikska stjórnin hevur biðið ES um ein hjálparpakka afturat, og í dag komu umboð fyri ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin til Athen at kanna, um stjórnin hevur framt tær sparingarnar, sum eru
Í fleiri ár hevur italski stórbýurin Napoli hava trupulleikar av stórum ruskdungum mitt í býnum, men nú hevur stjórnin givið herinum boð um at savna rusk. Talsmenn hjá stjórnini siga, at Silvio Berlusconi [...] Berlusconi, forsætisráðharri, hevur biðið herin senda 170 hermenn til Napoli at savna rusk, so býurin kann fáa sítt umdømi sum ein mentaður býur aftur. Teir fyrstu hermenninir komu til Napoli í gjár, og teir [...] sambært AP-tíðindastovuni vónar Berlusconi, at hansara flokkur kann fáa ræðið í Napoli, sum leingi hevur havt eina mið-vinstraleiðslu. Rusksavningin er sostatt valagn hjá forsætisráðharranum.
Nunaminerals, sum tað almenna í Grønlandi eigur part av, hevur gjørt av at leggja størri dent á arbeiðið at leita eftir gulli har suðuri í Grønlandi. Tí hevur felagið nú søkt myndugleikarnar um loyvi til at leita [...] leita í einum størri øki í Inglefield Land. Sum er hevur Nunaminerals leitiloyvi í einum øki, sum er 5.800 ferkilometrar stórt, men í nýggju umsóknini biður felagið um leitiloyvi í einum 4.500 ferkilometrar [...] er ikkii av tilvild, at Nunaminerals vil sleppa at leita í einum størri øki. Felagið sigur, at tað hevur longu funnið fleiri støð við gulli og kopari í Inglefield Land, og at tað tí vil tryggja sær eitt
Supply Service hevur gjørt sáttmála við Det Norske Oljeselskap og Faroe Petroleum. Supply Service hevur skrivað undir sáttmála við Det Norske Oljeselskab ASA og Faroe Petroleum, um leigu av veitingarskipinum [...] burturav. Supply Service hevur síðani 2009 havt veitingarskipið Eldborg í sáttmála hjá Det Norske Oljeselskap og Winthershall. Nýggi sáttmálin staðfestur tað góða samstarvið, sum hevur verið undanfarnu 2 árini
Privata skúlaskipið Tûgdlik í Nuuk hevur mist loyvi at sigla við dreingjum, sum hava trupulleikar Grønlendsku myndugleikarnir hava tikið loyvið skúlaskipinum, ið hevur virkað sum ein stovnur. Við skipini [...] undir 18 ár, og hetta hava verið dreingir, sum hava sera stórar sosialar trupulleikar. Landsstýrið hevur tikið loyvið aftur við tí grundgeving, at viðurskiftini umborð vóru alt annað enn góð. Dreingirnir [...] blíður um avgerðina. Við grønlendska útvarpið sigur hann, at grønlendska sjálvsstýrið alla tíina hevur verið eftir stovninum, og at viðurskiftini umborð lúka øll lógarkrøv. Hann ætlar at stevna.