ferðina vann B36 3-2 í einum sera spennandi og vælleiktum dysti. Sum heild hevur tað gingið striltið hjá NSÍ móti B36 í Havn. Í 1995 vann B36 1-0, og árið fyri tað var úrslitið 2-0 til B36. John Petersen [...] ikki í 1. deild. Í 1994 vann GÍ 2-0, og tað gjørdu teir eisini í 1993. B36 spælir fyri silvurinum Føroyameistaraheitið er mist, men B36 spælir framvegis fyri silvurinum, og málið er nú at vinna allar dystirnar [...] til B36-dystin. Nógv kann avgerast longu nú Fyri at taka samanum, so kunnu nógvir ósvaraðir spurningar verða svaraðir hetta vikuskiftið. Um HB vinnur í Klaksvík, eru teir føroyameistarar, og um B36 samstundis
afturat eftir. Bæði liðini skerd Hvørki B36 ella NSÍ kundu stilla við sterkastu manning sunnudagin. Veðurgudarnir spældu B36 eitt puss við tað, at hvørki Jákup á Borg (hevur verið í Liverpool) ella John [...] heimaliðið, at Sivic fór út (umframt Jákup á Borg og John Petersen, sum ikki vóru við), so spældi B36 nógv betur í seinna hálvleiki, enn teir gjørdu fyrstu 45 minuttirnar. B36 átti allan seinna hálvleik Í seinna [...] spældur púra blankur frammanfyri B36-málinum, men hann gav sær alt ov góðar stundir, og so kundi Egin eisini ta ferðina verja fyri. Egin Høgnesen var besti maður hjá B36, og í fyrra hálvleiki var tað bert
vitjaði B68. Dysturin endaði 4-3 til toftamenn, eftir at TB hevði verið á odda 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Men tvørámenn duttu ov langt aftur í staðin fyri at halda trýstið á B68, og [...] 1-0. Eftir leiðslumálið fekk B68 betri tak á dystinum, men teir vóru í so ókonsentreraðir í verjupartinum, og hesa løtuna hevði TB ofta lætt við at renna ígjøgnum tunnu B68-verjuna. Teir fingu eisini javnað [...] Aksel Højgaard varð skiftur inn fyri Boga Petersen og fór í álopið, meðan Jákup Djurhuus fór út á vongverjaplássið hjá Boga. Hetta gav B68 eitt sindur meira av vongspæli, og hóast Aksel er komin væl upp í
vinna FM, tí grannarnir í B36 vunnu 2-0 á NSÍ, og tað gjørdu teir, sjálvt um álopstrumfarnir Jákup á Borg og John Petersen lógu veðurfastir uttanlands. Støðutalvan vísir, at HB og B36 eru á veg til at vinna [...] og nú er munurin millum hesi bæði eysturoyarliðini trý stig. B36 stórt tak Um vit líta at skránni fyri komandi vikuskifti, so er uppgávan hjá B36 torførari enn hjá hinum oddaliðunum. FM vinnararnir í 1997 [...] er ikki sagt, at hetta fer at vera so lætt hjá KÍ, sum ofta hevur havt tað trupult á heimavølli móti B68. TB tyngst Í botnstríðnum er einki avgjørt. Men úrslitini hesa ferð hava við sær, at TB aftur er aftast
nevndi varð í ár settur fyri eitt tvey ára skeið, og hin seinni nevndi hevur fyri stuttum bundið seg til B36 í tvey ár afturat. Starvsnevndin í NSÍ hevði í gjárkvøldið boðað spælarunum til fundar. Á skránni [...] kvalifikatiónir, men tað bleiv altso ikki til nakran sáttmála við Peter Danefelt, sum í ár er venjari hjá B1913, ið júst er farið í gjaldssteðg. ? Vit hava gjørt av at gera avtalu við Milan Cimburovic. Vit haa [...] er inni í føroyskum viðurskiftum, bæði í síni heild og ikki minst, tá tað ræður um fótbólt, sigur Jákup Mortensen, formaður í NSÍ. Hann sigur eisini, at teir við at gera tvey ára sáttmála vóna, at tað verður
Børn undir 13 ár kl. 17?21. Ung yvir 13 ár kl. 17?01. Eldrasamkoman er í KFUK mándagin kl. 15 v/ Jákup Kass, presti. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18: Evangeliskt møti [...] skúli fyri børn leygardag, ólíka vikutal kl. 11-14. Føroyingafelagið í Aalborg Lille Kongensgade 10B 9000 Aalborg Tlf. 98 13 63 30 Vit eru farin í summarfrí og byrja aftur leygardagin 22. aug. Upplati
síðani 13. juni ? síðani tá hevur B36 vunnið sjey ferðir og tvær ferðir spælt javnt ? og ímóti tí størsta tapinum yvirhøvur, síðani teir 20. august í 1995 taptu 5-0 móti HB. B36 menninir tóktust væl upplagdir [...] mesta mitt fyri, og í álopssinnaðu útgangsstøðuni vóru Jákup á Borg, John Petersen og Bjarni Prior, sum allir vóru á toppinum, nærgangandi. Jákup á Borg setti hol á, tá sjey minuttir vóru farnir. Pól Ennigarð [...] r móti einum tøvandi mótstøðuliði, sum hevði stórar trupulleikar at skipa verjupartin nóg væl. Hjá B36 var tað hesa løtuna serliga Jan Guttesen, sum var á vongverjanum í høgru, ið var væl upplagdur, Ronnie
, tá klaksvíkingar tóku ímóti B68, sum so ofta hevur snýtt KÍ fyri stig í Klaksvík. Fyrr í summar smurdi KÍ toftamenn av á grasvøllinum. Hesa ferð gekk nógv frægari hjá B68. Heimaliðið hevði yvirvág, tí [...] beindi bóltinum til Rógva Jacobsen, sum um ellivumetra blettin snaraði sær á og skoraði. B68 javnaði á hálva tímanum. Jákup Djurhuus, sum var miðvallari í vinstru, spældi uppá tvørs, so varð potað framímillum [...] týdningarmikil KÍ legði meiri ágangandi fyri, og burtursæð frá síðsta triðinginum av 1. hálvleiki, tá B68 eftir lítlari løtu vendi frá at vera undir við einum máli og til at vera yvir við einum máli, var
troyttast av, at teirra lið stendur seg so illa móti botnliðum. Ímóti B93 og Aarhus Fremad hevur FCK síðani summarsteðgin mist fýra stig. Jákup Mikkelsen og Herfølge høvdu eina nógv truplari uppgávu enn FCK.
di dysti. Samstundis fekk B71 hevnd fyri í fjør, tá B36 vann 6-3 á Sandi. Tá var B36 longu føroyameistari, meðan B71 við ósigrinum tá noyddist niður í 2. deild. Í ár er tað B36, sum noyðist niður í 3. [...] úr høgru fyri. Sostatt vann B71 5-3 og flytir upp í 1. deild, meðan B36 ikki verður umboðað í 2. deild komandi ár. Eitt stórt framstig fyri B71 og eitt stórt afturstig fyri B36. Men tað gongur upp og niður [...] Nú sá B36 álvaran og legði eitt øgiligt trýst á sandoyingar. Venjarin Jákup Mørk satsaði við at seta bæði Tórálv Poulsen og Jørgen Meitilberg inn í álopið, og serliga hesin seinni nevndi gav B71 trupulleikar