Ronnie Samuelsen sendi NSÍ í gólvið

Fótbóltur: Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ teir størstu kjansirnir, men fingu ikki mál, og so slóg B36, sum spældi uttan Jákup á Borg og John Petersen, til í seinna hálvleiki

B36 fekk hevnd fyri 0-2 ósigurin í Runavík á Skálafjarðarstevnuni í summar við at vinna við júst sama málmuni á NSÍ í Gundadali, og samstundis helt havnarfelagið lív í síni klønu FM-vón.

Tað var illfýsið í Gundadali sunnudagin, og tað regnaði illa allan dystin. Hetta ávirkaði kortini ikki spælið, men áskoðarar vóru tað ikki so nógvir av. Serliga í HB-húsinum var tunt, men tað hevði eisini sínar góðu orsøkir: Fleiri hundrað HB-viðhaldsfólk vóru í Klaksvík í vónini um at síggja HB vinna føroyameistaraheitið, men tað mugu tey so bíða í øllum førum eina viku afturat eftir.


Bæði liðini skerd

Hvørki B36 ella NSÍ kundu stilla við sterkastu manning sunnudagin. Veðurgudarnir spældu B36 eitt puss við tað, at hvørki Jákup á Borg (hevur verið í Liverpool) ella John Petersen (hevur verið í Noregi) fekk lent í Vágunum leygardagin, og sostatt noyddist árstalsfelagið at spæla uttan álopsparið, sum hevur skotið 31 mál í landskappingini í ár. Fyri teir byrjaðu Tomislav Sivic og Ronnie Samuelsen í álopinum.

Hjá NSÍ sat Kári Hansen uttanfyri eftir skaðan, hann fekk móti ÍF í Runavík vikuna áðrenn. Hinvegin var Óli Hansen komin upp úr Danmark, og hann stuðlaði Mortani Hansen í álopinum hjá runavíkingum. Tað sást kortini, at Óli ikki er komin fyri seg eftir brotið, hann fekk í fótin herfyri, og hann var als ikki so vandamikil, sum hann annars kann vera.

Men tað var kortini NSÍ, sum hevði bestu tilboðini í fyrra hálvleiki. Kristian Høgni Jacobsen kundi havt skorað, tá hann knappliga stóð einsamallur tætt inni undir málinum, men hann skeyt beint á Egin Høgnesen. Og nakað seinni bleiv Mortan Hansen spældur púra blankur frammanfyri B36-málinum, men hann gav sær alt ov góðar stundir, og so kundi Egin eisini ta ferðina verja fyri. Egin Høgnesen var besti maður hjá B36, og í fyrra hálvleiki var tað bert hansara avrik, sum forðaði NSÍ í at taka leiðsluna.


Trupult at finna stevið

Í hinum endanum var vandi á ferð, tá Tomislav Sivic hevði bóltin, og einaferð noyddist Dánial Hansen at bjarga á strikuni, men sum heild var B36-liðið als ikki so væl spælandi sum fyrr sæð ? tað var eyðsæð, at B36 hevði trupult við at finna stevið við nýggja álopinum.

Fimm minuttir áðrenn fyrri hálvleikur endaði noyddist Tomislav Sivic at taka seg úr dystinum eftir hendiligan samanstoyt við Kára Sigvardsen. Í byrjanini óttaðust menn fyri, at spælandi venjarin hevði brotið beinið, men tað vísti seg, at hann »bert« hevði beklað ógvusliga.

Men dysturin var liðugur fyri hansara viðkomandi, og so noyddist Bjarni Prior fram í álopið saman við Ronnie Samuelsen. Og hóast ein skuldi trúð, at tað var ein missur fyri heimaliðið, at Sivic fór út (umframt Jákup á Borg og John Petersen, sum ikki vóru við), so spældi B36 nógv betur í seinna hálvleiki, enn teir gjørdu fyrstu 45 minuttirnar.


B36 átti allan

seinna hálvleik

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ í veruleikanum bert ein rættiligan málmøguleika, tá Jónstein Petersen slapp ígjøgnum, men um tað var tí hann var bangin fyri at koma ov nær at Egini Høgnesen, ella um tað var okkurt annað, so skeyt hann, hóast hann kundi farið nærri málinum. Skotið fór við síðuna av, og aftan á tað átti B36 tað mesta.

Tað vóru spældir 17 minuttir av seinna hálvleiki, tá hol kom á. Ninoslav Milankovic, sum enn einaferð var sera stabilur í B36-verjuni, sendi ein langan bólt inn gjøgnum NSÍ-verjuna inn í brotsteigin til Ronnie Samuelsen, sum rak eitt sindur og sendi framvið Dejan Milanovic til 1-0. Áðrenn tað hevði heimaliðið verið nærgangandi eini tvær ferðir, og einu ferðina bjargaði Milanovic frálíkt B36-skotum tvær ferðir upp í slag.

Aftan á málið royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað gekk illa í hond, og B36 fekk glið á skjóta spælið frameftir, serliga úti í vinstru síðu. Teir funnu væl hvønnannan, og saknurin av vanligu áleyparunum hvarv so líðandi. Tað frættist eisini um støðuna í Klaksvík, har KÍ var á odda 2-1, og tað sá eisini út til at geva B36-liðnum nakað eyka at spæla fyri.


NSÍ kendi ikki

sína vitjunartíð

Endaliga avgerðin fall, tá tríggir minuttir vóru eftir av dystinum. Ein NSÍ-verjuleikari var óskettin og sendi beint fyri føturnar á Bjarna Prior, sum fann Ronnie Samuelsen, og hann hevði lætt við at sláa sigurin fastan.

NSÍ kundi iðra seg um misnýttu møguleikarnar í fyrra hálvleiki, og tað hevði heldur ikki verið av leið, um teir vóru á odda í hálvleikssteðginum, men B36 átti seinna hálvleik og vísti eisini sum heild betra spælið, og í síðsta enda var sigurin uppiborin. B36 varðveitti sín FM-møguleika, men teir mugu leggja sítt álit á, at Sumba megnar at gera okkurt við HB í Gundadali komandi sunnudag. Og við allari virðing fyri sumbingum má tað sigast at vera rættiliga lítið sannlíkt, at so verður.