ár. Níggju eru abbabørnini. Dóttirin Sigrid sigur, at pápin altíð hevur verið í parti við tey, sum ikki vóru væl fyri. Men hann hevur jú roynt tað sjálvur! Tað var hugnaligt at fáa hetta prátið við Alfred [...] fekk eg konuna, Thomasiu, dóttir Onnu Mariu og Marius Joensen. Hann var beiggi umrødda Tummas. Anna Maria var dóttir Frederik á Fløtti í Norðragøtu. Vit giftust í 1939 og vóru gift í nærum 70 ár. Hon bleiv [...] á Lollandi at læra okkurt innan landbúnað. Har var eg einar átta mánaðir. Tað var ikki so galið. Man lærdi at pløga og tílíkt. Eg kom heim aftur og fór umborð aftur á Kyrjastein. Kyrjasteinur var eisini
Poulsen Poulsen. Ein er um mann, sum gramdi seg um hjartað. Aksel bað hann ikki stúra, “tí hjartað heldur so teg av!” Hanna Maria f. 1887. Endaði í Danmark. Michala Poula Maria (1888-1965). Giftist við Karl [...] fingu skjótt fýra børn, Sunneva Georgia f. 1883, Andrea Christina f. 1885, Hanna Maria f. 1887 og Michala Poula Maria f. 1888. Men yngsta dóttirin fekk ongantíð sæð pápa sín, tí hann gekk burtur á útróðri [...] persilla, dild, gularøtur og annað gott, sum helst hevur verið sjáldsamt tá á døgum. Um morgnarnar plagdu hon og sonurin at seta skrubbulínu. Freydis Poulsen hevur fortalt, at Sunneva virkaði sum heimadoktari
1.partur Alfred er ein søgufróður maður og dugir væl at greiða frá. Hann hevur eisini roynt eitt sindur av hvørjum. Alfred hevur búð heima hjá sær sjálvum í Elduvík til fyrst í ár. Nú er hann komin á ellis- [...] Knæfallasandur. Navnið sigur, at hetta hevur verið ein biðistaður. Kyrjasteinur stendur heim ímóti Oyndarfirði omanfyri bøin, hetta navnið vísir eisini til kirkju, sum hevur verið. Kirkja kom í Elduvík í 1951 [...] Men tað vildu teir ikki. Jógvan, eldri fosturbeiggi mín, sat uppi á loftinum og sá tilburðin. Hann hevur greitt soleiðis frá: “Hetta var eitt leygarkvøld, eg sá tá trolaran kom undan við bátinum uppá sleip
Live at være udelukket. Uge efter Uge har man opsat Omtalen af dette store og sørgelige Skibsforlis i en Blanding af Haab og Sky for at foregribe Kendsgerninger, man dog saa nødig vilde tro paa. Nu synes som [...] vit koma fram til 1920, at Ísland verður so vandamikið, sum vit kenna tað. Bara hetta árið fórust 50 mans við trimum skipum undir Íslandi. Í hesi Miðviku skal takast fram ókent tilfar, um vanlukkuna við Oliviu [...] været længere Tid borte, saa alt Haab har været opgivet, og de alligevel er naaet hjem. Derfor bør man endnu ikke opgive Haabet.” Vónin farin Men fyrst í juli kann Tingakrossur staðfesta, at nú er eingin
lesa til lækna í Keypmannahavn. Hann gevst við lestrinum og flytir til Argentina. Ein eftirkomari hevur stórt seyðahald sunnarlaga í landinum. Stutt eftir flyta hini í húsinum til sonin Petur Hans, sum [...] Føroya fyrsta serhandil við kjøtvørum, sum var í egnu húsum hansara í Tórsgøtu. Hann hevði fleiri mans í arbeiði. Tey fáa átta børn. Fyrst tríggjar døtur, Ninna, Birgithe (Gigga) og Herdis, sum allar fingu [...] Winston Churchill á enskum aftaná tvær heilabløðingar. Tað seinasta eg minnist hann segði var: "Man má halda tað eingilska viðlíka!" Eisini undangongumaður í fiskasølu Í Tingakrossi í 1929 stendur er
