januar í ár er gjaldið hækkað til 525 krónur um mánaðin. ? Um inngjaldið verður óbroytt, kunnu vit rokna við, at tað verður 551 krónur um mánaðin í 1999. Um hetta uppskotið hjá Javnaðarflokkinum verður samtykt [...] ni. T. v. s. at mánaðrliga útgjaldið úr grunninum ár 2005 fer at liggja í millum 3 og 4.000 krónur um mánaðin, sigur Vilhelm Johannesen.
Vit hava havt ætlanir, um at byggja ein bygning uppi á Hálsi, men tá vit fingu høvið til at keypa henda bygningin í staðin, so gjørdu vit heldur tað. Hvør var grundgevingin? ? Hetta er ein skjótari og ein [...] tað til skrivstovur, um vit hava tørv fyri tí. Men tað hava vit ikki sum er. Bygningurin var ikki lýstur til sølu, men Sparikassin setti seg í samband við Fiskasøluna fyri at hoyra, um teir vóru áhugaðir [...] sundurliða. ? Nú fáa vit savnað fyrisitingardeildina og vinnulívsdeildina úti við Strond. Hvussu fer hetta at merkjast? ? Sjálvandi verða arbeiðsumstøðurnar betri, og harafturat kunnu vit bjóða kundunum eina
arum er í eitt nú Onglandi. ? Tað er eingin ivi um, at tað økir eitt sindur um áhugan, at spælarar sum Todi Jónsson og Julian Johnsson eru farnir út um Føroyar at spæla fótbólt. Men eg haldi tað vera neyðugt [...] sigur Jákup. Sum áður nevnt er bert talan um venjing. Watford hevur ikki givið nakað tekin um, at teir eru áhugaðir í at gera sáttmála við teir báðar. Men um teir báðir ungu føroyingarnir klára seg væl [...] hevur fingið hetta í lag. Jákup í Stórustovu, sum er umboð hjá Nordplayer í Føroyum, sigur, at tað hevur tikið rættiliga langa tíð at fáa alt upp á pláss. Ein trupulleiki var spurningurin um ES-borgaraskap
Giljanesi hetta vikuskifti. Men tær fingu ikki nakra hjálpandi hond frá veðurgudunum, heldur tvørturímóti. Veðurtíðindini boðaðu frá illveðri við kava, og tá vikuskiftið kom, var hált og jarðrok. Hetta gjørdi [...] meistaradeildini. Í fyrsta dystinum leygardagin var um reppið, at SÍ koppaði Fram, men teir náddu at fóta sær so mikið, at teir vunnu dystin. Eftir hetta gjørdi SÍ ikki so nógv burturúr sær, og teir taptu [...] til hús aftur í ljósum. Í finaluni sum var sunnudagin gjørdi Mjølnir bart. Tær lótu ongan iva verða um, hvørt av liðunum var tað betra. Dráttur fekk ikki eitt bein til jørðina og tær taptu 5-15, 5-15. Mjølnir
gongd um miðjan apríl. Fleiri venjingardystir eru spældir og skulu spælast, og í byrjanini av apríl er ætlanin at fara til Onglands á venjingarlegu. Julian Johnsson sigur, at talan hevur verið um at fáa [...] komin aftur av venjingarlegu á Kypros, har liðið hevur luttikið í eini kapping, nevnd Kypros Cup. Hetta er ein kapping, sum fleiri norðurlendsk lið brúka sum partur av upphitingini til tær ymsu landska [...] eitur, verður á útivølli móti Lillestrøm. Lillestrøm liggur ein góðan tíma frá Kongsvinger, og talan er um eina av lokaluppgerðunum í norskum fótbólti. Lillestrøm eru kendir fyri at hava nakrar av mest fanatisku
Leikarnir hava vant tvær ferðir um vikuna í vetur, og teir siga hetta vera nóg mikið. Leikarnir eru høgir á vøkstri, og hetta kemur væl við, tá ið ein spælir flogbólt. Hetta er tó ikki fyrstu ferð at dreingirnir [...] einans verða nýttir til ítrótt. Bygningarnir eru nýmótans, og hetta skuldi borga fyri, at ítróttarfólkini fáa góðar møguleikar til einans at hugsa um ítrótt. [...] fáa eitt sjeynda pláss. Hettar megnaravrikið gav teimum blóð á tonnina. Tá ið teir so fingu tilboð um at luttaka í DM, gekk ikki long tíð áðrenn teir tóku av tilboðnum. Kappingin Kappingin er soleiðis
amerikanarar fáa ringar nervar av tankanum um, hvat argastu fíggindar teirra, iranar ? sum jú eisini eru muslimar ? kunnu gera í hesum londum. Talan hevur t.d. longu verið um at leggja oljurørleiðing úr Turkmenistan [...] Russland, ið tók loysing frá hinum veldunum, enn umvent. Men uttan iva vóru somu leiðarar sannførdir um, at tað bara var ein tíðarspurningur, nær teir fóru aftur at hava tað stóra orðið at siga í hesum økinum [...] stjórnin í Kazakhstan hevði selt Tjóðaroljufelag Kina stóra partabrævaogn í næststørsta oljuøki sínum. Hetta fekk eisini amerikanarar at vakna. Ein ting er tað, at hesi miðasiatisku lond ? og kanska serliga
skal fara um føroyskan bryggjukant ella flogvøll. Eingi av hesum krøvum eru so óvanlig, at tey vilja ræða oljufeløgini frá at søkja um loyvi til at leita eftir kolvetni á føroyska landgrunninum, um bert krøvini [...] Føroyingar ikki sersømdir Kolvetnislógin nevnir harafturímóti einki um, at føroyingar skulu hava sersømdir, tá tað snýr seg um viðgerð av umsóknum um loyvi til at leita eftir olju og gassi. Í grein 6 í lógini er [...] Spurningurin er so, um tey bæði privatu føroysku oljufeløgini, sum nú eru stovnað, uppfylla tær í lógini ásettu treytirnar. Tað kann als ikki verða ivi um, at hvørki av feløgunum uppfylla kravið um sakkunnleika
tey ikki skula reka politikk. Kemur Tjóðveldisflokkurin at eiga ta avgerandi atkvøðuna, um so er, at tað ríður um snarið millum høgra og vinstra á Fólkatingi, eigur flokkurin at fáa sum frægast burturúr [...] føroyskir og tveir grønlendskir ? gera munin. Aftur hesaferð var tað fyri nøkrum døgum síðani, at tað reið um snarið, hvør bólkur í Fólkatinginum fór at fáa meiriluta. Síðani hava kanningar víst, at teir borgarligu [...] a og atkvøða fyri uppskotum, sum stjórnin leggur fyri Fólkatingið. Onkur vil kanska vera við, at hetta er at leggja seg út í danskan politikk. Hartil er at siga, at danska grundlógin noyðir føroyingar
tað ger minni, um hon ikki fataði tað, um øll onnur gjørdu tað. Óli Breckmann var, sum hann plagdi. Smartar, stuttligar, men rættiliga ofta heldur plattar formuleringar. Eitt skúladømi um ein politikara [...] O Heinesen, sum skulu avgera, um vit skulu hava loysing ella ei. Hesa avgerð eigur Føroya fólk og Føroya Løgting einsamalt. Tað skulu ikki danskir politikarar spyrjast um, tvørturímóti. Stoltar avgerðir [...] flosklar og meira ella minni innantómt skrøgg. Men Óli veit, at hetta plagar at geva bonus, so hví ikki royna tað einaferð enn. Hann segði okkurt um, at vit høvdu havt eina virðiliga umboðan á Fólkatingi, og