X-factor hevur, síðani tað byrjaði í DK, verið alsamt vaksandi og hevur tí eisini fingið størri og størri áhuga. Ikki minst frá mær. Hinvegin hava nervarnir altíð leikað so í tá man bara hevur spælt við [...] haðani og skal á boot-camp. Hinir føroyingarnir eru James Olsen, Bjarni Jøkladal og Maria Lindenskov. Bjarni Jøkladal hevur áður ætlað sær at verið við í X-factor, og í ár var gylt høvi hjá danska blaðnum [...] Lýsingarráðgevi Hví fórt tú við í X-factor? - X-Factor er ein góð lopfjøl til at vísa, hvør mann er, og hvat mann dugir. Klárar tú teg væl í kappingini og endar í topp trý, eru útlitini rættiliga góð fyri
konan, Maria, til Klaksvíkar, har hann hevði fingið starv á HF skeiðnum. Maria er dóttir Judith fødd Jacobsen og ættað av Fløttinum í Klaksvík og Jógvan Hansen úr Nornastovu í Mikladali. Maria vaks upp [...] til hetta arbeiðið. Neyvan nakar hevur so stórt innlit í hetta økið, sum hann hevur, og tað er sjálvandi stórur fyrimunur, at hann er miðvísur og greiður, at hann hevur góð evni at samstarva og kennir væl [...] nógvar útskiftingar í starvsliðnum, so hevur tað altíð verið aðaleyðkenni fyri skúlan, at trivnaðurin millum næmingar, lærarar, starvsfólk annars og leiðslu hevur verið stak góður. Eingin ivast í, at rektarin
komandi Miðviku. g. Sigrid Maria (1834-1863). Hon giftist í 1861 í Havnar Kirkju við Jóan Paula Poulsen (1833-1887), timburmann í Hesti. Hini børnini hjá Jens og Marin vóru: Sigrid Maria (1834-1863), sum í 1861 [...] í 188t. Hann man vera fluttur til aðra av døtrunum í Skopun. Marin, konan, doyði longu í 1865, bara 59 ára gomul. Jens varð jarðaður í Havn. Ofta vóru fólk jarðað, har tey doyðu. Tað hevur ikki bara verið [...] hansara vóru Mads Christophersen Winther og Maren Jensdatter Karbech, sum giftust 7.09.1775 Sigga Maria og Niels Christoffer fingu hesi børn: a. Deyðfødda gentu í 1805 b. Maren Nielsdóttir í 1806. Giftist
dregur, og fátt man feigum forða. Møtið varð so endað, og tá ið komið var útum, helt Fredag eina stutta røðu um frelsuna í Jesusi. Øll lýddu á hann. Hetta kvøldið var sera vakurt veður. (Tað man vera hetta [...] eystan fyri vitan við Spurnhead við innsiglingina til Grimsby náttina til 18. oktober. Eftir tíðini man hetta hava verið á veg heim aftur. Í bretska blaðnum The Fishing News varð greitt frá, at bjargi [...] Oyndarfirði, greiddi í 2006 FF-blaðnum frá: “Eg minnist í 1922, áðrenn "Norðlýsið" fór av Fuglafirði, nú hevur Fredag Petersen møti við handilin hjá gamla Sámal Petur. Eg minnist so væl, at eg stóð og lurtaði
húsið upp á seg Uppi við Garð. Kristin – Føroya læraraskúli Kristin hevur altíð kent sína skyldu, har sum hann hevur verið. Hetta hevur hann í kjøtinum borið, tí eg havi altíð hoyrt, at tey hjá Símun Johan [...] verða við í tí dagligu gongdini í bygdini, sum hevur við okkara gomlu mentan at gera. Eitt er sløtturin, men at fara á fjall spekir bæði sál og sinnið. Her hevur Kristin verið drúgvur bæði í bóndans garði [...] vórðu trúlovað og giftust. Dinna hevur verið honum ein góður stuðul, og fingu tey trý børn saman. Rúnu, Hallu og Fróða . Ja, Kristin, takk fyri rættlesturin, sum tú hevur havt, tá ið eg havi sent tær okkurt